Kvæðasavn

Álvur kongur

Uppskrift: CCF 14C, 1, pp. 383-386, FK 16C, 6, pp. 57-66.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Álvur kongur og rekkar hans,
gitið man vera tess,
teir vóru ikki færri saman
enn níggju reisir seks.

2. Álvur stendur á hallargólvi,
mælir um sín vilja:
»Mín hevur mágur sent mær boð,
hvat man hann mær vilja?«

3. Svaraði hans dýra drotning,
silki situr og tvinnar:
»Um tú finnur faðir mín,
har mást tú lítið vinna.«

4. Svaraði hans dýra drotning,
silki situr og vevur:
»Um tú finnur faðir mín,
har kanst tú lítið gera.«

5. Inn kemur ein kolatrælur,
tekur til at ljúgva:
»Ringt er veður av skýum í dag,
tað kunnu ei fuglar fljúgva.«

6. Til svaraði kolatrælur,
tungu bar so balda:
»Ringt er veður av skýum í dag,
tað kunnu ei fuglar halda.«

7. Til svaraði Álvur kongur,
so er sagt, hann segði:
»Hann kemur ei í ferð við mær,
ið hasi orðini segði.«

8. Til svaraði Álvur kongur,
so er sagt fyri mær:
»Hann kemur ei í ferð við mær,
ið hasi orðini bar.«

9. Inn kemur ein kolatrælur,
tekur til at ljúgva:
»Gott er veður á skýum í dag,
har kunnu fuglar fljúgva.«

10. Inn kemur ein kolatrælur,
tungu ber so balda:
»Gott er veður á skýum í dag,
so gott munnu fuglar halda.«

11. Tóku teir tann flóðdreka,
skutu út í hav.
Har kom maður og mælir so:
»Kongurin, veit mær far!«

12. »Hoyr tú tað, tú mikli maður,
farið veiti eg tær,
vilt tú standa í allan dag
og stýra tann sjó hjá mær.«

13. So var veður á sjónum hart,
at ódnir mátti kalla,
so stýrir hann kolatrælur,
at báðum borðum hallar.

14. So var veður á sjónum hart,
at ódnir mátti heita,
so stýrir hann kolatrælur,
at inn dreiv mjøllin hvíta.

15. Justinus tók kolatræl
og varpar niður í skut:
»Nógvir eru slíkir stýrimenn
her í havi út.«

16. Justinus tók kolatræl,
varpar niður í kjøl:
»Nógvir eru slíkir stýrimenn
upp í hesari ferð.«

17. So var veður á sjónum hart,
at ódnir mátti kalla,
so stýrir hann Justin jallur,
at hvørgum borði hallar.

18. So var veður á sjónum hart,
at ódnir mátti heita,
so stýrir hann Justin jallur,
at frá dreiv mjøllin hvíta.

19. Áslakur stóð í grasgarði,
reyðargull bar á hendi,
so tók hann tær ørnir tvær
og út í havið sendi.

20. Svaraði lítil smásveinur,
á bunka sum hann stendur:
»Hvat er tað fyri grimir hestar
yvir havið ganga?«

21. »Hetta eru eingir hestar,
hetta eru eingi ross,
hatta eru ramar illgerningar,
reistar móti oss.«

22. Justin jallur tók rúnarkelvi,
varpar út á sjógv,
einki máttu illgerningar,
tað slætnaði sum á lógv.

23. Áslakur gekk í grasgarði,
reyðargull bar á hendi,
hann tók aftur ørnir tvær
og út á sjógvin sendi.

24. Tað var lítil smásveinur,
á bunka sum hann stendur:
»Hvat er tað fyri grimir hestar,
yvir havið ganga?«

25. »Hetta eru eingir hestar,
hetta eru eingi ross,
hetta eru ramar illgerningar,
reistar móti oss.«

26. Justin jallur tók rúnarkelvi,
varpar út á sjógv,
einki mátti illgerningar,
tað slætnaði sum á lógv.

27. Áslakur gekk í grasgarði,
reyðargull bar á hendi,
hann tók triðju ørnir tvær
og út á sjógvin sendi.

28. Svaraði lítil smásveinur,
á bunka sum hann stendur:
»Hvat er tað fyri grimir hestar,
yvir havið ganga?«

29. »Hetta eru eingir hestar,
hetta eru eingi ross,
hetta eru ramar illgerningar,
reistar móti oss.«

30. Justin jallur tók rúnarkelvi,
varpar út á sjógv,
einki máttu illgerningar,
tað slætnaði sum á lógv.

31. Kastaði síni akkeri
á so hvítan sand,
tá var illi Áslakur
riðin niður til strand.

32. »Ver vælkomin, Álvur kongur,
higar nú til mín,
lopnir eru fimtan vetur,
síðan eg væntaði tín.

33. Ver vælkomin, Álvur kongur,
ver vælkomin her,
lopnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu gera.

34. Tað stendur ein borg í grasagarði,
groypt við harðar greppar,
har skal Álvur inni drekka
við allar sínar rekkar.«

35. Til svaraði Álvur kongur:
»Tað skal eg ráða mær sjálvur,
ikki skal mær fylgja
meira enn rekka sveigurin hálvur.«

36. Álvur er gingin í glæstriborg
við allar sínar rekkar,
kongurin talar til falsaran:
»Tú gev teim sterkt at drekka!«

