Kvæðasavn

Brúðarhúsið

Uppskrift: FK 190, 34, pp. 88.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg gekk mær for brúðardyrnar eina,
møtti mær ei minna enn fimtan sveinar.

2. Møtti mær ei minna enn fimtan sveinar,
tá var eg ei sprottin út av steini.

3. Eg steig upp á mín gangara at ríða,
búgvin brandin bant eg við mín síða.

4. Har sá eg tann leiða ormin skríða,
tí mátti eg har ikki longur bíða.

5. Snarliga brá eg mínum brúnum brandi,
snarliga skilti leiða orm við anda.

6. Írland liggur so lágliga frá Skoti,
har hevur so mong ein fagur knørrin flotið.

7. Har hevur so mangur rógvið út í báti,
har hevur so mangur raskur lívið látið.

(c) Dansifelagið í Havn