Kvæðasavn

Kelling við grúgvustein

Uppskrift: FK 206, 35, pp. 178-180.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Kelling situr við grúgvustein,
- saðil og horsið fríða -
tá komu henni tíðindi heim.
- Allir vilja slentra,
biðja til hennar í Bessavík,
hon er so vøkur ein genta.

2. Tá komu henni tíðindi til harm,
at hennara dóttir hevði átt eitt barn.

3. »Hevði eg garð og nógvar kýr,
tá skuldi eg gjørt míni dóttur ein drýl.

4. Hevði eg garð og nøkur neyt,
skuldi eg givið míni dóttur ein góðan greyt.

5. Hevði eg garð og nógvan kost,
skuldi eg gjørt míni dóttur so góðan ost.«

6. Tá ið hon kom á vegin fram,
møtti henni ein hovmann.

7. »Hoyr tað, gomul rytta,
hvat er tað fyri ein bytta?«

8. Hann gjørdi henni meiri tvang,
hann tók byttuna av hennara hand.

9. Svaraði hon kelling foruttan tvang:
»Eg havi ein drýl út í mítt fang.«

10. Hann gjørdi henni meiri tvang,
tók tann drýlin av hennara fang.

11. Svaraði honum kelling út av stór harm:
»Eg havi ein drýl út í mín barm.«

12. Kelling hevði ein lítlan knív,
hon stakk í tann hovmans lív.

13. Kellingin saðlar so gumpin grá,
so reið hon í prestsins garð.

14. Hon bað prestin skrifta sær,
hon hevði sligið ein hovmann í hel.

15. »Eg fái ikki skriftað tær,
biskup hann er yvir mær.«

16. Kelling saðlar sær gumpin grá,
so reið hon í biskups garð.

17. »Eg fái ikki skriftað tær,
kongur hann er yvir mær.«

18. Kelling saðlar sær gumpin grá,
so reið hon í kongsins garð.

19. Hon bað kongin skrifta sær,
hon hevði sligið ein hovmann í hel.

20. »Eg fái ikki skriftað tær,
keisarin ræður yvir mær.«

21. Kelling saðlar sær gumpin grá,
so reið hon í keisarans garð.

22. Hon bað keisaran skrifta sær,
hon hevði sligið ein hovmann í hel.

23. »Eg fái ikki skriftað tær,
pávin ræður yvir mær.«

24. Hon saðlar sær gumpin grá,
so reið hon í pávans garð.

25. Hon bað pávan skrift sær,
hon hevði sligið ein hovmann í hel.

26. »Eg fái ikki skriftað tær,
Palium ræður yvir mær.«

27. Kelling saðlar sær gumpin grá,
so reið hon í Paliums garð.

28. Hann tók nú hennar bæði bein,
sló so høvdið mót ein stein.

(c) Dansifelagið í Havn