Kvæðasavn
Keisara kvæði
Uppskrift: FK 223A, 36, pp. 145-147.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Árla var um morgunin,
tá ið sólin rann:
»Hvør torir skjóta hundin,
sum eitur Pann?«
Hann skeyt hundin í trýnið.
2. Til tað svaraði Keisarin,
alt sum hann stóð:
»Eg man tora at renna
tað hundablóð.«
3. Maðurin situr og bindur
eitt hosubrot:
»Lat nú hundin falla
fyri fyrsta skot!«
4. Til tað svaraði bóndin
ta somu stund:
»Mætari kríatúr hevur hann felt
enn henda hund.«
5. Keisarin gongur eftir túninum,
hirsar buksur upp um knæ:
»Læna mær bóndans byrsu
á Selatrað!«
6. Keisarin gongur eftir túninum
við hagl og krút:
»Skjót nú, so at hundurin
hann [ei] brýtur út!«
7. Lúkan var til krútmáta,
og hon var full,
proppar vóru av Breiðadali,
av høvdaull.
8. Fýra fylgdu hundinum
til rættarstað,
bundu hann í línur fimm
tann mikudag.
9. Heiðrikur hann kennir
henda ringa lutt:
»Hoyr tú, Keisarin, søti mín,
ger málið stutt!«
10. Hundurin stendur á hamrinum,
hugsar so við sær:
»Hatta man vera Keisarin,
ið siktar eftir mær.«
11. Ógvuligt var buldrið,
tá ið skotið gekk,
eittans haglið hundurin
í trýnið fekk.
12. Hundurin skar so sára við,
tá hann haglið fekk,
allir teir á hamrinum
meintu, staðurin forgekk.
13. Til tað svaraði Geiparin,
tá blóðið fleyt:
»Ólukka í hondina,
ið hundin skeyt.«
14. Til síðst so kurlaði hann línurnar,
tann argi fjendi,
oman bleiv hann kastaður,
tað var hans endi.
(c) Dansifelagið í Havn