Kvæðasavn

Vevpíkan

Uppskrift: FK 202, 35, pp. 152-153.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg var boðin í brúdleyp,
- tann vívilkrans -
eg hevði eingi klæði.
- Til jomfrúdans.
Tá var friðurin heima.

2. Eg fór til mín faðir,
eg bað hann lána mær klæði.

3. Mín faðir svaraði mær illa,
hann bað meg veva og spinna.

4. Eg fór til mína móður,
bað hana lána mær klæði.

5. Mín móðir svaraði mær illa,
bað meg veva og spinna.

6. Eg fór til mín bróður,
bað hann lána mær klæði.

7. Mín bróðir svaraði mær illa,
bað meg veva og spinna.

8. Eg fór til mína systur,
bað hana lána mær klæði.

9. Mín systir svaraði mær illa,
bað meg veva og spinna.

10. Eg setti meg á steinar,
eg spann væl fimtan teinar.

11. Eg spann strýggj, og eg spann strá,
hvørt tað busk, á gólvi lá.

12. Mín vevur fór upp á páskadag,
fór ikki niður fyrr enn jóladag.

13. Eg setti mín vev út í eina vrá,
har kom einki skilið á.

14. Mín vevur stóð so leingi,
spottaðu allir dreingir.

15. Mín vevur tók at halla,
niður fyri allar pallar.

16. Nú er einki meira,
uttan kettan fekk ein geira.

17. Hanin fekk ein høvuðdúk,
hønan fekk ein skóklút.

(c) Dansifelagið í Havn