Kvæðasavn

Kappin Illhugi

Uppskrift: CCF 18C, 1, pp. 433-434, FK 20C, 6, pp. 191-196.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Úti sigldu fimtan skip
eina jóla nátt,
gótu ei tann eldin sókt,
ið logaði hjá flagdum hátt.

Snekkjan brúna, sunnan gular vindur á
seglin ovurblá,
mær stóð hugur á vænu moy,
kann eg hana fá.

2. Úti sigldu fimtan skip
eina jóla tíð,
gótu ei tann eldin sókt,
ið logaði í flagda bý.

3. »Honum gevi eg mínar
gullringar ný,
mær vil søkja tann heita eld,
ið logar í flagda bý.

4. Honum gevi eg øksi mína,
so mína kápu blá,
ið mær vil søkja tann heita eld,
ið lugar flagdum hjá.

5. Honum gevi eg øksi mína,
so mína brynju bjarta,
mær vil sløkkja tann heita eld,
ið logar for mínum hjarta.

6. Tað er fult í fimtan ár,
síðan tú sást meg leika:
gívurin mína dóttur tók,
tí beri eg kinnar bleikar.

7. Tað er fult í fimtan ár
síðan tú sást, eg ló,
gívurin mína dóttur tók,
tað hitt væna fljóð.«

8. »Hav tú sjálvur øksi tína,
so tínar ringar ný',
eg skal søkja tann heita eld,
sum logar í flagda bý.

9. Hav tú sjálvur øksi tína,
so tína kápu blá,
eg skal søkja tann heita eld,
sum logar flagdum hjá.

10. Hav tú sjálvur øksi tína,
so tína brynju bjarta,
eg skal sløkkja tann heita eld,
sum lugar for tínum hjarta.«

11. Illugi læt at landi leggja,
gekk frá strondum eina,
tá hann kom í hellið niðan,
tá var gívurin heima.

12. Illugi gekk í hellið inn,
myrkt var honum for eygum,
hann sá sita eina grima gívur,
raka í brondum reyðum.

13. Svaraði tann hin grima gívur,
hon reistist upp frá eldi:
»Hvaðan er hetta køgulsbarn,
her er komið á kveldi?«

14. »Kalla meg ikki køgulsbarn,
ei vil eg tað vera;
var eg heima í mínum ríki,
ónt mundi eg tær gera.

15. Kalla meg ikki køgulsbarn,
ei vil eg so eita;
var eg heima í mínum ríki,
ónt mundi eg tær veita.

16. Kalla meg kappin Illugi,
tað er mítt rætta navn,
hann, ið kallar meg køgulsbarn,
til ilsku søki eg hann.«

17. Illugi stendur á hellisgólvi,
hyggur um so víða,
hann sær uppi í sævarsong
sova moy so fríða.

18. »Tað sær eg á tær, Illugi,
tú hevur hug á vívi;
í nátt skalt tú hjá moynni sova,
í morgin láta lívið.

19. Tað sær eg á tær Illugi,
tú hevur hug á moy;
í nátt skalt tú hjá moynni sova,
í morgin skalt tú doy'.«

20. Illugi fór úr sínum klæðum,
aktaði ikki tað,
hann steig upp í Hildu song
og svav har nætur tvær.

21. Illugi fór úr sínum klæðum,
læt ikki á sær síggja,
hann steig upp í Hildu song
og svav har nætur tríggjar.

22. Illugi fór úr sínum klæðum,
óttaðist ei fyri deyð';
hann steig upp í Hildu song
og svav har nætur sjey.

23. Tað er Hilda kongins dóttir,
tók so sárt at gráta:
»Tú tarvt ikki, Illugi,
at elva teg so kátan.

24. Tú tarvt ikki, Illugi,
at elva teg so kátan;
nívir hon teg á songarstokk,
lívið mást tú láta.«

25. »Tú tarvt ikki, ríka frú,
eftir tí at troya,
annað hvørt tað letur hon
meg liva ella doya.«

26. Tað var Hilda kongins dóttir,
fann upp á tey ráð,
klæddi upp á træbílæti,
legði sær í hjá.

27. Gívurin kemur inn árla morgun,
dartar við øksi í hendi,
nívdi hon hann á songarstokk
og brá honum snart úr veldi.

28. Illugi fór at læa;
tá gívurin hetta sá,
kastaði aftur í Hildu song
og breiddi omaná.

29. Kongurin liggur á skipinum,
leingist honum at bíða,
áðrenn hann sær sína sælu dóttur
niður úr fjalli líða.

30. »Eg tók Hildu fyri fimtan ár,
konginum illa líkar,
nú skal eg hana heiman gera
við hálvum mínum ríki.

31. Eg tók Hildu fyri fimtan ár,
konginum illa tótti,
nú skal eg hana heiman gera,
sum hon var mín dóttir.

32. Her siti eg á kistum tveim,
fullar eru við ringar,
tað skal Hilda heiman hava
sær um lodnar fingrar.

33. Her siti eg á øðrum tveim,
fullar eru við lín,
tað skal Hilda heiman hava,
fosturdóttir mín.

34. Her siti eg á triðju tveim,
fullar eru við skrúður,
tað skal Hilda heiman hava,
tá hon verður brúður.«

35. Kongurin liggur á skipinum,
leingist honum at bíða:
nú sær hann sína sælu dóttur
niður úr fjalli líða.

36. Nú sær hann sína sælu dóttur
niður úr fjalli líða,
fimtan sær hann smátrøllini
eftir henni skríða.

37. Tað var tann hin grima gívur,
tung vóru hennara mein,
fylgdi síni fosturdóttur
ytst á flóðarstein.

38. Upp leyp ein av kongins monnum,
gívrina vildi skjóta,
Illugi leyp í fremra stavn,
hann var ei seinur til fóta.

39. Illugi leyp í fremra stavn,
til fóta var hann ei sein':
»Hann skal harðan deyða tola,
gívrini vinnur mein.«

40. »Far væl Hilda kongins dóttir
við tí gullinum reyða,
eg skal aftur í helli mítt
at syrgja meg til deyða.«

(c) Dansifelagið í Havn