Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1G, 1, pp. 169-190, FK 1G, 3, pp. 18-71.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Vilja tit lýða á og ljóðið geva,
so er sagt fyrr frá,
Buðlin konga og Gunnar kong,
eg kvøði um báðar tá.

2. Sigmund nevni eg
tann jalsins son,
tað var unga Hjørdis,
hon var hans kona.

3. So glaðiliga drekka teir
síni jól,
so tíðliga sótu teir
í sín faðirs stól.

4. Ófriður gekk á
tað heila helli,
so manniliga vardu teir
tann Buðlin kongins fjøll.

5. Ófriður gekk tá
norður við strand,
so manniliga vardu teir
tann ríka kongins land.

6. Riðu teir í bardøgum,
lótu tá sítt lív,
eftir livir Hjørdis
Sigmundar vív.

7. Hjørdis akslar
kápan blá,
so gár hon á heyggin fram,
sum Sigmundur lá.

8. »Liggur tú her, Sigmundur,
søti mín,
eru tey nakað grøðandi,
sárini tín?«

9. »Seint manst tú, Hjørdis,
fáa tey ráð,
geva tað smyrslið,
sum grøða kann míni sár.

10. Tað sum mest mær skaðan voldi,
tað av eitur var
í svørðinum, teir bóru
ímóti mær.

11. Seint manst tú, Hjørdis,
fá tað til ráð,
geva tað smyrslið,
sum grøða kann míni sár.

12. Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur mítt svørðið
í tógva lutir gekk.

13. Tá ið eg fekk
tað annað sár,
inni lá í hjartanum,
hyggi at tú gár.

14. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú tað til smiðju bera,
til ungan son tú fár.

15. Tað, ið tú hevur í vónunum,
tað er sveinsbarn,
føð tað væl við alva upp,
gev tí Sjúrðar navn!

16. Tað er eiturormurin,
á Glitraheyggi liggur,
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.

17. Gakk tú teg at fossinum
og kasta stein í á,
tak tú tann av hestunum,
sum ikki víkur frá!

18. Tak tær ein av hestunum,
sum ikki víkur frá,
soleiðis verði hann kallaður,
hann eitur Grani grá.«

19. Grátandis fór Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
stóðu henni hjá.

20. Hjørdis fall
í óvit niður,
allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni við.

21. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundir leið,
hon føddi ein son so fríðan.

22. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar taldar,
til at hennara stundir leið,
hon føddi ein svein so baldan.

23. Tað var tá, sum ofta er,
duld er dupul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

24. Tað var tá, sum ofta er,
duld er dupul huga,
frúgvin var gingin í høgaloft,
hon føðir ein son so prúðan.

25. Sveipar hon hann í klæðini rein,
tá ið hon bar hann í heim,
Sjúrða beyð hon kalla hann,
tann geviliga svein.

26. Sveipar hon hann í klæðini rein,
væl skal ríkan falla,
síðan bleiv hann prestinum borin,
Sjúrða bað hann kallast.

27. Barnið bleiv borið frá kirkju heim
aftur til móður sína,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

28. Barnið bleiv borið frá kirkju heim,
sett á móðurs knæ,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.

29. Barnið bleiv borið frá kirkju heim,
sett á móðurs fang,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í land.

30. Hann vóks upp hjá sínari móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.

31. Hann vóks upp hjá sínari móður,
bæði gevur og bold,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

32. Hann vóks upp í ríkinum,
tann geviligi mann,
Hjalprekur kongurin
fostraði hann.

33. Hann vóks upp í ríkinum,
sýntist ikki longur,
til hann gjørdist í høggum tung
at berjast við kongins dreingir.

34. Hann var seg á leikvøllinum
burtur blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,
stóð hans stríð í meingi.

35. Hann var seg á leikvøllinum
burtur blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,
stóð hans stríð alt meira.

36. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at hevna
enn berjast við os so stórum.«

37. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at hevna
enn berjast við os so sára.«

38. Sveinurin kastar síni eygun
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum ein mold.

39. Kastar hann svørð og herklæði,
honum lystir ei longur at leika,
hann gár inn for sín sæla móður
við reyðar kinnar og bleikar.

40. »Hoyr tú, sæla móðir mín,
sig mær satt ífrá:
hvat var hann á navni nevndur,
sum mín faðir vá?

41. Hvat var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá?
Fall hann fyri hvassa svørð
ella doyði á strá?«

42. »Eg kann ikki sannari
siga tær nú frá,
tað vóru teir Hundsins synir,
ið tín faðir vá.

43. Tað vóru teir Hundsins synir,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av teim fár.«

44. Sjúrður svaraði sínari móður,
alt hvat sum hann kann:
»Oftum hevur vaksið ungur rakki
við hvøssum tonnum í rann.«

45. Sjúrður svaraði sínari móður,
alt hvat sum hann kundi:
»Oftum hevur vaksið ungur rakki
við hvøssum tonnum í munni.«

46. Hon veik seg at kistuni,
sum nógv var gullið inni:
»Her skalt tú síggja tey merki stór
til tín faðir at vinna.«

47. Hon gekk seg at kistuni,
sum nógv var gull og fæ,
hon tók upp hans faðirs skjúrtu,
kastar honum á knæ.

48. »Gakk tú teg at fossinum,
kasta stein í á,
soleiðis verði hann kallaður,
hann eitur Grani grá.

49. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
eitt annað javngott svørð
út av teim at slá!

50. Regin smiður býr sær
handan fyri á,
honum skalt tú bera hesar
svørðslutir tvá.

51. Tað er eiturormurin,
á Glitraheyggi liggur,
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.«

52. Hann gekk sær at fossinum,
kastar stein í á,
hann tók hann av hestunum,
sum ikki víkti frá.

53. Hann tók tann av hestunum,
sum ikki víkti frá,
soleiðis er hann kallaður,
hann eitur Grani grá.

54. Sjúrður ríður
fyri dyrnar fram,
Regin kastar alla smíði,
tekur svørð í hond.

55. »Hoyr tú, ungi Sjúrður,
tú mást vera mær kærur,
dvølst tú nakað í ríkinum,
og ver í nátt hjá mær!«

56. »Eg kann ikki, Regin smiður,
dvøljast hjá tær,
Hjalprekur saknar meg
úr hásæti hjá sær.

