Kvæðasavn

Stádara vísa

Uppskrift: FK 208, 35, pp. 186-187.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Stádarin kom har gangandi í garð,
úti bóndans hústrú fyri honum stár.

Oskan út for dagin.

2. Hann bað for Guds skyld geva sær breyð,
hon svór um Gud, hon leið sjálv neyð.

3. »Nógv havi eg bæði úti og inni,
líkavæl livi eg sum ein fátæk kvinna.

4. Maður mín reið av bý í gjár,
allar sínar lyklar hann við sær bar.«

5. Niður settist stádari, sum hann kundi best,
hann bað ta hústrú til sín gest.

6. Hann gav henni av sínum posa mat,
og tá gjørdist hon í hjarta glað.

7. Tey ótu og drukku og gjørdu sær gaman,
og gingu í song at sova saman.

8. Stádarin og tað væna vív,
tey leiktu við teirra unga lív.

9. Árla um morgunin, dagur var ljús,
stádarin var til klæði fús.

10. Statt upp, stádari, klæð tú teg,
knapt verður tað, at eg gloymi teg!«

11. Bóndi hann kom har ríðandi í garð,
og úti hans hústrú fyri honum stár.

12. Bóndin tekur av sín hatt:
»Hústrú, hvussu hevur verið fatt?«

13. »Vilja tit vita, hvørt tað er fatt,
eg svav hjá einum stádara í nátt.«

14. Hann kastar sínar lyklar stórar og smá:
»Kæra hústrú, tak vara uppá!

15. Et og drekk, hvat ið lystir tær,
og aldri skal eg tað spara meir.«

(c) Dansifelagið í Havn