Kvæðasavn
Øskudólgur
Uppskrift: FK 196B, 35, pp. 129-130.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Øskudólgur og sópakona
halda sær at gaman:
»Hvussu skuljum vit liva,
tá ið vit komum saman?«
Øll er tað grønu gras forgangin.
2. »Vit skuljum taka okkum tráðu í hand
og ganga niðan við á,
fiska okkum lítil smásíl
og føða okkum so.«
3. »Hvussu skuljum vit liva,
tá ið fiskur er eingin í á?«
»Vit skuljum okkum á havið út
og størri fiskar fá.«
4. »Hvussu skuljum vit liva,
tá ið toskurin vil ikki bíta?«
»Vit skuljum heim í bóndans garð
og treskja kornið hvíta.«
5. »Hvussu skuljum vit liva,
tá ið bóndin hevur einki korn?«
»Vit skuljum taka okkum lúður í hand
og blása hart í horn.«
6. »Hvussu skuljum vit liva,
tá ið lúðurin vil ikki láta?«
»Vit skuljum taka okkum hamar og tong
og smíða skip og bátar.«
7. »Hvussu skuljum vit liva,
tá ið bát[ur]in vil ikki ganga?«
»Far tú tær til meinvitis,
eg vil ikki við tær pranga!«
(c) Dansifelagið í Havn