Formaðurin í Sláið Ring, Jónleif Johannesen, hevur heitt á okkum um at kvøða brot úr donsku brúðarvísuni til tiltak í Gamla Bókahandli týskvøldið 18. november, frá kl. 19:30.

Her verður nýtt hefti givið út við vísum til brúðardans við teimum báðum brúðarvísunum umframt yrkingum, sum vunnu kappingina hjá Sláið ring. Tiltakið byrjar kl. 19:30, sambært skránni verða brot kvøðin frá 20:15 til 20:50. Fyri at vísa, at tað enn eru tey, sum taka undir við donsku brúðarvísuni og halda lív í hesum parti av okkara mentanararvi, hava vit valt at møta upp til tiltakið. Ætlandi brúka vit hesu ferð suðuroyarlagið. Tey sum hava hug og møguleika at møta eru vælkomin. Sí nærri skrá á
<a href="http://sr.fo/framloga+av+nyggjum+hefti+til+brudardans.html" target="_blank" rel="nofollow">http://sr.fo/framloga+av+nyggjum+hefti+til+brudardans.html</a>

Annars er ein grein um <a href="/index.php?amp;view=article&amp;id=31&amp;catid=8&amp;Itemid=101">brúðarvísur og brúðardans </a>at lesa her á síðuni.