Kvæðasavn

Dólgars kvæði

Uppskrift: FK 222, 36, pp. 138-143.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Gevið ljóð og lýðið á,
meðan eg gangi í dans,
kvøði um Dólgar Dellingsson,
roysnisverkið hans!

2. Dólgar vaknar um miðjari nátt,
fortelur ein dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri mær borist
alla hesa nátt.

3. Eg droymdi, eg stóð í sævarflóð,
á tí høga bakka,
bylgjan breyt á Kloddakletti,
hon sló upp á mín nakka.

4. Eg droymdi, at eplið
tað ei var vaksið runt,
mitt í miðju var tað tjúkt,
í báðar endar tunt.

5. Hoyr tú tað, mín kæri granni,
teg søki eg fyrst,
tú skalt ráða dreymi mínum,
tí tú hevur lært tann list.«

6. »Tað ið tú droymdi, at havsbylgjan,
hon slapp upp á tín vanga,
tað betýðir, tú kemur í stríð,
og tær fer illa at ganga.

7. Men tað tú droymdi um eplið tað,
tað skal eg lata teg vita,
jalsins son av Miklagarði
unnar tær ein bita.«

8. Dreymurin stóð í árini
og væl í árini sjey,
til kellingin út av Flattastert
klagar sína neyð.

9. Hon gekk seg fyri jallin inn,
hon er nú so bedrøvað:
»Mín nering er nú burtur stolin,
tín úlvur hevur meg røvað.«

10. Jallurin gekk fyri sínar kempur:
»Eitt vil eg tykkum biðja,
hvør er seg so hugdjarvur,
ið úlvin torir at vega.«

11. Allir droyptu høvdið niður,
eingin tordi svara
uttan Dólgar Dellingsson,
hann spardi ei við at fara.

12. »Eg eri mær so hugdjarvur,
at eg tori [h]eita ta bøn,
tó vil eg til vissar vita,
hvat ið eg fái til løn.«

13. Til tað svaraði jalsins son:
»Títt mót so vil eg prísa,
kanst tú úlvin av lívi taka,
válgarin er tær vísur.«

14. Mælti tað hin gamli granni:
»Eg man vera so ræddur,
kom tær ikki í úlvalag
uttan í jarni klæddur!«

15. Dólgar fór í brynjuna,
mikið var hon verd,
hann dró uppá teir handskarnar,
ið kellingin honum forerdi.

16. Hann bant beltið um miðjuna,
so er mær sagt ífrá,
tað vóru armar úr orminum,
ið Sjúrður forðum vá.

17. Delling kongur úr Ruurríki
átti tann brandin bjarta,
tann hann fekk av dvørgamoy,
at vega tann úlvin svarta.

18. Ongan fekk hann hestin,
tí noyddist hann at ganga,
tá ið hann fór á leikvøllir
tann svarta úlv at fanga.

19. Beina gekk hann gøtuna
og legði sær í minni,
tá ið hann kom í Flattastert,
tá var úlvur inni.

20. Eyguni hevði hann gløðandi,
hvør pá annan sá,
men til at leggja hond á hann,
tað tordi hann ikki vága.

21. Dreingir standa í glarglugga,
teir smoygdu seg í ein krók,
tí teir vildu síggja uppá,
tá ið hann úlvin tók.

22. Gjølliga teir til merki løgdu,
tí mundu teir frá tí mæla,
eina hond við úlvsins háls
og aðra aftur við hala.

23. Úlvurin brúkti kløur og tenn,
Dólgar vildi hann sára:
»Hjálp nú, granni, um tú kanst,
nú eri eg staddur í fára!«

24. »Eg standi her í troyggju míni,
og tú ert í stáli klæddur,
eg tori ikki í henda leik,
tí eg man vera so ræddur.«

25. »Hoyr tú tað, mín keri granni,
veit mær hesa bøn,
tú skal tín ómak betaltan fáa
út av míni løn!«

26. Grannin fekk band um úlvsins háls,
sum frænut mundi vera,
tríggjar bindur hann knútar á
og biður so Dólgar bera.

27. So gekk hann oman á Kloddaklett
honum í kav at sleppa,
áðrenn hann kom í miðjan sjógv,
steinurin mundi av gleppa.

28. Úlvurin upp á landið leyp,
á sjónum var ikki at bíða,
krøkir seg fastan í Dólgars klæði,
og so fóru teir at stríða.

29. Dólgar rópar so harðliga,
tá var hann staddur í neyð:
»Hjálp mær onkur, sum her er hjá,
ella tað verður mín deyð!

30. Eg eri staddur í stórari neyð,
staddur í ringum starvi,
heintið mær Olgar, bróður mín,
nú er hann komin í tarvið!«

31. Dólgar rópar so harðliga:
»Nú eri eg staddur í neyð,
hjálp mær, Olgar, bróðir mín,
ella tað verður mín deyð!«

32. Har var drongur av Miklagarði,
hann var bóndans svein,
hann fór seg í urðina vestur
at fáa honum ein stein.

33. Tá var mangur at hjálpa til
steinin at binda á,
tá mundi úlvurin lívið láta
í havsins djúpa vág.

34. Nú stendur Dólgar saman kroppin,
rætt sum kúgv í kroki,
síðan fór hann at fortelja øllum
út av hesum toki.

35. »Eg havi vandrað mangan stíg
yvir teir Norðlanda tindar,
mangan úlv av lívi tikið,
hartil hjortar og hindar.

36. Mangt so havi eg rensdýr vigið,
satt at siga frá,
størsta neyð, ið eg var í,
tá ið eg Kloddan vá.

37. Tí tá ið hann tók í brynjuna,
tá bað eg Gud meg náða,
tá ið hann beit mín hálskraga,
tá stóð mítt lív í váða.

38. Mín ómakur er burturspiltur,
alt er nú umsonst,
teir sum her tilskoðar eru,
teim skeinki eg øl og puns.

39. Tú granni, sum meg hjálpti fyrst,
betali eg forút,
sveinurin av Miklagarði
skal eiga ein hentan lut.«

40. Eg kann ikki kvøða meir,
enn kvøðið er fyri mær,
Dólgar býtti gávurnar
til teir, hann skyldigur var.

41. Eg standi ei longur á klettunum,
nú er til hallar at venda,
hetta kalla tey Dólgars tátt,
sum nú er komin at enda.

(c) Dansifelagið í Havn