§1. Navn felagsins er “Dansifelagið í Havn”.
§2. Endamál felagsins er at savna fólk saman til góðan føroyskan dans, tílík sum hava ans og virðing fyri føroyska dansinum.
§3. Tey, ið vilja verða limir, venda sær til nevndina, sum í hvørjum einstøkum føri avger limaskapin. Limir skulu hava fylt 14 ár.
§4. Dansitíðin byrjar í oktober og endar á føstulávint. Dansað verður eitt kvøld um vikuna.
§5. Aðalfundurin ásetur limgjaldið eftir uppskoti frá nevndini. Limir sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir útbúgving gjalda ikki limagjald (í løtuni er limagjaldið kr. 300,- um árið).
§6. Limur kann verða koyrdur úr felagnum, um nevndin heldur orsøk vera til tess.
§7. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári áðrenn dansitíðin byrjar, og annars tá ið nevndin ella 20 limir krevja tað. Ársaðalfundurin verður kunngjørdur limunum 14 dagar frammanundan.
§8. Á ársaðalfundinum verður vald ein 7 manna nevnd og roknskapargrannskoðari. Kassameistari kann verða valdur umframt. Roknskapurin fyri farna árið verður framlagdur. Uppskot frá nevnd ella limum er samtykt, tá meiriluti av teimum møttu limunum á aðalfundinum eru fyri tí. Nevndin skipar seg sjálv.
§9. Roknskaparárið er frá 1. oktober til 30. september.
§10. Lógarbroyting kann bert verða gjørd á aðalfundi, tá ið minst 3/4 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.
§11. Felagið kann verða slitið, tá minst 2/3 av samlaða limatalinum atkvøða fyri hesum á aðalfundi.
§12. Verður felagið slitið, verða føstu ognir felagsins latnar Tórshavnar Býarsavni, og tann kontanti peningurin latin Føroyamálsdeildini til kvæðaútgávur og annað í hesum sambandi.
Soleiðis broytt á ársaðalfundi 21. oktober 2011.
Nevndin í Dansifelagnum í Havn er:
- Róald Johannesen, formaður, 187 Hvítanes. Tlf. 286918.
- Janus Brix Kamban, næstformaður, 410 Kollafjørður. Tlf. 225585.
- Heini Mortensen, kassameistari, 100 Tórshavn. Tlf. 551313.
- Connie Á. Jakobsen, 187 Hvítanes.
- Tormóður Djurhuus, skrivari, 100 Tórshavn.
- Barbara Álvsdóttir Thomssen, 100 Tórshavn.
- Gunnar Restorff, ábyrgd av heimasíðu, 100 Tórshavn. Tlf. 292563.
Dansifelagið dansar í Hornahúsunum. Hornahúsini eru gomul bóndahús hjá Hornabóndanum í Hornabø. Hornahúsini eru friðað og Dansifelagið í Havn leigar húsini frá Tórshavnar kommunu og syrgir soleiðis fyri at húsini verða hildin í forsvarligum standi og at húsini eru livandi, vera brúkt.
