Kvæðasavn

Øskudólgur

Uppskrift: FK 196C, 35, pp. 131-132.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Øskudólgur og sópanarkona
halda sær at gaman:
»Hvussu skulum vit liva,
tá ið vit koma saman?«

Øll er tað grønu gras forgangin.

2. »Vit skulum taka okkum tráðu í hond
og ganga niður við á,
fiska okkum lítil smásíl
og føða okkum so.«

3. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið fiskur er eingin í á?«
»Vit skulum okkum í havið út
og størri fiskar fá.«

4. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið toskurin vil ikki bíta?«
»Vit skulum heim í bóndans garð,
treskja kornið hvíta.«

5. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið bóndin hevur einki korn?«
»Vit skulum taka okkum lúður í hond
og blása hart í horn.«

6. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið lúðurin vil ikki láta?«
»Vit skulum taka okkum hamar og tong
og smíða skip og bátar.«

7. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið bát[ur]in ikki vil ganga?«
»Far tú teg til meinvitis,
eg vil ikki við teg pranga!«

8. »Ikki kunnu vit liva,
hvat vit royna tá at pranga.«
Her er ikki at kvøða meir,
tað kann ikki longur ganga.

(c) Dansifelagið í Havn