Ársaðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn verður í Hornahúsunum fríggjakvøldið 24. oktobur 2014, kl. 21:00.
Til aðalfundin kunnu nýggir limir tekna seg, og limirnir kunnu sum vanligt skriva seg upp at skipa í vetur. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Barnadansurin í Norðurlandahúsinum byrjar 10. oktobur 2014, kl. 20:00 - sí annars skrá fyr barnadansin 2014-15 her á síðuni. Ársveitslan verður leygarkvøldið 14. februar, kl. 20, og er hetta eisini seinasta dansikvøldið í vetur.
Nevndin í felagnum hevur gjørt av at kvøða brúðarvísurnar og aðrar vísur og kvæði, ið hava samband við brúdleyp, til upptøkur á DVD. Skráin til tað tiltakið er hendan:
- I ærlige bruderfolk, Janus Kamban skipar
- Fisken tager sin føde i vand, Niels á Velbastað skipar
- Kong Hans han sidder på København, Niels á Velbastað skipar
- Várharra hann segði, Heini Mortensen skipar
- Harra Pætur og Elinborg, Birgir Djurhuus skipar
- Leivur Øssursson, Wentzel Kamban skipar
Hetta tiltakið verður leygardagin 22. nov 2014, kl. 16:00 í Hornahúsunum. Upptøkurnar verða skipaðar sum vanligt, og eftir upptøkurnar verður hugnakvøld fyri limum felagsins. Samstundis verður dansurin fríggjakvøldið 21. nov. 2014 avlýstur. Til aðalfundin varð samtykt at hava hesa upptøku í apríl/mai 2015. Til hesa upptøku er ikki krav um, at øll eru í føroyskum klæðum. Samlaður tekstur til upptøkurnar: pdf-skjal at taka niður. Her á síðuni er eisini ein grein um ymiskar skikkir í sambandi brúðarvísur og brúðardansur.
Av tí at eingin skrá er fríggjakvøldið 24. okt., kvøða vit I ærlige bruderfolk og Kong Hans. Fríggjakvøldið 31. okt. kvøða vit Várharra hann segði, og Fisken tager sin føde i vand.
Viðvíkjandi limagjaldi
Vit heita á limir felagsins um at rinda limagjaldið á kr. 300 við at flyta á konto felagsins í BankNordik 6460-150.899.9. Viðmerk navn og limagjald 2014/15. Mint verður á, at limir undir útbúgving og limir, sum eru yngri enn 20 ár, rinda ikki limagjald.
Við vón um enn ein góðan dansivetur!