57. Smíða skalt tú mær svørðið
virðiliga og væl,
bæði skal eg vega við tí
jarnið sum stál.

58. Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarnið sum stein.«

59. Regin gongur á stóran stiðja
bæði við jarn og eld,
tíggju mánarnar
hevði hann tað í gerð.

60. Tíggju mánarnar
hevði hann tað í gerð,
tað var hin snari Sjúrður,
hann ríður aðru ferð.

61. »Vert vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørðið,
bilar tað hvørki stein ella jarn,
tú vert til stríðið førur.

62. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið sum stein.

63. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga og væl,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið sum stál.«

64. Sjúrður gongur at stórum stiðja,
høggur alt við fart,
sundur hans svørðið
í tógva lutir brast.

65. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verd,
fyri tú vildi svíkja meg
í tínari váknagerð.

66. Smíða skalt tú mær annað,
verður tað so,
vita tað, reysti Regin smiður,
lív skalt tú ikki fá!«

67. »Smíði eg tær annað,
verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
tað leggi eg treytir á.«

68. Sjúrður gongur at stóran stiðja,
høggur alt við fart,
hvørki mátti røkka ei støkka,
tá var svørðið hart.

69. Sjúrður gekk at stórum stiðja,
tað var mikið undur,
hann kleyv blokkin og stiðjan
miðja helvtina sundur.

70. »Fyrst skal eg í royndir
teir Hundsins synir at finna,
so skal eg á Glitrarheyg,
tað fýsir mær minni.«

71. Tað var Sjúrður Sigmundarsonur,
kostar hann eyð,
so reið hann í royndum,
hann hevndi sín faðirs deyð.

72. Tað var Sjúrður Sigmundarsonur,
reisti yvir skóg,
møtir honum ein gamal maður,
settist niður í ló.

73. Har kom ein maður á víðan vøll fram,
eingin hann kendi,
eitt eyga hann í heysi hevði
og svenskan boga í hendi.

74. »Hoyr, tú ungi Sjúrður,
tú ert so raskur ein mann,
hvar stendur ferðin tín,
og hvar ríður tú fram?«

75. »Eg var meg í royndir við,
teir Hundsins synir at finna,
nú skal eg á Glitrarheyggj.
roysnisverk at vinna.«

76. »Hvør hevur biðið teg
Sjúrða gera tað?
Bráðan deyðan hevur sami maður
ætlað tær.

77. Drep tú Regin smið,
spar ei sjálvan meg,
hann er tann versti skálkurin,
og svíkja vil hann teg.

78. Hann er tann versti skálkurin,
og svíkja vil hann teg,
hann hevur svikið faðir tín
í sínari váknagerð.

79. Hann hevur svikið faðir tín
í sínari váknagerð,
hoyr tú, ungi Sjúrður,
samlíkt ger hann við teg.

80. Grav tú ta triðju,
grav hana burtur frá,
ein mun av eitrinum
lívir hann tær tá.

81. Grav tú teg fýra,
grav harí tvá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
á jørðini stá.«

82. Tríati alin er fossurin,
ið ormurin undir liggur,
høvur og sporl á jørðini liggur,
bukt á homrum liggur.

83. Uppi standa breiðu bøksl,
og búkur á homrum lær:
»Hvør er so hugadjarvur
og vega torir tað?«

84. »Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
hon var hans kona.

85. Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar meg í heim.«

86. »Hoyr tú, ungi Sjúrður,
spyrja vil eg teg:
hvør vísti tær vegin
higar heim til meg?«

87. »Regin, tín bróður,
hann vísti mær veg,
hann verður við mær
í hesari ferð.«

88. »Regin, mín bróðir,
vísti hann tær veg,
hann er tann versti skálkurin,
og deyða vil hann teg.«

89. Ormurin skreið av gullinum,
hann gjørdi so langt eitt skrið,
Sjúrður situr á Grana baki,
ger seg sjálvan til.

90. Ormurin skreið av gullinum,
so man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
býst nú til at stríða.

91. Sjúrður gav so stórt eitt høgg
av so miklum móð,
hann kundi ikki á jørðina stíga
fyri eitur og ormablóð.

92. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
øllum tyktist undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann kleyv hann um miðju sundur.

93. Sjúrður stakk til hjartað,
og vegurin var trongur,
tríati alin
var teinurin langur.

94. Sjúrður varð so heitt á hendi,
hann brá sær uppi yvir,
fuglar og so villini djúr
øll spáaðu honum yvir.

95. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sótu í eik:
»Sjálvur mást tú, Sjúrður,
eta av tíni steik.«

96. Sjúrður stokti hjartað,
av teininum dró,
Regin legst at drekka
ormins blóð.

97. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reysta Regin smið
sundur í stykki tvá.

98. Tað søgdu honum krákurnar,
uppi sótu í eik:
»Sjálvur mást tú, Sjúrður,
smakka somu steik.«

99. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
bindur upp á Grana bak
gullkistur tólv.

100. Tólv gullkistur
hvørju megin tá,
síðani settist Sjúrður
at ríða omaná.

101. Síðan settist Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk yvir lund og áir,
vreiður var hann tá.

102. Sjúrður reið á skógin fram,
ei hans móðir av visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gisti.

103. Hesturin vendi á hagan,
honum var leiðin kunnug,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir einum køldum runni.

104. Sjúrður svav á teirri nátt
undir einum køldum runni,
tað vil eg for sannheit siga,
hann gat á aldrinum.

105. Sjúrður saðlar gangara sín
eina morgun stinna,
hon fylgdi honum so langt á leið,
hann gat á aldrinum.

106. Líka gongur Grani
á gróti sum á vøll,
mætari kemur eingin heim
á Buðla kongins høll.

107. Líka gongur Grani
á grót sum hvítan sand,
frægari kemur eingin heim
á Buðla kongins land.

II. Brynhildar táttur

108. Eg havi eina rímu hoyrt,
gerst í grønari lund,
ein av os í ævini
brast í Buðlins stund.

109. Eg havi eina rímu hoyrt,
gerst í grønari líð,
ein av os í ævini
brast í Buðlins tíð.

110. Nevnd var hansara onkadóttir,
gerst í grønari líð,
tey kallaðu hana Brynhild Buðlins dóttur,
tað hitt væna vív.

111. Nevnd var hansara onkadóttir,
gerst í grønari lund,
tey kallaðu hana Brynhild Buðlinsdóttur,
tað hitt væna sprund.

112. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
tey søgdu so frá í bragdartátti,
ljós av henni skuggar.

