Kvæðasavn
Øskudólgur
Uppskrift: FK 196A, 35, pp. 128.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Heima kona og bóndi
halda sær á gaman:
- væl mást tú mín bíða -
»Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið vit koma saman?
- Yvir langar skógar at ríða.
2. Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið vit koma børn at fá?«
»Eg skal taka mær tráðu í hond
og ganga oman við á.«
3. »Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið eingin er fiskur í á?«
»Eg skal meg á havið út,
størri fiskar fá.«
4. »Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið fiskurin ei vil bíta?«
»Eg skal meg í bóndans garð
og treskja kornið hvíta.«
5. »Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið lúður vil ikki láta?«
»Eg skal taka mær tong í hond
og hamar at smíða bátar.«
6. »Hvussu skalt tú føða meg,
tá ið plógvið vil ikki ganga?«
»Far tú teg til meinvitis,
eg vil ikki við teg pranga!«
(c) Dansifelagið í Havn