Kvæðasavn

Illu hjúnini

Uppskrift: FK 201, 35, pp. 149-150.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Bóndin skuldi í gestaboð fara,
heima skuldi hústrú taka húsið vara.

2. »Hvat skalt tú í gestaboð gera,
tú kanst ongan song framføra!«

3. Hústrú skuldi í gestaboð fara,
heima skuldi bóndi taka húsið vara.

4. »Tú skalt gera vár stúva so varm,
tað ger so gott for vár smá børn.

5. Borde og bænke skal du gøre ren,
eller skal du fange skam, når jeg kommer igen.«

6. Hústrúin í dansin trein,
hon diktaði eina vísu um bónda sín.

7. »Jeg har mig en risengalen mand,
af skov og dale forbandet være han.

8. Eg átti mær ein rísgalin mann,
á sjógv og sandi forbannaður verði hann.

9. Nasarnar hevur hann sum krókað bukkahorn,
hvønn dag stjelur tann tjóvur korn.

10. Eyguni hevur hann sum ein falk,
hann gjørdi ímót mær sum ein skalk.«

11. Bóndin bak við dyrnar stár,
lýðir hann á, hvussu vísan gár.

12. Bóndin bak við dyrnar stóð,
lýðir hann á hetta kvinnuljóð.

13. Bóndin gongur í kjallaran med hast,
tar tók hann ein stav, sum aldri brast.

14. Bóndin gekk í viðarkast,
hann tók ein kepp, sum ikki brast.

15. Hann tók í hennara ljósu hond,
leiðir hana so úr dansinum fram.

16. Hann slerdi hana eitt, hann slerdi hana tvá,
so hústrú grátandi av durum mátti gá.

17. Inni situr bóndin og ger gott rús,
úti situr hústrú og knarkar lús.

18. Inni situr bóndin, etur smør og egg,
úti situr hústrú og grætur undir vegg.

19. »Tað ráði eg hvørji grannkonu míni,
hon dikti ikki rímu um bónda sín.«

(c) Dansifelagið í Havn