113. Brynhild situr á Hildarfjalli
mitt í sín faðirs veldi,
barmurin skein av reyðargull,
hon skygdi sum av eldi.

114. Brynhild situr í sínum stóli,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðar lagt
við silkibondum reyðum.

115. Brynhild situr í stólinum,
sum ríkir ganga inn,
eingin tykir Buðlins dóttir
at vera javnlíki sín.

116. Brynhild situr í stólinum
við einum kjóla brúnum,
flættað hár á herðar lagt,
silkibondum snørum.

117. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
sjálvur er gingin Buðla kongur
í sín dótturs stól.

118. »Hoyr tú tað, mín søta dóttir,
tú elvar mær miklan vanda,
at tú noktar hvørjum manni,
sum tær býðst til handar.«

119. Svaraði Brynhild,
tekur til orða svá:
»Ikki er komin tann veldigi harri,
sum mær sømir at fá.

120. Hoyr tú meg, mín sæli faðir,
tú kanst meg væl forstá,
eystan fyri londini
har stendur mær hugur á.

121. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
hon var hans kona.

122. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar hann í heim.«

123. »Hoyr tú tað, mín dóttir søta,
tað spyrji eg teg enn:
hvat er Sjúrður mætari
enn aðrir kongins menn?«

124. »Tað er Sjúrður mætari
enn aðrir kongins garpar,
saðil hans og brynja hans
glógvar sum gullið bjarta.

125. Tað er Sjúrður mætari
enn aðrir kongins menn,
tá ið hann feldi heidningar,
hundrað um í senn.

126. Hoyrt havi eg frásagt
snildi hans og bragdi,
tá ið hann vá tann eiturorm,
við sínum svørði lagdi.

127. Hoyrt havi eg frá sagt,
og ikki stóð eg har hjá,
tá ið hann vá tann eiturorm,
á Glitrarheyggi lá.

128. Mansligt var tað høggið,
Sjúrður høgdi um stund,
tá skalv bæði leyv og lund,
tá ið hann gekk um miðju sundur.

129. Tá ið hann vá tann eiturorm,
á Glitrarheyggi lá,
nógv mundi hann gullið
eftir hann fá.

130. Tá ið hann vá tann eiturorm,
tí er hann so ríkur,
eingin maður í Húnalandi
vera kann slíkur.«

131. »Hoyr tú tað, mín søta dóttir,
legg mær tað til ráð,
hvøssu vit skulu tann raska riddar
av sínum landi fá?«

132. »Tú skalt mær tann salin
í oyðimark at gera,
sum teir kunna dvørgar tveir
best við rúnir skera.

133. Tú skalt mær tann salin
í oyðimark at stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir slá.

134. Sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir slá,
bæði við royk og loga,
sum salin brennur á.

135. Bæði við royk og loga,
sum salin brennur á,
eingin uttan Sjúrður
ríður har uppi á.«

136. Hann læt henni salin
í oyðimark at gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir skera.

137. Hann læt henni salin
í oyðimark at stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
best við rúnir slá.

138. Tað var Brynhild Buðladóttir,
gull bar hon á hond,
hetta frætti Sjúrður ungi
eystur í sítt land.

139. Hetta frætti Sjúrður
eystur í sítt land,
Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er biðlavond.

140. Sjúrður klæðist í Hólmgørðum,
honum ber lov og prís,
hann gekk sær í urtagarð,
mangt varð hann har vís.

141. Tað søgdu honum krákurnar,
uppi sótu í eik:
»Von er Brynhild Buðlins dóttir,
har stendur á tín leik.«

142. Tá søgdu honum fuglar tveir,
uppi sótu í lund:
»Von er Brynhild Buðlins dóttir,
hon væntir á títt fund.«

143. Árla var um morgunin,
so dagurin gjørdist ljús,
tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann klæddi seg fús.

144. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar til Viggrím Gunnarsson:
»Tú saðla mær hest mín fríða!«

145. Út varð loystur Grani
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

146. Út varð loystur Grani,
sum Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

147. Hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum Sjúrður skuldi á ríða.

148. Sjúrður sprakk í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdi sær hvørki við skjold ei svørð
og ei við saðilsboga.

149. So reið ungi Sjúrður
beina gøtu fram,
forgyltir leika ringarnir,
meðan hans gangari rann.

150. Saðilin var av gulli,
og bokslið var av tann,
so reið ungi Sjúrður
beina vegin fram.

151. So reið ungi Sjúrður
beina vegin fram,
gullbrúnar handskar
dregur hann pá sína hand.

152. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur Gunnhild
við so mangan mann.

153. Úti stendur hon Gunnhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
í hans teymar rann.

154. Gunnhild fekk í teymarnar,
tað tordi eingin at vága,
og steðgar snarpa Sjúrða,
so hann skuldi ikki náa.

155. Gjarna vil hon forvitnast,
hvar hann ríður fram,
hon sá ikki á hesti koma
tíguligari mann.

156. Svaraði Sjúrður Sigmundarson
heldur hann seg baldan:
»Eg haldi tað onga konu at vera,
mín gangara torir at halda.«

157. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
tú snakka við meg!
eg eigi so væna dóttur,
hon vil eiga teg.«

158. »Eg steðgi ikki mínari ferð,
meðan mín gangar rennur,
eg fari mær á heyggin fram,
sum login brennur.

