Kvæðasavn

Pálins táttur

Uppskrift: FK 218, 36, pp. 116-117.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Pálin hann kemur sær eystan av leiti,
Óli eyguni eftir honum skeitir.

So frýdalig.

2. »Man hatta vera Pálin til vissa,
so vissiliga kemur hann meg at kyssa.«

3. Óli hann gongur sær vestur á brunn,
hann vaskar sær bæði um skegg og munn.

4. Inn kemur Pálin og biður góðan dag,
Óli sat á koyggjudurunum og sprakk ástað.

5. Kossin hann gav honum, barkatakið til:
»Lystir Óla meiri, stendur Páli til.«

6. So mundu teir um gólvið vappa,
at Ólas tá varð sundur traðkað.

7. »Mín kæri Pálin, traðka mær ei for nær,
eg havi so ilt út í mínar tær!«

8. »Hevði eg vitað, at táin var svak,
tá skuldi eg staðið við dyrnar í mak.«

9. Inn kemur eitt og sigur teimum frá:
»Pálin hevur troðið sundur Ólas tá.«

10. Aftur kemur Pálin, sum hann kom í fjør,
onga leigu bar hann Óla fyri sína jørð.

11. »Mín kæri Óli, hvat tykir tær betri,
krovið um heystið ella gimburlambið um vetri.«

12. »Gimburlambið er gott, men krovið er betri,
tað doyggja so nógv gimburlomb burtur um vetri.

13. »Tað sama krovið, tú skuldi fáa í fjør,
tað gekk til, sum báturin stóð í gerð.

14. Krovið skalt tú vissiliga fáa,
ókyrt var við landið, eg kundi ikki ná.«

15. Lýsiprilluna tók hann pá sítt bak,
tí mátti krovið hanga í mak.

(c) Dansifelagið í Havn