37. So skeinkir hann falsarin
mjøðin og vín,
fyrstur sovnaði hann Álvur kongur
fram úr sessi sínum.

38. So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í høll,
fyrstur sovnaði Álvur kongur
og síðan hirðin øll.

39. Falsarin gár fyri kongin:
»Nú er liðið sovnað.«
»Tað skal kosta høvur títt,
letur tú mjøðin dovna.«

40. Enntá mintist Áslakur,
hvat verið hevði fyrr,
hann kyndi eld í báðar galvar,
legði stokkar fyri dyr.

41. Stokkar eru av stáli gjørdir,
groyptir við harðar greppar,
Álvur og rekkar inni vóru,
teir náddu ei út at sleppa.

42. Vaknaði fyrsti av monnum Álvs,
tá tók eldur at rúka:
»Her rýkur eldur á henda eld;«
hann legði seg sekan at sova.

43. Vaknaði annar av monnum Álvs,
tá tók eldur at loga:
»Her rýkur eldur á henda eld;«
hann legði seg sekan at sova.

44. Vaknaði triði av monnum Álvs,
tá tók eldur at brenna:
»Skjúrta mín er sveittastorkin,
hitan má hon kenna.«

45. Seinast vaknar Justin jall,
tá var økt til dags,
tá tóku teirra hjálmar at renna
rætt sum skyggið vaks.

46. Til svaraði Justin jall:
»Oss er kyndur eldur,
vekjum sjálvan kongin upp,
tað fýsir oss heldur.«

47. Stokkar eru av stáli gjørdir,
groyptir við hørðum greipum:
»Takið nú bæði skjøld og svørð,
og berið nú borg av neipum!«

48. Gingu teir í galvin fram
við skjøld og brynju blá,
tað var henda mikla borg,
á grønum vølli lá.

49. Gingu teir í galvin fram,
tóku á so fast,
tað var henda mikla borg,
í tógva lutir brast.

50. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði illi Áslakur
brynjað út hundrað tólv.

51. Álvur stendur á grønum vølli,
spentur við gyltar gjarðir,
ein kom geirin fyri hans bróst,
deyður fell hann til jarðar.

52. Allar feldi hann Álvs menn
við stál og stinnum brandi,
ein bar livandi boðini
oman aftur til strandar.

53. Allar vá hann Álvs menn
við stál og brandi bjarta,
ein bar livandi boðini
oman til Rókin svarta.

54. Hoyrast mátti langt á leið,
Rókurin blæs í lúður,
riðu teir tá frá strondum niðan
Finnur og Hálvdan prúði.

55. Hoyrast mátti langt á leið,
tá Rókurin blæs í lúður,
riðu teir tá frá strondum niðan
Steffan og Rókurin reyði.

56. Riðu teir frá strondum niðan
Steffan og Rókurin reyði,
rivu upp stóru eikikelvi
og slógu mann til deyða.

57. Til svaraði Rókur svarti,
heldur á ringi reyða:
»Standið nú so menniliga,
hevnið harra deyða!«

58. Til svaraði Rókur svarti,
heldur á ringi bjarta:
»Standið nú so menniliga,
havið ei kálvahjarta!«

59. Rivu upp stóru eikikelvi,
slerdu mann til heljar,
dvørgamál sang í hvørjum fjalli,
verøldin tók at skelva.

60. So ríður hann Rókur svarti,
gjørdi góðar gripir,
feldi niður av øllum nú
tíggju fyri hvørja sipun.

61. So ríður hann Rókur svarti,
ongum gav hann grið,
Áslakur er kropin
undir borgarlið.

62. Áslakur stendur í grasagarði,
sorgina mundi hann troyta,
hann visti sær eingi onnur ráð
uttan á Óðin at heita.

63. Áslakur stendur í grasagarði,
reyðargull bar á hond,
hann visti sær eingi onnur ráð,
heitir á Óðin kong.

64. »Hoyr tú, Óðin Æsa kongur,
vilt tú hjálpa mær?
Tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.

65. Tólv merkur í reyðargulli
tað skal vera títt,
vilt tú, Óðin Æsa kongur,
loysa høvur mítt?«

66. Ein kom maður á leikvøll fram,
eingin ið hann kendi,
hann hevði eyga eitt í heysi,
finskan boga í hendi.

67. Ein kom maður á leikvøll fram,
so er frá at greina,
hann hevði eyga eitt í heysi,
knepta brók á beini.

68. Tað var reysti Rókur svarti,
vildi ei undan flýggja,
hann kleyv burt av Óðins høvdi
tríggjar hjálmar nýggjar.

69. Tað var reystur Óðin kongur,
vildi ei undan flýa,
setti aftur á høvur sítt
tríggjar hjálmar nýar.

70. Tað var reysti Rókur svarti,
vildi ei undan flýa,
hann kleyv burt av Óðins høvdi
tríggjar hjálmar nýar.

71. Tað var reysti Óðin kongur,
vildi ei undan flýa,
setti aftur á høvur sítt
tríggjar hjálmar nýar.

72. Tað var reysti Rókur svarti,
vildi ei undan flýa,
hann kleyv burt av Óðins høvdi
tríggjar hjálmar nýar.

73. Tað var reysti Rókur svarti,
hann kendi ongum hóv,
hann hjó av honum hjálmar,
hann nakin eftir stóð.

74. Hann hjó av honum hjálmar,
brynjuna av spretti,
nakin stóð hann Óðin kongur
á jørðini eftir.

75. Tað var reystur Óðin kongur,
fór í jørðina niður:
»Tær gevi eg nú, Rókur svarti,
lukku og fagran sigur.«

76. Tað var reysti Rókur svarti,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Áslak kong
sundur í lutir tvá.

77. Eg kann ikki kvøða
tað, hini kvøða ei við,
Rókurin hevndi harra sín
í níggjunda lið.

78. Eg kann ikki kvøða
tað, eg ikki kann,
Rókurin hevndi harra sín
í níggjunda mann.

(c) Dansifelagið í Havn