159. Eg steðgi ikki míni ferð,
meðan mín gangar rennur í lund,
eg fari mær á heyggin fram
at skoða tað væna sprund.«

160. Sjúrður droymdi dreymarnar
av so miklum móð:
»Meg droymdi, at Grani rann
í so mikið mannablóð.

161. Meg droymdi, at Grani
eftir víðum vølli gekk,
har rann so mikið blóð,
at vegurin gjørdist honum 'tjek'.«

162. Eingin tordi á Brynhilduheyggj
uttan Sjúrður fræni,
ígjøgnum roykin og logan
hestur hansara Grani.

163. So stígur Grani
á foldini fast,
innarlaga við heygsdyr
sporið brast.

164. Sjúrður reið á Brynhildsheyggj,
sum hann hevði ikki verið fyrr,
við sínum svørðinum
tað klývur hann heygsdyr.

165. Hann sá tá hitt væna vív,
í herklæðunum svav,
Sjúrður tekur sín búgvin brand
og sprettir brynju av.

166. Vaknaði upp Brynhild Buðlins dóttir,
hyggin um seg leit:
»Hvør átti tann búgvin brand,
ið brynju av mær beit?«

167. »Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
hon var hans kona.

168. Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar meg í heim.«

169. »Hoyr tú, ungi Sjúrður,
hvør vísti tær leið,
ígjøgnum royk og loga
tú higar til mín reið?«

170. »Tað søgdu mær krákurnar,
uppi sótu í eik:
von er Brynhild Buðlins dóttir,
har stendur mítt leik.

171. Tað søgdu mær fuglar tveir,
uppi sótu í lund:
von er Brynhild Buðlins dóttir,
hon væntir á títt fund.«

172. »Hoyr tú, ungi Sjúrður,
og ver tú ei so bráð,
gakk teg í mín faðirs garð,
og tak av honum ráð!«

173. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
bæði við hyggju og viti:
»Tú hevur so lítil góðuráð
av tínum faðir tikið.«

174. Tey løgdu sínum ástum saman
innan fyri gátt,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri nátt.

175. Tey løgdu sínum ástum saman
innan fyri sprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

176. Tólv gullringar
setti hann á hennara hond:
»Hetta skal vera tað fyrsta
elskógsband.«

177. Tólv gullringar
setti hann á hennara arm:
»Hetta skal vera tað annað
elskógsband.«

178. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hevði eftir fleiri,
bindur upp á Brynhilds flættur
gullringar tveir.

179. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kostbart hann ei tykir,
bindur upp á Brynhilds flættur
gullringar tríggjar.

180. »Tú ert ungur á aldrinum,
og lítið manst tú tróta,
tú manst ognast Guðruna,
og meg kanst tú ei njóta.«

181. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, venda.«

182. Svaraði Brynhild Buðlinsdóttir,
tekur um hjartað at køla:
»Eingin kongadóttir eigur
ástir tín at tola.«

183. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt ná:
allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, slá.

184. Brynhild, tak mær saðil og boksl
og ringabrynju fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt aðrastaðni at ríða.«

185. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt um saðilsboga,
hann kysti Brynhild Buðlins dóttur
so fast av miklum huga.

186. Tað var Brynhild Buðlins dóttir,
bað honum góðan dag:
»Farvæl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl!«

187. Tað var Brynhild Buðlins dóttir,
bað honum góðan frið:
»Farvæl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við!«

188. Bæði heil og happadrúgv
skiltust tey á sinni:
»Sjúrður, goym væl hesi orð,
og legg tey væl í minni!«

189. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Buðlin kongur
fyri honum stóð.

190. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar heim til mín,
drekk nú, hvat tær betri lystir,
mjøð ella vín!«

191. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hvaðna minni um vín,
gev mær unga Brynhild,
onkadóttur tín!«

192. Til svaraði Buðlin kongur,
tekur um hjartað at køla:
»Eingin kongadóttir eigur
ástir tín at tola.«

193. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt henda:
allar mínar ástir
frá tíni Brynhildu venda.«

194. »Tú ert ungur á aldrinum,
og lítið man teg tróta,
tú mást ognast Guðruna,
Brynhild kanst tú ei njóta.«

195. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt ná:
eg skal allar mínar ástir
frá Brynhildu slá.«

196. »Ríð teg ei for niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Gunnhild
við so mangan mann.

197. Gjarna vil hon forvitnast,
hvar tú ríður fram,
hon sá ikki á hesti
tíguligari mann.«

198. Sjúrður reið á skógin fram,
alt foruttan váða,
hann sær tá hitt villa dýr
at berjast við bógvar báðar.

199. Hann sá tá hitt villa dýr
at berjast við bógvar báðar,
eldur goysti og eitur spýði,
tá stóð lívið í vaða.

200. Sjúrður sat á Grana baki,
tykist ei á sær finna,
Grani beitst og illa sleitst,
hann leit til ymsar kinnar.

201. Burtur hvarv tað villa dýr
fyri Sjúrðar eygum,
hann sær, hvar ið Gunnhild sat
og leikar við bondum reyðum.

202. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur Gunnhild
við so mangan mann.

203. Úti stendur Gunnhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondunum
í hans teymar rann.

204. Gunnhild fekk um teymarnar,
tað tordi eingin at vága,
steðgar snarpa Sjúrða,
so hann skuldi ikki náa.

205. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
heldur hann seg baldan:
»Eg haldi tað onga konu vera,
mín gangara torir at halda.«

206. »Sjúrður steðga tíni ferð,
tú snakka við meg,
eg eigi eina so væna dóttur,
sum vil eiga teg.

207. Tað er Guðrun, dóttir mín,
hvar hon gongur inn,
liljur og so rósur
tær lýsa av hennara kinn.

208. Von er Guðrun, dóttir mín,
tað er tær betur,
hon er ikki meir mót Brynhild lík
enn summar ímót vetur.

209. Gakk tú teg í hallina inn,
og fátt verður tær á vási,
drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási.

210. Gakk tú teg í hallina inn,
og drekk bæði øl og mjøð,
drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í høll.«

211. Tað var Gunnhild Júka drotning,
talar til dóttur sína:
»Gakk tú teg í kjallaran,
og blanda mjøð og vín!

212. Gakk tú teg í kjallaran,
og blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað lat tú har útí!«

213. Svaraði Guðrun Júkadóttir,
hon ber tungu snjalla:
»Gegnast tað, ið annar eigur,
tað má lukkan volda.«

214. Hon hevði upp sína høgru hond
og gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

215. Hon gekk seg í kjallaran
og blandar mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað læt hon har útí.

216. Og so mikið óminni
tað letur hon har útí,
ber so fram fyri Sjúrða svein,
biður hann drekka til sín.

217. Sjúrður tekur við kerinum
og ristir kross fyri sær:
»Gud og santa Maria
tey veri nú við mær!«

218. Drekka fór sum dýran dramm,
hann drakk av horninum meingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann honum eingin.

