Kvæðasavn

Álvur kongur

Uppskrift: CCF 14D, 1, pp. 387-390, FK 16D, 6, pp. 67-76.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Eina veit eg rímuna
gjørd er út í Frans,
tað vóru ikki frægari saman
enn Álvur og rekkar hans.

Gyltan spora veri mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangara góða, lati renna.

2. Álvur kongur og rekkar hans
hava tað menn við orði,
har mátti eingin ganga til borðs,
sum ognar 'orine aabori'.

3. Álvur kongur og rekkar hans
hoyrt havi eg gitið tess,
tey vóru ikki færri saman
enn níggju sinni seks.

4. Draga teir sínar sjódrekarnar
oman úr tøttum neysti,
tá stóð fast í knarrarhæli,
men tá gekk fram og goysti.

5. Draga teir sínar sjódrekarnar
oman á saltan maka,
maður kom á bergið oman:
»Og kongur veit mær far.«

6. »Hoyr tú tað ungi maður,
farið skalt tú fá,
vilt tú standa í allan dag
stýra tann bylgju blá.

7. Hoyr tað tú ungi maður,
farið veit eg teg,
vilt tú standa í allan dag
og stýra sjó for meg?«

8. Hildu so í havið út,
sum ei var tá at fíra,
so mundi hann Justan jallur
sjálvur ganga at stýra.

9. So var veður á sjónum hart,
at ódnum mátti líta,
so stýrdi hann Justan jallur,
at frá dró mjøllin hvíta.

10. So var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kalla,
meðan stýrdi hann Justan jallur
at hvørgum borði at halla.

11. So var veður á sjónum hátt,
ógvuligt at líta,
tá stýrdi hann Justan jallur,
at beinir knørrir flýta.

12. Til svaraði Álvur kongur
av so miklum vanda:
»Hvat er hetta fyri hestarið,
sum eftir havi ganga?«

13. »Hetta eru eingi hestarið,
ei heldur onnur ross,
tað eru ramar illgerðir,
sum reistar eru eftir oss.«

14. So var veður á sjónum hátt,
ódnin eftir stóð,
so stýrdi hann Justan jall,
úr skjúrtu vant hann blóð.

15. So stýrdi hann Justan jall,
úr skjúrtu vant hann blóð:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
ei verður ferðin góð.«

16. So var veður á sjónum hátt,
aldan reisist frá grunni,
voldi tað óndi Ásmundur kongur,
illgerningar kundi.

17. Átta dagar Álvur kongur
í eysturmáli stendur,
so stýrdi hann Justan jall,
at blóði vant hendur.

18. Átta dagar Álvur kongur
í eysturmáli stóð,
so stýrdi hann Justan jall,
úr skjúrtu vant hann blóð.

19. So var veður á sjónum hátt,
snekkjan fleyt í streymi:
»Hoyrið oss allir mínir menn,
sigið mær tygara dreymar!«

20. Svaraði reysti Justan jallur,
fyrstur var hann á orðum:
»Fyrstur má eg mínar dreymar siga,
fátt má feigum forða.

21. Tað var mín hin fyrsti dreymur,
tá ið eg heima fór,
eldur leikar á øllum teim,
við Álvi kongi vóru.

22. Tað var mín hin annar dreymur,
tá ið eg heima sigldi,
eldur leikar á øllum teim,
ið Álvi kongi fylgdu.

23. Tað var mín hin triði dreymur,
tá ið eg heima var,
allir stoyttust á drekans borð
og duttu so niður í kav.«

24. So var veður á sjónum hart,
snekkjan fleyt í droyra:
»Hoyrið oss allir mínir menn,
meg lystir ei dreymir hoyra.«

25. Higar teirra tann snekkja
kendi fagurt land,
kastaðu akkerum sínum
á so hvítan sand.

26. Kastaðu sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land.

27. Fyrstur steig hann Álvur kongur
sínum fótum á land,
tað var hin illi Ásmundur,
ríður niður til strand.

28. »Ver vælkomin Álvur kongur
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar
mjøðin ella vín.

29. Ver vælkomin Álvur kongur,
vilt tú mær tað trúgva,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg læt veitslu búgva.

30. Í grasgarði stendur ein stova,
takt við marmarsteini,
har skal Álvur inni hvíla
við øllum tínum sveinum.

