Kvæðasavn
Øskudólgur
Uppskrift: FK 196D, 35, pp. 133-134.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Øskudólgur og sópakona
halda sær at gaman:
»Hvussu skulum vit liva,
tá ið vit komum saman?«
Øll eru grønu grøs forgingin.
2. »Vit skulum taka tráðu í hond
og ganga niðan við á,
fiska okkum lítil smásíl
og føða okkum so.«
3. »Hvussu munnum vit fáa livað,
tá ið fiskur er eingin í á?«
»Vit skulum fara í havið út
og størri fiskar fá.«
4. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið toskur vil ikki bíta?«
»Tá fara vit í bóndans garð
og treskja kornið hvíta.«
5. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið bóndi hevur einki korn?«
»Vit skulum taka lúður í hond
og blása hart í horn.«
6. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið lúður ikki vil láta?«
»Vit skulum taka hamar og tong
og smíða skip og bátar.«
7. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið bátur vil ikki ganga?«
»Lesullarlagdar heinta vit
og ganga niðan í haga.«
8. »Hvussu skulum vit liva,
tá ið ull at finna er sjáldsamt?«
»Far tú tær [til] meinvitis,
tú mást ei longur nálgast!«
(c) Dansifelagið í Havn