219. Drekka fór sum dýran dramm,
hann drakk av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt,
hann 'buiur aa Bulins Hjarta'.

220. Tá ið hann hevði drukkið
alt av tí skál,
mintist ei á frú Brynhildu,
ei á hennara mál.

221. Tá ið hann hevði drukkið
alt av tí keri,
mintist ei á frú Brynhildu
og ei, í hvar hon er.

222. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru flóð.

223. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
fóru út á vatn at taka.
føgur vóru vív.

224. Møttust mitt á miðjari leið
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar
og onnur sorgin tunga.

225. Møttust mitt á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleði bar
og onnur sorgin sjúka.

226. Brynhild tagdi, og Guðrun tagdi,
hvør sítt snjótið stríða:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
unna so bjørtum vív?«

227. »Henda sama reyða ring,
beri eg á armi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
hann var í stríði tínum.«

228. »Henda sama reyða ring,
beri eg á arm á mær,
gav mær Buðlin kongurin
pá hesi ferð.«

229. Svaraði Brynhild Buðlins dóttir
í so tungum stríði:
»Fyri teg skal Sjúrður doyggja,
meðan eg eri á lívi.

230. Tað tú neytst tann mikla riddar,
tað var ei mítt ráð,
eg hevði ástir við Sjúrða lagt,
áðrenn tú hann sá.«

231. Hon gekk seg at ánni út,
sum fossurin rann stríður,
tí hon hevði Sjúrða svein,
tann yvir øllum ríður.

232. Hon gekk seg at ánni út,
sum fossurin rann harður,
hon vildi ikki njóta tað vatn,
sum fleyt av Brynhilds hári.

233. Brynhild gekk í hallina inn
av so miklum móð,
Sjúrður ridlar sínum fótum
undir fríðum stól.

234. Sjúrður ridlar sínum fótum
undir fríðum stól,
hvørki vildi snakka ella síggja
tað hitt væna flóð.

235. Syrgjandi gekk Brynhild
í sín sal at sita,
Gunnar kongur frægur og fúsur
gekk tá aftur at vitja.

236. Gunnar gekk í hallina inn
við hvøssum slíðraspjóti:
»Harðan skal hann deyðan fáa,
sum tær hevur gjørt ímóti.«

237. »Tað er Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevur Sjúrða svein,
tann yvir øllum ríður.«

238. Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð fyri stokki,
tað var ei at síggja sjáldnari
kaldari kvinnutokki.

239. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei torir tú tað trá,
fyrr enn tú hevur Sjúrða svein
av sínum lívi frá.«

240. »Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
tað vil eg einki trúgva,
at tú vilt hann Sjúrða svein
svik til handa snúgva.«

241. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei mást tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum sær,
sýnist mær ongan lætta.«

242. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
tú alva mær ongan vanda,
hvøssu skal eg Sjúrða av døgum taka,
tá ið einki svørð kann halda?

243. Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
tú alvar mær miklan kvída,
hvøssu skal eg Sjúrða av lívi taka,
tá ið einki svørð kann bíta?«

244. Til svaraði Høgni Júkason,
hann gerst í kinnar bleik:
»Tað eru fullir fimtan vetur,
síðan eg var við honum í leik.«

245. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
legg mær tað til ráð,
hvøssu vit skulu hann Sjúrða svein
av sínum lívi fá?«

246. »Tær gevið Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burt
alt foruttan ekka!

247. Tú bið hann binda saðil,
og bið hann binda hest,
og hav tá svik í hjartanum,
og lat sum tú kanst best!

248. Tú bið hann binda saðil og hest,
og bið hann binda minni,
hav tá svik í hjartanum,
og lat ikki á tær finna!«

249. Tey góvu Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka,
riðu so á skógin burt
alt foruttan ekka.

250. Tey bóðu hann binda saðil,
tey bóðu hann binda hest,
høvdu svik í hjartanum,
og lótu sum tey kundu best.

251. Tey bóðu hann binda saðil og hest,
tey bóðu hann binda minni,
høvdu svik í hjartanum,
og lótu ikki á sær finna.

252. Drekka teir úr sínum hjálma
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmi
heimi á Júka lofti.

253. Riðu teir á skógin burt,
Sjúrður var í tí ferð,
visti ei av svikunum,
teir høvdu í akt at gera.

254. Drekka teir úr sínum hjálma
alt foruttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
býst nú til at drekka.

255. Drekka teir úr sínum hjálma
alt foruttan sút,
Sjúrður loysir hjálmbondini,
stígur úr saðli út.

256. Sjúrður legðist á kelduna,
sum vatn stóð fyri brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

257. Sjúrður legðist á kelduna,
sum vatn stóð fyri veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

258. Høgni stakk, meðan Gunnar høgg
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu tað neyðarverk,
teir tóku Sjúrða av lívi.

259. Tungan tók at tala,
tá ið bulurin tók at falla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri allar.«

260. Tungan tók at tala,
tá ið kroppur á vølli lá:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri báðar.«

261. Tungan tók at tala
bæði av ilsku og vreiði:
»Hevði eg vitað av svikunum,
maður var eg fyri fleiri.«

262. Teir skiftu síni klæði,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

263. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar á honum reið,
fyrr enn hann snarpi Sjúrður
honum á herðar neig.

264. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
førdu heim so síðla,
tað hevur so mangur lívið latið,
helst av kvinnu veldi.

265. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Guðrunu hjá,
visti ei, fyrr enn hon vaknaði,
blóð uppi á sær sá.

266. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ikki, fyrr enn hon vaknaði,
blóðið um seg fleyt.

267. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Eg skal hevna Sjúrðar deyð,
meðan eg eri á lívi.«

268. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
syrg ikki Sjúrðar deyð,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða.«

269. Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyð,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyð'.