31. Í grasgarði stendur ein stova
takt við marmar 'getrer'
har skalt tú Álvur inni hvíla
'vi ødl tui neagri feer'.«

32. Tí svaraði Álvur kongur:
»Má eg ráða sjálvur,
mær skal fylgja frá strandir
ein rekka 'sainri' hálvur.«

33. Ganga teir frá strandum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr var drigin í neystið.

34. Upp í miðjum grasgarði
har aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í stórar borgir inn.

35. So skeinkir hann falsarin
mjøðin út í vín,
fyrstur sovnaði Álvur kongur
fram úr sessi sín.

36. Og so skeinkir hann falsarin
mjøðin inn í hall,
fyrstur sovnaði Álvur kongur,
síðan hirðin all.

37. Falsarin gongur fyri kongin:
»Nú er liðið sovnað.«
Kongurin talar til falsaran:
»Tú lat ikki mjøðin dovna!«

38. Enntá mintist Ásmundur kongur,
hvat verið hevði fyrr:
»Laðið eld í báðar galvar,
og stokkar fyri dyr!

39. Laðið eld í báðar galvar,
stokkar fyri dyr,
brennið so inni Álvun kong
alt hans valda lið!«

40. Vaknaði fyrsti av rekki Álvi,
tá tók eldur at loga:
»Her er royk av 'hende reig',«
løgdu seg søtir at sova.

41. Vaknaði annar av rekkum Álvi,
tá tók eldur at brenna:
»Mín er skjúrtan av sveittan storkin,
til hita má eg kenna.«

42. Vaknaði triði av rekki Álvi,
tá var økt til dags:
»So tóku várir hjálmar at renna
rætt sum skyggið vaks.«

43. Síðstur vaknaði Justan jallur:
»Tygum er kyndur eldur,«
vekir sjálvan kongin upp:
»Tað má tykkum fýsa heldur.«

44. »Vak upp, vak upp, Álvur kongur,
sveinar eru komnir í vanda,
eldur er lagdur í báðar galvar,
og stokkar fyri durum standa.«

45. Tí svaraði Álvur kongur
verið hevði í leikum:
»Takum vára breiða skjøldur,
berið borgir av neipum!«

46. Tí svaraði Álvur kongur
braka tók í høll:
»Mundu ikki neipir staðið við,
hevði inni verið Bjørn.«

47. Sveinar gingu í borgarkálvi,
øllum tóktist undur,
borgir brutu í tógva lutir,
neipir gingu sundur.

48. Stokkar vóru hvør av stáli gjørdir
við harðum groyptar knút,
rekkar Álvs vóru innibyrgdir
náddu nú allir út.

49. Stokkar vóru hvør av stáli gjørdir
groyptir við hørðum grettir,
rekkar Álvs vóru innibyrgdir
náddu nú út at sleppa.

50. Reystur var sagdur Álvur kongur,
væl má á honum skína,
hann kom út á víðan vøll
har við øllum rekkum sína.

51. Og so ríður hann Álvur kongur,
so reystiliga fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.

52. Klývur hvønn um tvørar herðar,
ímóti honum rann,
eftir stóð tá Ásmundur kongur
við sín triðja mann.

53. Ásmundur gongur í grasgarði
víða gongur 'savn tigie geavu',
'Rerur í loga' í lúða blæsur,
hann hevði dýra Óðans navn.

54. »Hoyr tú Óðin nasadjarvi,
dugnað veit tú mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva nú tær.«

55. Óðin hvarv úr sessi burtur,
hann var maðurin versti,
hann kom aftur í øðrum líki
á einum kolsvørtum hesti.

56. Óðin hvarv úr sessi burtur
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur í øðrum líkt,
í flogdreka líki.

57. Og so ríður Álvur kongur
reystiligur fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.

58. Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

59. Óðin stoyttist í jørðina niður
undan brynju blá,
hann kom upp á baki hans,
gav honum banasár.

60. Óðin hvarv úr sessi burtur
undir brynjubelti,
hann kom upp á baki hans,
Álvin kong hann feldi.

61. Ganga teir frá strondum niðan,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá knørr var drigin í neystið.

62. Ganga teir frá strondum niðan,
Rókur og Ringur prúði,
Steffan á so mangan hátt,
Hálvdan blæs í lúður.

63. Ganga teir frá strondum niðan,
grimt var teim í huga,
ríva upp stóra eikikelvi,
tykja ei vínið duga.

64. »Kongurin gav oss gull og silvur,
mangar ringar reyðar,
standið nú so manniliga,
hevnið vár harras deyða!

65. Kongurin gav oss gull og silvur,
mangar ringar bjartar,
standið nú so manniliga,
hevnið vár harras hjarta.«

66. Og so ríður Rókurin svarti
reystiligani fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.

67. Klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann,
eftir stóð hann Óðin kongur
við sín triðja mann.

68. Tað var reysti Óðin kongur
stoyttist í jørðina niður:
»Teg biði eg nú Rókurin svarti
lív og fagran sigur.«

69. Tí svaraði Rókurin svarti,
helt undir grønan líð:
»Tí gavst tú mær lív og frið,
tordi ei mín at bíða.«

70. So ríður hann Rókurin svarti
gjøgnum grønan líð,
einki gól tá eftir honum
heykur og 'illa huj'.

71. So ríður hann Rókurin svarti
ígjøgnum grønan lund,
einki gól tá eftir honum
heykur ella hund.

72. Eg kann ikki kvøða meir,
enn kvøðið er for meg,
Rókurin svarti hevndi Sniolv
í níggjunda liði.

(c) Dansifelagið í Havn