§1. Navn felagsins er “Dansifelagið í Havn”.

§2. Endamál felagsins er at savna fólk saman til góðan føroyskan dans, tílík sum hava ans og virðing fyri føroyska dansinum.

§3. Tey, ið vilja verða limir, venda sær til nevndina, sum í hvørjum einstøkum føri avger limaskapin. Limir skulu hava fylt 14 ár.

§4. Dansitíðin byrjar í oktober og endar á føstulávint. Dansað verður eitt kvøld um vikuna.

§5. Aðalfundurin ásetur limgjaldið eftir uppskoti frá nevndini. Limir sum eru yngri enn 20 ár ella eru undir útbúgving gjalda ikki limagjald (í løtuni er limagjaldið kr. 300,- um árið).

§6. Limur kann verða koyrdur úr felagnum, um nevndin heldur orsøk vera til tess.

§7. Ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári áðrenn dansitíðin byrjar, og annars tá ið nevndin ella 20 limir krevja tað. Ársaðalfundurin verður kunngjørdur limunum 14 dagar frammanundan.

§8. Á ársaðalfundinum verður vald ein 7 manna nevnd og roknskapargrannskoðari. Kassameistari kann verða valdur umframt. Roknskapurin fyri farna árið verður framlagdur. Uppskot frá nevnd ella limum er samtykt, tá meiriluti av teimum møttu limunum á aðalfundinum eru fyri tí. Nevndin skipar seg sjálv.

§9. Roknskaparárið er frá 1. oktober til 30. september.

§10. Lógarbroyting kann bert verða gjørd á aðalfundi, tá ið minst 3/4 av teimum møttu limunum atkvøða fyri.

§11. Felagið kann verða slitið, tá minst 2/3 av samlaða limatalinum atkvøða fyri hesum á aðalfundi.

§12. Verður felagið slitið, verða føstu ognir felagsins latnar Tórshavnar Býarsavni, og tann kontanti peningurin latin Føroyamálsdeildini til kvæðaútgávur og annað í hesum sambandi.

Soleiðis broytt á ársaðalfundi 21. oktober 2011.