Kvæðasavn

Fugla kvæði gamla

Uppskrift: FK 204B, 35, pp. 162-166.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Krákukárn og hennar fugl
yppa tey sín sjang,
helst um vinturins tíðir,
náttin gerist lang.
Úlvurin liggur og belgir á.

Skuldi mann tolin ríða,
drívur døgg og hvítan kall undir líða,
so til jomfrúnna blíða.
Skuldi mann tolin ríða.

2. Úlvurin liggur og belgir á,
klerkar alva lest,
hvilkin mann til offurs gár,
vildi vera vár gest.
Hvilkin mann til offurs gár.

3. Hvilkin mann til offurs gár,
vildi vera vár gest,
heykur flýgur úr foltri,
stingur stara niður.
Stari, stari, steikarhús.

4. Stari, stari, steikarhús,
blandar mjøð og vín,
skeinkir út í skakker
og ber for harra sín.
Ont og álka á gólvi gár.

5. Ont og álka á gólvi gár,
veiðir os gásadisk,
skatan flýgur út í hav,
veiðir os frískan fisk.
Dúva situr á miðjum bekki.

6. Dúva situr á miðjum bekki,
fáum fuglum lík,
har sat uglan uttanat,
hon er javnslík.
Svaraði uglur, uglubóndi.

7. Svaraði uglur, uglubóndi:
»Farið í okkara song,
kemur tá krákan hoppandi,
ger os mikið mein.«
Tá kom krákan hoppandi.

8. Tá kom krákan hoppandi,
við síni svørtu hettu:
»Sitið nú allir heilir og sælir,
eru tit nakað mettir?«
Svaraði gorpur, gamal bóndi.

9. Svaraði gorpur, gamal bóndi,
troyttur á beinki sat:
»Lítið hava vit drekka fingið,
hálva minni mat.«
Svaraði revur uttar í vrá.

10. Svaraði revur uttar í vrá
við allari síni list:
»Skulu vit nakran matin fá,
so spreingið os gásadyst!«
Revurin spreingir gásina.

11. Revurin spreingir gásina,
so gásin kvaklast við:
»Hevði tað ikki verið um jólatíð,
so skuldi eg skotið spil.«
Títlingur kom frá veiði heim.

12. Títlingur kom frá veiði heim
við sínum lágu bein:
»Ikki skulu vit borðreiða,
fyrr enn ørnin kemur heim.«
Stelkur titar títt um tún.

13. Stelkur titar títt um tún,
biður nú fara at veiða,
kemur tá lundi leypandi
við sínum nevi breiða.
Tá kom jói, fríði fugl.

14. Tá kom jói, fríði fugl,
fram fleyg so høgt í ský,
óðinshani og rókurin svarti
reika runt um bý.
Hani og høna sita sær.

15. Hani og høna sita sær
við sín kápu reyð,
kemur so skrukkan skríðandi,
dregur á hvørs mans deyð.
Og so mangar myrisnípur.

16. Og so mangar myrisnípur,
nevið hava langt,
fjallmurra og grælingar
falla so væl í 'trenk'.
Jarðarkona rennur á.

17. Jarðarkona rennur á
heim í fuglahøll:
»Ikki skulu vit burtur fara,
fyrr enn veitslan hon er øll.«
Ryta rópar á ternu trá.

18. Ryta rópar á ternu trá:
»Farið til hallar heim,
kemur nú kjógvi og spógvi,
ger so mikið mein.«
Tá kom tjaldur og skrápur heim.

19. Tá kom tjaldur og skrápur heim,
tekur nú hart at skýra,
kemur so súla vongsvarta
við sínum nevi dýra.
Tá kom kjógvi og spógvi heim.

20. Tá kom kjógvi og spógvi heim,
tekur so hart at njella,
og tann gorfuglur bringhvíti,
honum man einki bella.
Hiplingur gár for borðum blíð.

21. Hiplingur gár for borðum blíð,
sá á sínar sveinar,
tá kom skarvur og æða,
borðini vóru reidd.
Fuglur frægi fylgdi teim.

22. Fuglur frægi fylgdi teim,
við sítt brandgult nev,
kvørkviski og steinstólpa,
músabróðir med.
Eg havi kvøðið um hvørt eitt djór.

23. Eg havi kvøðið um hvørt eitt djór,
sum har var saman inni,
bjørn og bassi á gólvi gingu,
drukku Mortans minni.
Har var inni selur og má.

24. Har var inni selur og má,
dansar og so leikar,
hvør sum henda leikin sá,
gjørdist í kinn so bleikur.
Eg gekk heim frá øllum teim.

25. Eg gekk heim frá øllum teim,
seingin var mær reidd,
míni tár tey runnu,
mær fall so mangt ímót.
Mín bróðir og mín bróðurkona.

26. Mín bróðir og mín bróðurkona
leika við hjørt og hind,
hjørturin fleyt í blóði,
sigið so sildir til!
Havið nú takk, sum lýtt hava á!

(c) Dansifelagið í Havn