Kvæðasavn

Klæða táttur

Uppskrift: FK 207B, 35, pp. 183-184.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað býr ein jomfrú pá várt land,
- í ríman -
øllum sínum klæðunum gevur hon navn.
- Í talvborð gekk væl, eitur søtan mín.

2. Hárið kallar hon vevju-ring,
húgvuna kallar hon hálv-í-kring.

3. Turriklæðið kallar hon ovurkast,
knappanálina haldi-fast.

4. Brystið kallar hon brystbragð,
stiman kallar hon maljudrag.

5. Lyklarnar kallar hon ringlini-ring,
fyriklæðið kallar hon blás-í-kring.

6. Serkin kallar hon síðu-svans,
stakkin kallar hon fallini-dans.

7. Sokkarnar kallar hon varmahús,
skógvarnar kallar hon fótakrús.

8. »Tú heinta mær inn mín vevju-ring,
tú heinta mær inn mín hálv-í-kring!

9. Tú heinta mær inn mítt ovurkast,
tú heinta mær inn mítt haldi-fast!

10. Tú heinta mær inn mítt brystbragð,
tú heinta mær inn mítt maljudrag!

11. Tú heinta mær inn mítt ringlini-ring,
tú heinta mær inn mítt blás-í-kring!

12. Tú heinta mær inn mítt síðu-svans,
tú heinta mær inn mítt fallini-dans!

13. Tú heinta mær inn mítt varmahús,
tú heinta mær inn mítt fótakrús!«

(c) Dansifelagið í Havn