Kvæðasavn

Belusar táttur

Uppskrift: FK 227, 36, pp. 177-179.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Av skálkheitini upprunnin er
ein Belusargrýla, so fúl hon er,
full av teim skálkarinkum,
ein gang tey kókaðu ketilost,
tá ætlaði Belus at gera krás
og hondina frá sær rakti,
bannað beistið
knútin loysti
til at stjala,
tá begynti tann deyði til at tala.

2. Tá tey kókaðu selaspik,
tá ætlaði Belus at gera svik
og hondina frá sær rakti,
Beladrong
sprakk í song,
puttaði tað so í bølið,
ballaði tað so innan í ein skøling.

3. Slíkt man vera Belusardrongur,
gott skal eingin trúgva honum longur,
eftir hann hevði tikið
tað spikið,
sprakk úr seingini fram
sum hann,
tókti onga skamm,
hetta kalla vit trællar
fyri allar,
sum spik innan í skølingar ballar.

4. Potturin yvir eldinum hongur,
nú reisist Belusardrongur,
tók hann til at munga,
hans lunga,
svør um sína sjel,
nú kóka tey sel,
hetta fellur mær væl,
tí eg heiti Bel,
skar hann sær eitt stykki
av flykki,
tonkti, tey sóu tað ikki.

5. Har stóð ein kista við einki lás,
tá ætlaði Belus at gera krás
og hondina frá sær rakti,
dralvastykkið
fekk hann ikki,
í hjarta hevði,
tí hann tað undir borðið legði.

6. Eina ferð úti á skipi,
tá mundi Belus verið dripin,
tí hann vildi taka
at baka
stóra holubreyð,
summir søgdu hann leyg,
tá var hann komin í neyð,
tí hann vildi stjala
og fjala,
síðani við sín fúla sekk at kvala.

7. Ein jólaftan undir oy,
tá mundi Belus doyð,
út á sjógvin gleið,
svór so stóran eið:
»Tú hevur stolið
upp úr holu,
eitur verði á tær hvør moli.«
Prestur fekk at hoyra
sum fleiri,
vildi hann tá í myrkastovuna koyra.

(c) Dansifelagið í Havn