Kvæðasavn
Leita eftir heiti: |
Leita eftir teksti: |
- Danials táttur
- Dannekongen lader en havfru gribe
- Dansk kongetal
- Danska brúðarvísan
- Datter spurgte hun moder
- De hoffmænd sidde i Roskilde by
- De kongens mænd ride på volde
- De legte guldtalv ved breden bord
- De røvere hvile for norden skov
- De røvere tolv
- De røvere ville at stjæle gå
- De vare vel syv og syvsindstyve
- De vare vel syv og syvsindstyve
- Den anden vise om Herr Marsk Stig
- Den Femte Sang Om Ægte-Folkes Embede
- Den fierde vise om Marsk Stig
- Den første vise om Marsk Stig Andersøn
- Den genfundne søster
- Den tredie vise om Marsk Stig
- Der bor en jarl i Engeland
- Der ere så mange i Dannemark
- Der går en dans på Riber gade
- Der var en greve i Saksenland
- Det er i nat en vågenat
- Det er nu sket udi vor tid
- Det var Bøhmerlands dronningen
- Det var greve herr Guncelin
- Det var herre Ivar Axelsøn
- Det var mester kong Tidrik
- Det var Oluf Strangesøn
- Det var om en løverdag
- Det var Sankt Oluf konning så bold
- Det var unge kong Sverke
- Det var ungen Ulf van Jern
- Dólgars kvæði
- Dreymur Karlamagnusar
- Dronning Dagmar i Danmark, 1205
- Dronning Dagmar ligger i Ribe sjug
- Dronning Dagmar spåes af en havfru
- Dronning Dagmars Død, 1212
- Dronning Dagmars dødelige afgang
- Dronning Dagmars hjemfærd til Danmark
- Dronning Margrete, 1389
- Drósin á Girtlandi
- Dvørgamoy I
- Dvørgamoy II
- Dvørgamoy III
- Dvørgamoy IV
- Dvørgamoy V
- Dvørgamoy VI
- Dvørgamoyggin fagra
- Dysjadólgur
A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Å ALT
(c) Dansifelagið í Havn
Joomla! is all about allowing you to create a site that matches your vision. The possibilities are limitless; this sample site will get you started.
There are a few things you should know to get you started.
Every Joomla! website has two parts: the Site (which is what your site visitors see) and the Administrator (which is where you will do a lot of the site management). You need to log in to the Administrator separately with the same username and password. There is a link to the administrator on the top menu that you will see when you log in.
You can edit articles in the Site by clicking on the edit icon. You can create a new article by clicking on the Create Article link in the top menu.
To do basic changes to the appearance your site click Home, Site Settings and Home, Template Settings.
To do more advanced things, like edit the contact form, manage users, or install a new template or extension, login to the Administrator.
Some quick tips for working in the Administrator
- To change the image on all the pages: Go to the Module Manager and click on Image Module.
- To edit the Side Module: Go to Extensions, Module Manager and click on Side Module.
- To edit the Contact Form: Go to Components, Contacts. Click on Your Name.
Once you have your basic site you may want to install your own template (that controls the overall design of your site) and then, perhaps additional extensions.
There is a lot of help available for Joomla!. You can visit the Joomla! forums and the Joomla! documentation site to get started.
Dansifelagið í Havn varð sett á stovn í oktober 1952, og er elsta dansifelag í landinum. Tað hevði verið vanligt við føroyskum dansi í Sjónleikarhúsinum, men nøkur fólk hildu hetta vera ov óskipað og tóku seg tí saman at gera eitt rættiligt dansifelag. Tá felagið varð sett á stovn, taldi tað 20 limir. Nú eru omanfyri hundrað limir í Dansifelagnum í Havn. Dansur er í Hornahúsunum hvørt fríggjakvøld kl. 22.00 í vetrarhálvuni, frá seinast í oktobur til føstulávint. Dansifelagið í Havn skipar eisini, saman við Norðurlandahúsinum, fyri barnadansi. Hesin er somuleiðis hvørt fríggjakvøld kl. 20.00-21.00 í Norðurlandahúsinum. Dansitíðin byrjar við aðalfundinum hjá felagnum, sum vanliga er fyrsta fríggjakvøld eftir heystfrítíðina, og tá er eisini høvi hjá nýggjum limum at tekna seg. Fólk, sum ikki eru limir í Dansifelagnum í Havn, eru sjálvandi eisini vælkomin at møta upp til einstøk av teimum vanligu dansikvøldini.
Skrá
Vegleiðandi skrá eru fyri regluligu dansikvøldini - bæði fyri dansin í Hornahúsunum og fyri barnadansin í Norðurlandahúsunum. Skráirnar síggjast undir menupunktinum Skrá. Onnur lættari kvæði, vísur og tættir, sum ikki standa á skrá, verða eisini tikin tá tíð er til tess.
Limagjald
Limagjaldið er í løtuni 300 krónur um árið og skal tað gjaldast í sambandi við aðalfundin í oktobur inn á konto 6460-150.899.9 í BankNordik. Fyri at gerast limur skal man vera fyltur 14 ár - ung undir 20 ár og fólk undir útbúgving gjalda ikki limagjald.
Page 2 of 2