270. Brynhild sprakk av harmi,
og Sjúrður læt sítt lív,
nú kann merkjast á ástunum,
at Brynhild hon er fríð.

III- Høgna táttur

271. Artala kongur í Húnalondum,
sum sigst í bragdartátti,
festi frúnna Guðruna,
ið Sjúrður átti.

272. Artala kongur í Húnalondum
blandar mjøð og vín,
býður hann øllum Júkabrøðrum
heim at drekka til sín.

273. Artala kongur í Húnalandi
kátan mjøðin blandar,
býður hann øllum Júkabrøðrum,
teim stendur í stórum vanda.

274. Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,
letur tá ikki gloyma,
setir fyri hallardyr,
fast við jarni soyma.

275. Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,
letur tá ikki seinka,
setir fyri hallardyr,
fast við jarnaleinkjur.

276. Til svaraði Høgni Júkason,
heldur gleði og gleim:
»Ríða vit í Húnalondin,
eingin kemur heim.«

277. Svaraði Høgni Júkason,
so sigst í bragdartátti:
»Ríða vit í Húnalondin,
eingin kemur aftur.«

278. Tað var reysti Gunnar kongur,
tekur til orða svá:
»Vit skulu ríða í Húnalondin,
tað stendur hvat av, ið má.«

279. Tóku vápn og herklæði
við sær brøður báðir,
ríða so í Húnalondin,
teim stendur í stóran váða.

280. Tað var Høgni Júkason,
kom har ríðandi í garð,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stóð.

281. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
úti stóð Guðrun Júkadóttir,
fagnar væl brøður sín.

282. Úti stóð Guðrun Júkadóttir
við hógv og hyggið orð:
»Tær kastið svørð og herklæði
og stígið inn fyri borð!«

283. Svaraði Høgni Júkason,
hann var betonktur drongur:
»Sjálvur skal eg míni vápn
goyma, hvøssu gongur.«

284. Svaraði reysti Gunnar kongur,
hann er dreingja maki:
»Sjálvur skal eg míni vápn goyma,
tað má einki saka.«

285. Tað var Høgni Júkason,
bindur upp hjálm sín góða:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
eg drekki vín í blóð.«

286. Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drekka mjøð og klára vín,
glaðir vóru í sinni.

287. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
Guðrun hevur ringt í sinni,
einki merkja teir.

288. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa dámdi Guðrunu,
tí teir líktust væl tilsaman.

289. Guðrun krevur sín unga son
bæði við flesk og mati:
»Eg vil geva tær gull og silvur,
fært tú ilt í Høgna káta.«

290. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann gjørdi sum hon bað,
hann gekk seg at borðinum,
sum Høgni fyri var.

291. Hann gekk seg at borðinum
og Høgna á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
at teir ikki vóru í ró.

292. Tað var Høgni Júkason,
reiður sprakk borðinum frá,
mitt á miðjum hallargólvi
komst hann fótum á.

293. Tað var Høgni Júkason,
reiður frá borðinum vendi,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvi rendi.

294. Tað var Høgni Júkason,
reiður frá borðinum leyp,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

295. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.

296. »Her man eg í Húnalandi
drekka tann mjøð við vanda,
ótøkk havi mín móðurdóttir,
sum sín son upp vandi!

297. Eg man ei í Húnalandi
leingi fyri tær sæta,
dersum tú gert tær nakrar sømdir
eftir tín dreingin mæta.

298. Eg man ei í Húnalandi
leingi fyri tær stýra,
um enn tú gert tær nakrar sømdir
eftir drong tín dýra.«

299. Guðrun gongur fyri Artala kong,
sigur honum frá:
»Deyður er vár ungi sonur
helst av Høgna ráð.«

300. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
ber ei um tað trá,
vit kunnu okkum á seinri stund
ein annan aftur fá.«

301. »Eg skal ei í Húnalandi
leingi fyri tær gæta,
dersum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin mæta.

302. Eg skal ei í Húnalandi
leingi fyri tær stýra,
dersum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.«

303. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað vil eg ikki trúgva,
at tú vilt tínum brøðrum
svik til handa snúgva.

304. Tá ið teir vógu Sjúrða svein,
tað voldu í stríði tínum,
tá var Gíslar lítið barn
heima hjá móður síni.«

305. Til svaraði Guðrun Júkadóttir,
hon ber tungu snjalla:
»Høgni og hann Jørnar ungi
báðir skulu gjalda.«

306. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg mær tað til ráð,
hvøssu vit skulu hann Høgna sterka
av sínum døgum fá.«

307. »Taka skal tríggjar aldýrshúðir,
rýða í mannablóð,
Gunnar og Høgni skal yvir leypa
so fast av miklum móði.«

308. Tað var Høgni Júkason,
var staddur í stórari trongd,
feldi niður tólvhundrað,
ruddi fyri sær gongd.

309. Tað var Guðrun Júkadóttir,
voldi honum ta sút,
eftir bardist Gunnar kongur
av glasstovuborgini út.

310. Tað var reysti Gunnar kongur,
var staddur í stórari trongd,
hann kleyv hurðar úr seigum jarni,
loysir seg reysti fangi.

311. Gunnar hyggin sprakk tá fyrst,
tá elvaðist meiri vandi,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.

312. Høgni sprakk yvir húðirnar,
hann var deyðan verd,
hann kom niður á grønan vøll,
studdi seg við sítt svørð.

313. Høgni stendur í grasagarði,
bindur upp hjálmar báðar:
»Heintið mær Gíslar og Benjar,
eg havi vinir fáar.«

314. Høgni stendur í grasagarði,
bindur upp hjálm við vreiði:
»Heintið mær Gíslar og Benjar,
eg havi ikki vinir fleiri.«

315. Guðrun kemur út árla morgun
av so vreiðum huga,
heilan sær hon Høgna standa,
ei hava ráðini dugað.

316. Hon gløir við eygum og glettir á tonn,
við kjaftinum mundi hon gapa,
gjarna vildi hon Høgna gloypt,
ei má tað henni bata.

317. Svaraði Høgni Júkason,
svør á síni trúgv:
»Hevði eg verið fiskur sum maður,
etin var eg núgv.«

318. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá hevði reysti Artala kongur
brynjað út hundrað øll.

319. Tá hevði reysti Artala kongur
brynjað út hundrað øll,
løgdu sínum bardøgum
beint fyri kongins hall.

320. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði reysti Artala kongur
brynjað út hundrað og tólv.

