Kvæðasavn

Beitisbóndin

Uppskrift: FK 226, 36, pp. 174-175.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Skrokkur gerdi eitt ódnartak,
Skraddarin fleyt tá fyri eitt vrak,
nakað mundu Sperðilsmenn rógva,
Skrokkur mundi teir aftur knógva.

2. Sýslumaðurin úr rongini sprakk:
»Havið nú ikki so mikið snakk,
Skrokkur dikar for aftan meg,
Brasan, lat meg rógva for teg!«

3. Brasan varð koyrd úr sínum sessi:
»Skamm fái tú, sonur Tessa!«
Indrið í Vágum sat næstan og græt:
»Við skommini munnu vit skiljast at.«

4. Avslettið legði árina í lag,
velti upp tað bláa hav,
beitisbóndin ímóti sperrir:
»Illa fara mínar stoltu vørrir.«

5. Beitisbóndin við soninum dýra
settist at rógva mót øllum fýra,
væl kundi hann sínum knørri stýra,
sonin hevði hann fitað sum líra.

6. Beitisbóndin mælir á tí bræði:
»Hetta er bæði skomm og skaði,
stokkutur varmi í konusokki,
tit góvu tykkur at rógva mót slíkum skrokki.«

7. Mjáahond so til orða tekur:
»Nú meini eg, tit eru gyrdir í brøkur,
haldið nú saman tykkara flabbar,
eg siti á borði við Førkustabba.«

8. Indrið í Vágum undir verkunshúgvu
róði við árini fram undir grúgvu?
»Óreint veri fyri tykkara hondum,
betri tit høvdu verið yvir á Strondum.«

(c) Dansifelagið í Havn