Kvæðasavn

Sveinur í Vallalíð

Uppskrift: FK 191A, 34, pp. 91-101.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Elin situr í Breiðabý,
mangt kann hon at inna,
hon kann bók og rúnarmál,
og gull kann hon at spinna.

Glym og dansur [í høllum, sláið ring!
Ríða glaðir norðmenn til øll várting.]

2. Elin situr í Breiðabý
við sín saks og seym,
hon hevur fleiri biðlarnar,
enn snekkjur renna í streym.

3. Henni kvittu mangir at biðja,
kongar og so jallar,
hon var seg so biðlavond,
hon segði teir burtur allar.

4. Henni kvittu mangir at biðja,
kongar og so sveinar,
hon var seg so biðlavond,
hon bað teir sita heima.

5. Enntá frætti harra Svein
vestur í Vallalund,
Elin situr í Breiðabý,
hon er so biðlavond.

6. Har kom Sveinur í Vallalíð
bæði við skreyt og skart,
kongurin tók hans kvøðu væl,
hann setti hann sær næst.

7. Har kom Sveinur í Vallalíð,
frúnna vildi lova,
á teirri somu náttini
á hennara armi sova.

8. Hann bar upp síni bønarorð,
við kongsins dóttur at biðja,
tað fell øllum væl í lag,
og ei er frúur at synja.

9. Elin stendur á hallargólvi
við sínar ternur tólv:
»Eg giftist ei á hesum sinni,
má eg ráða sjálv.«

10. Har kom ungi Viljormur
bæði við skreyt og skart,
kongurin tók hans kvøðu væl,
setti hann sær í næst.

11. Hann bar upp síni bønarorð,
kongsins dóttur at biðja,
tað fell øllum væl í lag,
og ei er frúur at synja.

12. Lótu tá til brúdleyp ætla,
har var ei at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
og tólv hundrað í hvørji.

13. Fjøruti silvurføt,
annaðslíkt í skálum,
tað leyp av í kongsins høll,
tá ið alt var sett á mál.

14. Drukkið varð teirra brúdleypið,
bæði væl og leingi,
kom so mangur hovmann til,
sum fjøður á fuglaveingi.

15. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív.

16. Enntá frætti harra Svein
vestur í Vallalund,
fest er frúgvin Adalus
við unga Viljorm í hond.

17. Hann gekk út, og hann gekk inn,
eingin sá hann leika:
»Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
hví bert tú kinn so bleikan?

18. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
hví alir tú teg ikki kátan
hvat ert tú av sóttum sjúkur
ella for frænda 'lêatur'?«

19. »Einki eri eg av sóttum sjúkur,
væl liva mínir frændur,
fest er frúgvin Adalus
við unga Viljorm í hendi.«

20. »Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
ber ei um tað trá,
eg skal meg til Danmarkar
tær javngott vív at fá.«

21. »Tó ið tú fert til Danmarkar
mær javngott vív at fá,
hann skal ikki hana njóta,
um eg liva má.«

22. Út gekk ungi Viljormur
í silkiskjúrtu ein,
har kom Sveinur í Vallalíð,
hann vann honum níðingsmein.

23. Út gekk ungi Viljormur
í silkiskjúrtu smá,
har kom Sveinur í Vallalíð,
hann gav honum banasár.

24. Inn kom Sveinur í Vallalíð,
hann turkar svørð í dúki:
»Nú havi eg vigið tann stoltsriddara,
skilt hans høvur frá búki.«

25. Tað var hansa[ra] sæla móðir,
tekur so sárt at gráta:
»Tað býr undir lindanum,
ið hevna man so sára.«

26. »Hevna hvat tað hevna má,
tað verður ei so brátt,
syrgir hon frúgvin Adalus
bæði dag og nátt.«

27. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

28. Tað er nú, sum oftum er,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft
og føðir ein ungan svein.

29. Hann var sveiptur í klæðum væl,
væl mátti ríkum falla,
síðan bað hon presti bera,
Viljorm bað hon kalla.

30. Hon læt hann til kirkju bera
honum navn at geva,
kallaði hann unga Viljorm,
sín faðirs navn at bera.

31. Hann varð aftur frá kirkju borin,
sett for móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

32. Hann vóks upp hjá síni móður,
honum gav hon hól,
hann vóks meir í einum mánað
enn onnur børn í tólv.

33. Hann vóks upp hjá síni móður,
skjótt og ikki leingi,
hann gjørdist í høggum tungur
at berjast mót øðrum dreingjum.

34. Sveinin var burtur á leikvøllum,
burtur hjá øðrum dreingjum,
higar ið teir reiðir vóru,
vóks teim stríð á magni.

35. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at hevna
enn berja os so sára.«

36. Sveinin kastar silkistrong,
hann lystir ei longur at leika,
so gár hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

37. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
hvat varð mín faðir við váknum vigin,
ella doyði hann á strá?«

38. »Tað var Sveinur í Vallalíð,
ið tín faðir vá,
seint manst tú, mín sæli sonur,
sømdir av honum fá.«

