Tann 24. oktober 2014 var aðalfundur, og fitt var møtt av fólki.
Frágreiðing frá farna ári og roknaskapur varð lagdur fram. Katrin Gullbein hevði biðið um at sleppa úr nevndini, og í hennara stað varð valdur Gunnar Restorff. Fitt av lutfalsliga ungum fólki dansa við Dansifelagnum í Havn, og tað er gleðiligt. Nakað av kjaki var um, hvussu fleiri ung - serliga tannáringar - kunnu betur haldast til. Felagið er boðið til veitslu hjá Klaksvíkar Dansifelag leygarkvøldið 8. november - tekningarlisti til veitslu og buss liggur frammi í Hornahúsunum. Samtykt varð at flyta ætlaðu sjónvarpsupptøkuna 22. november til einaferð í apríl/mai - og hava hugnakvøld fríggjakvøld 21. november, sum vanligt. Aftaná fundin vórðu danska brúðarvísan og Kong Hans kvøðin.
<a href="/index.php?amp;view=article&id=39&catid=9&Itemid=122" target="_blank">Vegleiðandi skráin</a> fyri veturin er gjørd og sæst hon her á síðuni. Um broytingar verða, so verður hon dagførd so hvørt - eisini verða leinki til tekstir løgd út so hvørt.