Leygardagin 11. apríl kl. 16:00 verða gjørdar sjónbandaupptøkur av brúðarvísunum og vísum og kvæðum til brúðardans.

Upptøkurnar verða skipaðar sum vanligt, og eftir upptøkurnar verður gott at eta og drekka. Til hesar upptøkur er ikki krav um at vera í føroyskum klæðum - møtið pent ílatin, soleiðis sum tit vanliga gera til brúdleyp. Skráin til hetta tiltakið er:

Eisini ber til at heinta allar tekstirnar sum eitt samlað pdf-skjal. Í greinini Brúðarvísur og brúðardansur ber eisini til lesa um siðin við brúðarvísum - eins og tað har eru upptøkur at hoyra av brúðarvísum og vísum og kvæðum til brúðardans.

Týdningarmikið er at fólk møta fjølment upp - og sjálvandi er als ikki neyðugt at duga allar vísurnar og kvæðini!