321. Tá hevði reysti Artala kongur
brynjað út hundrað og tólv,
tað var Høgni Júkason,
reið har eina ímót.

322. So reið Høgni Júkason
eina morgunstund,
feldi niður hundrað og tólv
glaður í grønari lund.

323. So reið Høgni Júkason
eina morguntíð,
feldi niður hundrað og tólv
glaður í grønari líð.

324. Tað var Gunnhild Júkans drotning,
heldur sær á gaman,
meiri ið hann høggur sundur,
meiri rennur saman.

325. Tað var Høgni Júkason,
tað gav hann væl gætur:
tað, sum hann høggur niður um dagin,
rúnar hon upp um nætur.

326. Tað var Høgni Júkason,
hann elvast og illur sigur:
»Leiðist mær í Húnalandi
at høgga hesar trælar niður.«

327. Tað var Guðrun Júkadóttir,
krevur smásvein sín:
»Gakk tú eftir Langageva,
bið hann koma til mín!«

328. Sveinur var fittur í fótunum,
og beinini kundu hann bera,
øll letur hon klæði hans
við liljur og rósur skera.

329. Sveinur var fittur í fótunum,
og beinini hann bar
hagar upp til landanna,
sum Langageva var.

330. Tað var Guðrunar unga svein,
kom í garð so móð,
úti reysti Langageva
fyri honum stóð.

331. »Vælkomin, Guðrunar unga son,
higar heim til mín,
drekk nú, hvat tær betri dámar,
mjøðin ella vín!«

332. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hvaðna minni um vín,
tað er Guðrun Júkadóttir,
biður teg koma til sín.

333. Hoyr tú, reysti Langageva,
hvat eg sigi tær frá:
deyður er hennar ungi sonur
helst av Høgna ráð.«

334. Tað var reysti Langageva,
heim í garðin fór,
tað var Høgni Júkason,
fyri honum stóð.

335. Bardust tógva dagar fyrst,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
sólin niður gekk.

336. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
tá ið sólin niður rann.

337. Inntil dagin triðja,
sólin niður rann,
tá fall reysti Langageva,
tann hin raski mann.

338. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv reysta Langageva
sundur í lutir tvá.

339. Tað var Guðrun Júkadóttir,
krevur smásvein sín:
»Gakk eftir Tíðrik Tatmarsson,
bið hann koma til mín!«

340. Sveinur var fittur í fótunum,
og beinini skuldu hann bera,
øll letur hon klæði hans
við rósur og liljur skera.

341. Sveinur var fittur í fótinum,
og beinini hann bar
hagar upp til landanna,
sum Tíðrikur var.

342. Tað var Guðrunar unga son,
kom í garð so móð,
úti Tíðrik Tatmarsson
fyri honum stóð.

343. »Vælkomin, Guðrunar unga son
higar heim til mín,
drekk nú hvat tær betri dámar,
mjøðin ella vín!«

344. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hvaðna minni um vín,
tað er hon Guðrun Júkadóttir,
biður teg koma til sín.

345. Hoyr tað, Tíðrik Tatmarsson,
hvat eg sigi tá:
deyður er hennara ungi sonur
helst av Høgna ráð.«

346. Tað var Tíðrik Tatmarsson,
reiður sprakk borðinum frá,
mitt á miðjum hallargólvi
komst hans fótum á.

347. Tað var Tíðrik Tatmarsson,
reiður frá borðinum vendi,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvi rendi.

348. Tað var Tíðrik Tatmarsson,
reiður frá borðinum leyp,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

349. Tíðrikur leyp á rennaran,
sum hann sjálvur átti,
so reið hann til Artala kong,
sum føtur bera máttu.

350. Tað var Tíðrik Tatmarsson,
kom har ríðandi í garð,
snakkar við Guðruna Júkadóttur,
hon gleðist, tá ið hon hann sær.

351. »Vælkomin, Tíðrik Tatmarsson,
og væl eg á teg troysti,
hevði tú Høgna av lívi fingið,
tað var eitt manndómsroysni.«

352. »Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,
tú elvar mær miklan vanda,
hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,
tá ið einki svørð kann granda?

353. Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,
tú elvar miklan kvída,
hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,
tá ið einki svørð kann bíta?«

354. Tíðrikur hvarv úr sessi burt,
hann var maðurin versti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti.

355. Tíðrikur hvarv úr sessi burt,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan hallar
í flogdreka líki.

356. Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil dagin fjórða,
sólin niður gekk.

357. Bardust fullar tríggjar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil dagin fjórða,
sólin niður rann.

358. Inntil dagin fjórða,
sólin niður rann,
tá fall Høgni Júkason
tann hin raski mann.

359. Eitur spýr hann Tíðrikur
niður yvir Høgna brynju,
hann varð ei við vápnum vigin,
harfyri lá hann sjúkur.

360. »Einki havi eg sárið á mær,
og tó má eg her liggja,
lænið mær eina jalsdóttur
í nátt hjá mær at liggja!«

361. Fingu honum eina jalsdóttur
at sova á armi hjá,
fekk við henni ein ungan son,
sum síðani sigur frá.

362. »Tú eigur tær ein ungan son,
Høgna skalt tú hann kalla,
eg gevi tær tað góða svørð,
sum faðir mín søkti úr fjalli.

363. Tú eigur teg ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
ver tú tá í øllum klók,
og gakk tá seinri út!

364. Tú eigur tær ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara onkabarn
og legg í vøggu tína!

365. Tak tú hetta reyðargull,
bint um tínar lendar,
tað kann læsa lásir upp,
tú mást hetta væl erindra.

366. Eg gevi tær bæði gull og silvur
og mangar ringar reyðar,
tak nú við, mín jalsdóttir,
tú hevna so væl mín deyða!«

367. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
upp stóð unga jalsdóttir,
men Høgni læt sítt lív.

368. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar sínar,
til at hennara stundir leið,
hon føðir ein son so fríðan.

369. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar taldar,
til at hennara stundir leið,
hon føðir ein svein so boldan.

370. Tað var tá, sum ofta er,
duld er dupul mein,
frúgvin var gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein

371. Tað var tá, sum ofta er,
- duld er dupul huga,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein son so prúðan.

