Kvæðasavn

Ragnarlykkja

Annað heiti:
Viljormskvæði

Uppskrift: CCF 12B, 1, pp. 350-355, FK 14B, 5, pp. 116-129.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Kristin eitur Viljorms systir,
henni komst barn á hand,
føddist ikki frægari
í alt suðurland.

Sótu tey systkin tvey
í tann grøna lund,
sum fagurt tjaldur
fram við Oyrarsund.

2. Føddist ikki frægari
í alt suðurland,
ei stendst bróður festnarband,
vandi er komin á hand.

3. Viljormur so til orða tekur
fyrsta orðið tá:
»Veitst tú nakra ríka frú,
mær sámir at sova hjá?

4. Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið vív,
mær er sámi at sova hjá
um eina aftantíð?

5. Hvar veitst tú í hesum landi
so vælborið sprund,
mær er sámi at sova hjá
um eina aftanstund?«

6. »Hoyr tað, Viljormur bróðir mín,
hóast tær líkar illa,
tað er so mangt eitt góðsmans barn,
ikki vil vera tín frilla.

7. Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so vísa,
kanst tú hana til ektar fá,
hon kann títt lív væl prísa.

8. Girtlands kongur dóttur eigur
væna og so mæta,
einans er hon arvingin
til guls og landa at gæta.

9. Girtlands kongur dóttur eigur,
hava hana menn við orði,
henni er stólur av gulli gjørdur
framman for kongins borði.

10. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

11. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.

12. Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið vil.«

13. So letur reystur Viljormur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

14. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

15. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

16. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

17. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Viljormur
sínum fótum á land.

18. Fyrstur stígur Viljormur
sínum fótum á land,
slógu sínar tjaldbúðir
fram við sjóvarstrand.

19. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

20. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

21. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum Girtlands kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

22. Viljormur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

23. Viljormur stendur á hallargólvi,
ber upp kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Girtlands kongur,
gev mær dóttur tína!«

24. Leingi sat hann Girtlands kongur,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Viljormi
eitt hániligt andsvar fá.

25. »Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokans lund,
ikki kemur til Girtlanda
at biðja sær sprund.

26. Tað er ikki tann rennari
sunnan úr Lokans líð,
ikki kemur til Girtlanda
at biðja sær vív.

27. Tað er ikki tann rennari,
ei tann rennarason,
ikki kemur til Girtlanda
at biðja sær konu.«

28. Viljormur so til orða tekur,
sló úr sínum gamni:
»Hesin sami rennara son
hann tykist vera tín javni.«

29. Upp steig reystur Girtlands kongur,
hevði ei fleiri orð,
sló so tólv av Viljorms monnum,
høvur fell for borð.

30. Tað gjørdi reystur Viljormur,
tað var mest av trega,
brá so upp sín bitra brand,
kongin ætlaði at vega.

31. Bardust teir tá innanhallar,
slíkt er mikil vandi,
sundur gekk Viljorms góða svørð
millum hans beggja handa.

32. Bardust teir tá innanhallar,
slíkt var mikil undur,
tá gekk Viljorms góða svørð
í tógva lutir sundur.

33. Tað mátti hoyrast uttanhallar,
hvat hann vá við knívi,
hundrað heilt og hartil hálvt,
teir tóku so drong av lívi.

34. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.

35. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

36. Tað var tá, sum oftum er,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

37. Sveipar hon hann í klæðir væl,
væl skal ríkum falla,
síðan bað hon presti bera,
Hergeir bað hon kalla.

38. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meira læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

39. Hann vaks upp hjá síni móður
innan for hallargrund,
tað segði mær so mangur maður,
hon duldi hann, alt hon kundi.

40. Hann vaks upp hjá síni móður
innan for hallargáttir,
tað segði mær so mangur maður,
hon duldi hann, alt hon mátti.

41. Hann vaks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meira vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

42. Hann var seg á leikvøllum
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð av meingi.

43. Hann var seg á leikvøllum
burt blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir vreiðir vóru,
stóð teim stríð á meini.

44. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja oss so stórum.«

45. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja oss so sára.«

46. Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
so gekk hann fyri sína móður
við reyðar kinnir og bleikar.

47. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá,
hvussu var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá?«

48. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
tað var sjálvur Girtlands kongur,
ið tín faðir vá.«

49. Hon fekk honum tey herklæði,
øll vóru í blóði drigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæði,
hvarí tín faðir er vigin.«

50. »Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
tú kanst mítt mál væl skilja,
eg havi hvørki vinir ei frændur,
mær til Girtlands fylgja.«

51. Tað er hansara sæla móðir,
letur so orðum svara:
»Heiti eg á mínar fornu vinir,
teir nýggju lati eg fara.

52. Tað er ikki ein ella tveir,
staddir eru í tí verki:
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Brandur og Virgar sterki.«

53. So letur Hergeir Viljormsson
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

54. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

55. Vundu upp síni silkisegl
gull við vovin brand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Girtland.

56. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.

57. Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land.

58. Fyrst steig Hergeir Viljormsson
sínum fótum á land,
Sjúrður og snarpi Nornagestur
undir hans høgru hand.

59. Ganga teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, jørðin skalv,
teir settu knørr í neystið.

60. Ganga teir frá strondum niðan,
herin vóru klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
vóru av ongum ræddir.

61. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni bond,
tóktist mær sum reyður logi
læk á riddarins hond.