39. Hon fór eftir teirri skjúrtuni,
í blóði hevði ligið:
»Her mást tú síggja tey herklæði,
tín faðir varð í vigin.

40. Her mást tú síggja tey herklæði,
tín faðir varð í vigin,
harfyri hevur hann harra Svein
leingi farið í frið.

41. Nú skal stevna fjølmannating,
fara ei við tí hátt,
bjóða til Svein í Vallalíð
bæði dag og nátt.«

42. Inn kom Sveinur í Vallalíð,
ræður øðrum at nevna:
»Tað er mær á hendur komið
bæði ting og stevni.«

43. Tað var hansa[ra] sæla móðir,
tekur so sárt at gráta:
»Hon hevur mann í loyndum alið,
hevna man so sára.«

44. Tað var Sveinur í Vallalíð,
reið fram yvir skóg:
»Hvør hevur hetta tingið stevnt,
vár gangarar gerast móðir?«

45. Fram gekk ungi Viljormur,
tað legði honum til:
»Eg havi ongar bøtur fingið
fyri sæla faðir mín.«

46. Tað var Sveinur í Vallalíð,
brestir niður skegg:
»Tú skalt fáa lambið tað,
ið 'lidt' er loðið á legg.«

47. Tað var ungi Viljormur,
risti kross fyri sær:
»Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.«

48. Hann vá Svein í Vallalíð
ígjøgnum hjartarót,
aðrari hendi hans systurson
hann rendi gjøgnum spjót.

49. Nú liggja tit á grønum vølli,
báðir eru deyðir:
»Bøtur gevi eg fyri tykkum
ikki oftari í neyð.«

50. Tá ið hann hevði vigið teir
og lagt teir báðar í lík,
tá fór ungi Viljormur
heim í Breiðabý.

51. Tað var ungi Viljormur,
heim í garðin fór,
úti hansara sæla móðir
fyri honum stóð.

52. »Ver vælkomin, sæli sonur,
higar nú til mín,
hvat hevur tú til bøtur fingið
fyri sæla faðir tín?«

53. »Ongar fekk eg bøturnar,
og væl fell mær í lag,
eg vá Svein í Vallalíð
pá tann sama dag.

54. Ongar fekk eg bøturnar,
og væl fell mær í mun,
eg vá Svein í Vallalíð
og so hans systurson.«

55. »Eru hesi dømini sonn,
sum tú sigur nú,
eingin maður í Dannimark
fær betra lov enn tú.«

56. Viljormur liggur í síni song
onkun morgun snimma:
»Nú fýsir meg í Vallalíð
Hermintrú at finna.«

57. Viljormur setst á songarstokk,
hann klæðir fiman fót,
sjálvur ber hann mækan tann,
ið eitur Landabót.

58. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var stroyddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

59. Hann var stroyddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Viljormur skuldi á ríða.

60. Tað var ungi Viljormur
heim í garðin fór,
úti frúgvin Hermintrú
fyri honum stóð.

61. »Hoyr tað, frúgvin Hermintrú,
tú ver mær ikki vreið,
eg vá Svein í Vallalíð,
eg møtti honum á leið.

62. Hoyr tað, frúgvin Hermintrú,
eg sigi tær satt ífrá,
deyður er Sveinur í Vallalíð,
og sjálvur eg hann vá.«

63. Bóndakonan letur blíð,
tó at hann garpin feldi,
gingu bæði í eina song
á tí sama kvøldi.

64. Enn tá frætti kongurin
suður yvir land,
livir hon frúgvin Hermintrú
bæði við sorg og vanda.

65. Livir hon frúgvin Hermintrú
við so mikin harm,
tað er hann ungi Viljormur,
hann svevur á henna[r] arm.

66. Fimti læt hann herskipini
út á sjógvin gá,
annaðslíkt skal eftir koma
við svørð og brynju blá.

67. Ikki visti Viljormur
av fyrr enn tá,
komin er kongur av Dannimark
við alt tað lið, hann ár.

68. Tað var ungi Viljormur,
hann loypur á frúnnar háls:
»Minst nú tað, mín veldiga søta,
at vit bundum ást.«

69. Viljormur gekk til strandar oman
við reyðar kinnar og 'rupar',
visti sær ikki s[v]inri ráð
enn búk og brynjur at klúgva.

70. Takk havi ungi Viljormur
og so hans ærligir sveinar,
feldi niður liðið alt,
og eftir stóð kongurin ein.

71. Kongurin er kropin
undir borgararmin niður:
»Mín keri Viljormur,
gev mær grið!

72. Mín keri Viljormur,
gev mær grið,
hálvt mítt ríki,
Hermintrúnna við!«

73. »Hevði ikki frúgvin Hermintrú
verið mær so góð,
her skuldi tú, kongurin,
sæð títt hjartablóð.«

74. Tað var ungi Viljormur,
hann tekur í frúnnar hond,
festi sær til ognar
tað høviska liljuvand.

75. Lótu tá til brúdleyps ætla,
har var ei at tvørra,
átjan borgum boðið varð,
og tólv hundrað í hvørji.

76. Fjøruti silvurføt
og annaðslíkt í skálum,
tað leyp av í kongsins høll,
tá ið alt var sett á mál.

77. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song,
Viljormur og hans vív.

78. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði væl og leingi,
kom so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

79. Drukkið varð teirra brúdleypið.
og so lati eg at venda,
livdu so í frið hjá Gud
og alla ævi til enda.

80. Elin situr í Breiðabý
bæði væl og leingi,
hon vil ikki manni lova
eftir nýtum dreingi.

(c) Dansifelagið í Havn