372. Sveipar hon hann í klæðini rein,
tá ið hann kom í heim,
Høgna biður hon kalla hann,
tann geviliga svein.

373. Sveipar hon hann í klæðini rein,
væl skal ungan fagna,
síðani varð hann presti borin,
Høgna bað hann kallast.

374. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur til móður sína,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

375. Barnið bleiv borið frá kirkju heim,
sett á móðurs knæ,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.

376. Barnið varð borið frá kirkju heim,
sett á móðurs fang,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í land.

377. Meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ,
áðrenn hann á gólvi gekk,
sleit hann skarlaksklæði.

378. Sótu tær inni í mánað,
og sótu tær inni í tvá.
»Hoyr tú, unga jalsdóttir,
tú skalt fyrst út gá!«

379. Til svaraði unga jalsdóttir,
tó má hon tað valda:
»Tú bert hægru æruna,
tú skalt fyrst út ganga!«

380. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
hon var seg í øllum klók,
hon gekk seinni út.

381. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
hon tók hennara onkabarn
og legði í vøggu sína.

382. Tað var Guðrun Júkadóttir,
voldi sær meiri harm,
tað vil eg fyri sannheit siga,
hon drap sítt egna barn.

383. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meiri vaks hann í eitt ár
enn onnur børn í seks.

384. Hann vóks upp hjá síni móður,
bæði førur og stór,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.

385. Hann vóks upp í ríkinum,
sýntist ikki um longur,
til hann gjørdist í høggum tungur,
at berjast við kongins dreingir.

386. Hann var seg á leikvøllinum
burtur blant aðrar sveinar,
hvør tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð í meini.

387. Hann var seg á leikvøllinum
burtur blant aðrar dreingir,
hvør tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð í meingi.

388. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at hevna,
enn berjast við os so stórur.«

389. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at hevnt,
enn berjast os so sáran.«

390. Sveinurin kastar síni eygun
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,
hann sortnaði sum mold.

391. Kastar hann svørð og herklæði,
honum lystir ei longur at leika,
hann gár for sína sæla móður
við reyðar kinnar og bleikar.

392. »Hoyr tað, sæla móðir mín,
sig mær satt ífrá:
hvat var hann av navni nevndur,
sum mín faðir vá?

393. Hvat var hann av navni nevndur,
ið mín faðir vá?
Fell hann fyri hvassa svørð,
ella doyði á strá?«

394. »Eg kann ikki sannari
siga tær frá:
Artala kongur í Húnalandi
hann tín faðir vá.

395. Artala kongur í Húnalandi
hann tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.«

396. Høgni svaraði sínari móður,
alt hvat sum hann kann:
»Oftum hevur vaksið ungur hvølpur
við hvøssum tennur í rann.«

397. Høgni svaraði sínari móður,
alt hvat sum hann kundi:
»Oftum hevur vaksið ungur hvølpur
við hvøssum tenn í munni.«

398. Hon veik seg at kistuni,
sum nógv var gullið inni:
»Her skalt tú síggja tey merki stór
til tín faðir at vinna.«

399. Hon veik seg at kistuni,
sum nógv var gull og fæ,
hon tók upp hans faðirs skjúrtu,
kastar honum á knæ.

400. »Hoyr tú tað, mín sæli sonur,
tær kann einki bella,
tú skalt fáa svørðið tað,
sum faðir tín søkti úr fjalli.

401. Tak nú hetta reyðargull
og bint um tínar lendar,
tað kann læsa lásir upp,
tú mást hetta væl erindra.

402. Eg gevi tær bæði gull og silvur
og mangar ringar reyðar,
tak nú við, mín sæli sonur,
tú hevna tín faðirs deyða!«

403. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann skuldi ljósið skara,
hann brendi seg í fótablaðið,
hann tók tað ei í vara.

404. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
hann brendi seg í fótablaðið
niður á hallargólv.

405. Til svaraði Artala kongur,
niður at brósti rennur:
»Hvat hugsar sveinur so djúpt,
hann gáar ei, hvat ið hann brennir?«

406. »Tað hugsi eg, harri mín,
at tú hevur nógvan eyð
til at fáa Artala kong
at tiggja vatn og breyð.«

407. »Bæði havi eg gull og silvur,
og hartil havi eg eyð,
tað verður ikki á mínari ævi,
eg tiggi vatn og breyð.«

408. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský:
»Vilt tú nakað fylgja mær
ígjøgnum grønan líð?«

409. Svaraði Høgni Høgnason,
mælir so fyri sær:
»Vilt tú nakað, Artala kongur,
til at fylgja mær?«

410. Til svaraði Artala kongur
somu morgunstund:
»Gjarna vil eg fylgja tær
ígjøgnum grønan lund.«

411. Til svaraði Artala kongur,
mælir so fyri sær:
»Gjarna vil eg, Høgni ungi,
til at fylgja tær.«

412. Riðu teir í skógin burt,
myrkt var teim fyri eygum,
funnu upp á gullhúsið tað,
sum lagt var við brondum beygum.

413. Til svaraði Artala kongur,
tað má hann tá valda:
»Hoyr tú, Høgni Høgnason,
tú skalt fyrst inn ganga.«

414. Til svaraði Høgni Høgnason,
tað má hann tá valda:
»Tú bert hægri æruna,
tú skalt fyrst inn ganga.«

415. Tað var reysti Artala kongur,
var settur virðin full,
hann sá inn í húsið tað,
sum fult var inni av gull.

416. Tað var reysti Artala kongur,
inn í húsið sá,
Høgni smelti hurðina í lás
og rýmdi burtur frá.

417. Høgni smelti hurðina í lás,
sigist úr kongins veldi,
hann kom ikki á teirri gátt
fyrr enn triðja dagin at kvøldi.

418. »Bæði hevur tú gull og fæ,
og hartil hevur tú eyð,
vilt tú nakað, Artala kongur,
tiggja vatn og breyð?«

419. »Bæði havi eg gull og silvur,
og hartil havi eg eyð,
gjarna vil eg, Høgni ungi,
tiggja vatn og breyð.«

420. Til svaraði Artala kongur,
læt so orðum svara:
»Gjarna tiggi eg vatn og breyð,
um enn tað verður verri.«

421. Høgni smelti tá hurðina í lás
og rýmdi burtur frá,
hann kom ikki aftur á gátt
fyrr enn kongurin turrur lá.

(c) Dansifelagið í Havn