Kvæðasavn

Klæða táttur

Uppskrift: FK 207A, 35, pp. 181-182.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað býr ein jungfrú yvir land,
øllum sínum klæðum gevur hon navn.

2. »Tú heinta mær mín krans-í-ring,
tú heinta mær mítt hálv-um-kring!

3. Tú heinta mær mín síðu-svans,
tú heinta mær mín fallini-dans!

4. Tú heinta mær mítt ovurkast,
tú heinta mær mítt hald-fast!

5. Tú heinta mær mítt brystbragð,
tú heinta mær mítt maljudrag!

6. Tú heinta mær mítt sprota-sprang,
tú heinta mær mítt ringli-rangl!

7. Tú heinta mær mín blás-í-ring,
tú heinta mær mítt rør-um-kring!

8. Tú heinta mær mítt varmahús,
tú heinta mær mítt fótakrús!«

9. Hárið kallar hon krans-í-ring,
húgvuna kallar hon hálv-um-kring.

10. Serkin kallar hon síðu-svans,
stakkin kallar hon fallini-dans.

11. Turrklæðið kallar hon ovurkast,
prónin kallar hon hald-fast.

12. Brystið kallar hon brystbragð,
stiman kallar hon maljudrag.

13. Nálina kallar hon sprota-sprang,
beltið kallar hon ringli-rangl.

14. Fyriklæðið kallar hon blás-í-ring,
sokkabandið kallar hon rør-um-kring.

15. Sokkin kallar hon varmahús,
skógvarnar kallar hon fótakrús.

(c) Dansifelagið í Havn