Kvæðasavn

Loppu táttur

Uppskrift: FK 216, 36, pp. 104-111.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Reiðarin vaknar upp árla morgun,
letur so orðum fara:
»Nú skal takkla til fyrsta skip,
teir kalla sluppan snara.

2. Nú skal takkla til sluppu mína,
eingin finst slík,
Prettur skal vera mín stýrimaður,
stýra til Tóravík.

3. Eg kann ei nevna alt mítt fólk,
tað er for mikið spass,
nevna vil eg skiparan,
tey kalla hann Stórarass.«

4. Reiðarin ráddi sjálvur fyri,
hvar sluppan skuldi stevna,
sendi so til Stórarass,
at hann skuldi fólkið nevna.

5. Tí svaraði Stórirassur,
tá hann fekk at vita,
at hann skuldi til Tóravíkar,
ikki var tíð at sita.

6. »Skulu vit fara til Tóravíkar,
tá er tíðin rætt,
heintið mær her mín stýrimann,
sum teir kalla Prett!«

7. Prettur so til orða tekur,
tá hann fekk at hoyra:
»Fari eg til Tóravíkar,
tá rodnar mítt holdið moyra.

8. Í fjør var eg á lopputorni,
tað var ikki gaman,
fimmti av teim svørtu loppum
sá eg sita saman.

9. Summar stungu, og summar sprungu,
tó vil eg tað gloyma,
enn skal eg til Tóravíkar
mítt harða hold at royna.

10. Langan sá eg drekan standa
og spinna í einum rokki,
flugu aftan á herðum hans
fimtan hundrað í flokki.

11. Minnið meg ikki um mína plágu,
øll skulu um tað tiga,
reiðarin gevur so góða hýru,
lekja kann loppuskriða.«

12. Prettur tók sín sjóbúnað,
hann kundi ei sita við frið,
so fór rassur til strandar oman
við alt sítt skipalið.

13. Rassur takklar sluppu sína,
fá er skútan slík,
vant hann upp sína breiðfokku,
hann sigldi til Tóravík.

14. Rassur kom fyri Tóravík,
tá dagurin tók at halla,
strikar segl á bunka niður,
læt so akker falla.

15. Rassur gongur á bunkanum,
sær seg inn á sand,
Prettur skúgvar jollu frá,
nú lystir honum í land.

16. Ikki hevði hann mikla frakt,
ei er um tað at snakka,
bar hann undir sín vinstra arm
ein grástríputan pakka.

17. Prettur gekk úr portrinum,
vegin fram hann rætti,
tá stóð verturin fyri honum,
teir lyftu av sín hatt.

18. Prettur so til orða tekur,
tá hann hevði kent:
»Statt væl úti, mín gamli vert,
tú lána mær losiment!«

19. »Húsið skalt tú hava gott,
einki skal teg skaða,
tú skalt sova á mínum torni,
sum tú og tín bróðir plaga.«

20. »Tøkk havi tú fyri tilboð títt,
tú kanst ikki betur siga,
síðst eg mælti við bróður mín,
tá klagaði hann seg um skriða.«

21. »Um enn tín bróðir klagaði seg
fyri skriða av loppustingi,
ofta havi eg í torni verið
og onga loppu fingið.