62. Mitt í miðjum grasagarði
akslar síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

63. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Girtlands kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

64. Tí svaraði Girtlands kongur
fyrsta orðið tá:
»Hví eru tit so herklæddir,
hvar stevna tit tomur á?«

65. »Plaga so allir høviskir sveinar
at føra skjøld og svørð,
sigið mær, reystur Girtlands kongur,
hvar mín faðir er!«

66. Tað er reystur Girtlands kongur,
letur so orðum byrja:
»Hann havi eg av lívi tikið,
tú tarvt ei eftir spyrja.«

67. »Tá eg fór av suðurlondum,
búddist eg ei við frið,
kongurin, kom av hallini út,
brynja út alt títt lið!«

68. Kongurin krevur sín sendisvein,
gott er at taka til evna:
»Tú skalt fara á heiðin lond,
fólki saman stevna.«

69. Hann læt sær tað liðið samla,
valdra manna son,
ongan tann av Girtlandi
eftir átti konu.

70. Hann fór seg á heiðin lond
at samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín í sól.

71. Har kom mangur maður saman
undir kongins hand,
har komu teir jatnir tólv
niðan frá Lurkustrand.

72. Har kom mangur maður saman,
so kvøði eg frá vendi,
har kom Tórur úr Trøllabotni,
bar hamar og tong í hendi.

73. Har kom mangur maður saman,
so greiði eg frá lúki,
har kom kongins systurson,
bar átta høvur á búki.

74. Ragnarlykkja liggur for kongins knæ,
heldur um svørðið langa:
»Hann skal eingin koma í dag,
ikki skal aftur ganga.«

75. Ragnarlykkja liggur for kongins knæ,
heldur um svørðsins enda:
»Hann skal eingin koma í dag,
ikki skal aftur venda.«

76. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Girtlands kongur
brynjað úr hundrað tólv.

77. Hergeir ríður í herin fram,
bæði av ilsku og reiði,
møtti honum vándur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur í teirri.

78. Fram kom Tórur í Trøllabotni,
hamar í hondum hagdi,
hann hjó mann av Hergeirs liði
í hvørjum viðurbragdi.

79. Tað var tá sum oftum er,
mangur er illa greiddur,
Hergeir ræð teim aftur at venda,
hann var av sorgum beiddur.

80. Tað var snarpi Nornagestur,
vildi ei undan flýggja,
setir niður á Sjúrðar høvur
trinnar hjálmar nýggjar.

81. Sjúrður ríður í herin fram
bæði av ilsku og bræði,
møtti honum vándur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur í teirri.

82. Tað er vándur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður av Sjúrðar høvdi
trinnar gyltar hjálmar.

83. Tað er hin snarpi Nornagestur,
vil ei undan flýggja,
setir niður á Sjúrðar høvur
seks par gyltar hjálmar.

84. Sjúrður ríður í herin fram
bæði av ilsku og bræði,
møtti honum vándur Ragnarlykkja,
hann vendi aftur í teirri.

85. Tað er vándur Ragnarlykkja,
fátt mundi honum tálma,
klývur niður av Sjúrðar høvdi
seks par gyltar hjálmar.

86. Tað var snarpi Nornagestur,
vildi ei undan flýggja,
setir niður á Sjúrðar høvur
níggju par hjálmar nýggjar.

87. Sjúrður ríður í herin fram
bæði av ilsku og bræði,
møtti honum vándur Ragnarlykkja,
hann vendi ei aftur úr teirri.

88. Høgga títt og líva lítt,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gella.

89. Høgga títt og líva lítt,
troða jørð við kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

90. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hjó so vánda Ragnarlykkju
í miðjum kníggjum sundur.

91. Tað var vándur Ragnarlykkja,
læt ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jørð,
hann bardist ikki minna.

92. »Tað segði mær so mangur maður,
at eg bar høvdið hægri,
nú má eg á stubbum ganga,
nú eri eg ein mun lægri.«

93. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
kleyv hann vándum Ragnarlykkju
sundur í lutir tvá.

94. Tað er snarpi Nornagestur,
letur ei ráðum dvína,
spreiddi sundur Girtlands her,
hvør sín endan týna.

95. Fram kom Tórur í Trøllabotni,
hamar í hondum vá,
tað var hin snarpi Nornagestur,
ið høgdi hans høvur frá.

96. Brandur ríður í herin fram,
letur á randir rúka,
hann vá kongins systurson,
høvur av herðum fúka.

97. Virgar ríður í herin fram
við Mimaringi í hand,
so vá hann teir jatnir tólv
niðan frá Lurkustrand.

98. So ríður Hergeir Viljormsson
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann.

99. Klývur hvønn um tvøra,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Girtlands kongur
við sín triðja mann.

100. Tað var reystur Girtlands kongur,
kreyp undir borgarlið:
»Mín kæri Hergeiri,
tú gev mær grið!«

101. »Slíkan skalt tú griðin
av mær tiggja,
sum tú lætst mín sæla faðir
av sínum lívi byggja.

102. Slíkan skalt tú griðin
av mær fá,
sum tú lætst mín sæla faðir
av sínum lívi gá.«

103. Tað var Hergeir Viljormsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Girtlands kong
sundur í lutir tvá.

104. Hann kleyv reystan Girtlands kong
sundur í lutir tvá,
báðar hansara sveinarnar
legði hann honum hjá.

105. So riðu teir frændurnir
gjøgnum grøna lund,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ei nimman hund.

106. So riðu teir frændurnir
gjøgnum grøna líð,
hvørki gól tá eftir teim
heykur ei nimman hýð.

(c) Dansifelagið í Havn