22. Ofta dreki mín klagaði seg,
sum býr her uppi á torni,
hann kann ikki sova nakra nátt
fyri tann loppustormi.

23. Tað havi eg hoyrt av drekanum,
satt at siga tær,
fimtan hundrað loppustingur
hevur hann havt um lær.

24. Hann sigur tær flúgva á lopputorni,
sum dumba flýgur á sodni,
átjan hundrað í loppuflokki
hevur hann sætt á morgni.«

25. Prettur so til orða tekur
av so tungari neyð:
»Tí mundi bróðir mín klaga seg,
at hansara lær vóru reyð.

26. Mín bróðir er ei harðførur,
hvat annað við hann hongur,
tí flýddi hann av lopputorni,
hann kemur har ikki longur.«

27. Síðla var um kvøldið,
sólin tekur at læga,
Prettur skuldi í tornið fara,
sum allir gestir plaga.

28. Prettur kom á tornið upp
eftir fornum vana,
tá var hann farin Loppukongur
loppunum at bana.

29. Prettur sá eftir gólvinum renna
loppublóðið reyða,
hoyrir bæði brak og knak
við hvønn loppudeyða.

30. Loppukongur úr seingini sprakk,
hann sær eina loppu sleppa:
»Prettur, lofta mær hesum dýri,
so er einki eftir!«

31. Prettur sprakk eftir loppuni,
hann skuldi hana taka,
tá var buldur á lopputorni,
teir kundu hana ikki raka.

32. Teir krámaðu runt um lopputorn
fult í tímar tríggjar,
ikki fingu teir stóru loppu,
altíð mundi hon flýggja.

33. Tá svaraði Loppukongur:
»Høvdu vit hasa fingið,
hatta var móðir at øllum teim,
ið okkum hevur stungið.«

34. Prettur so til orða tekur:
»Ei man tað so vera,
livir hon eftir einsamøll,
hevur tú onga aðra?

35. Livir hon eftir einsamøll,
manst tú ikki lúgva,
tá hon hevur aftur nørt,
tá lystir meg at trúgva.«

36. Tí svaraði Loppukongur:
»Slíkt manst tú væl teinkja,
fingu vit ikki stóru loppu,
var várt stríð fyri einki.

37. Tí flýgur her á mínum torni,
sum dumba flýgur á sodni,
hundrað klekir hon loppuungar
á hvørjum summarmorgni.«

38. Tí svaraði Loppukongur,
strýkur sær um skegg:
»Sætt havi eg í lopputorni
hundrað loppuegg.«

39. Prettur so til orða tekur:
»Eg meini, hon var so snoðin,
vit skulu troysta okkum við tað,
at hon var ikki troðin.«

40. »Er hon troðin, gamla loppa,
tað fært tú at síggja,
tá ið tað líður at mikkjalsmessu,
tá er tornið fíggjað.«

41. Tað er Prettur stýrimaður,
talar til Loppukong:
»Nú er liðið loppustríðið,
nú lystir meg í song.«

42. Teir klæðast av á lopputorni,
Loppukongur og Prettur,
leggjast niður í breiða ból,
tí eingin var loppan eftir.

43. Tí svaraði Loppukongur:
»Nú mást tú mær lova,
nú havi eg dripið allar loppur,
nú fáa vit frið at sova.«

44. Liggja teir í breiða bóli,
í so miklum vari,
Prettur gjørdi eitt vims á seg,
hann fekk ein sting í læri.

45. Prettur fekk tann annan sting,
tann triði kom væl skjótt:
»Skamm og last fái Loppukongur,
tú hevur meg forrátt.«

46. Tí svaraði Loppukongur:
»Hetta mást tú vita,
hetta er hin stóra loppa,
aftur er komin at prika.«

47. Prettur so til orða tekur:
»Fleiri eru her inni,
ikki stingur stóra loppa
tríggjar stingir í senn.«

48. Tí svaraði Loppukongur:
»Hina gomlu kenni eg gløgga,
hon stingur ikki nakran sting,
uttan hon fær at blóðga.«

49. Prettur lá í breiða bóli,
sum hann hevði ligið í eimi,
summar stungu hann í lærbøllin,
summar stungu hann í beinið.

50. Prettur lá í breiða bóli,
sum hann hevði ligið í báli,
ikki vikaðist Loppukongur,
heldur enn hann var av stáli.

51. Kongurin svav í loppubóli,
hugsaði um ongan vanda,
Prettur leyp úr breiða bóli
fram á gólv at standa.

52. Prettur skoðar síni lør,
tá var farið at daga,
tá var hann allur loppuprikkutur,
rætt sum eyrriðuskræða.

53. »Skamm fái tú, Loppukongur,
mær kom í hesa neyð,
brundført er á lopputorni,
um stóra loppa er deyð.«

54. »Banna mær ikki, mín góði vinur,
tú far ikki heim so skjótt,
halda skal eg annað stríð,
tað skal eg gera brátt.«

55. »Kemur tú aftur í annað stríð,
tað fært tú at finna,
tær stoyta teg út av lopputorni,
tú manst einki á teim vinna.«

56. Prettur flýddi av lopputorni,
tó hann var ikki ræddur,
síðan hevur mangur maður
verið har illa staddur.

57. Kongurin helt mót loppum stríð
nætur og dagar tríggjar,
tær stoyttu hann av lopputorni,
hann mátti í býin flýggja.

58. Kongurin mátti av torninum,
tað var stórur vandi,
hendan kalla tey Loppu tátt,
er yrktur á Moyggjalandi.

(c) Dansifelagið í Havn