Kvæðasavn

Sigmundar kvæði eldra

Annað heiti:
Sigmund Brestissons tættir

Uppskrift: CCF 22H, 1, pp. 474-476, FK 24H, 7, pp. 110-115.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Ólavur kongur kristnum býður
gud og mildar miskunnar tíðir.

- Noregis menn, dansum væl í friðum,
stillið ydur alla riddara, Noregis menn,
dansið væl í friðum.

2. Ólavur heitir á sveina tvá:
»Heintið Sigmund inn til vár!«

3. Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Sigmundur inn fyri borð.

4. Sigmundur fellur á síni knæ:
»Góðan dag, harri, hvat vilt tú mær?«

5. Kongurin tekur í Sigmundar hond:
»Eg gevi tær helvtina av Føroya land.

6. Tú skalt fara til Føroya vestur,
tær skal fylgja Tambar prestur.

7. Tú skalt fara til Føroya land,
tær skal fylgja Tannebrand.

8. Í Føroyum býr ein fínskur mann,
Tróndur í Gøtu eitur hann.

9. Tróndur í Gøtu eitur hann,
mín kæri Sigmundur, fá mær hann!«

10. Sigmundur tekur til orða svá:
»Hann verður ikki góður at fá.«

11. »Hvørt heldur er hann tann kappin reysti,
ella er hann í gandi treystur?«

12. »Ikki er hann tann kappin reysti,
heldur er hann í gívrum treystur.«

13. Ganga teir eftir sandi,
sum knørrur fleyt fyri landi.

14. Loystu út av dýrum vág
tann besta knørr, í Noregi lá.

15. Sigmundur sínum skipi skeyt,
besti knørrur av Noregi fleyt.

16. Sjógvurin brýtur sum boðafles:
»Haldum beint í Lindisnes!«

17. Vindur sítt segl so høgt í rá,
siglir til Føroya mánar tvá.

18. Hann siglir í ein, hann siglir í tvá,
triðja fekk hann Føroyar at sjá.

19. Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.

20. Sjógvurin brýtur sum boðafles:
»Haldum beint á Mjóvanes!«

21. Sjógvurin gerst nú gulur og blár,
sandurin uppi á tilju lá.

22. Tekur at rúka sandur og sjóur:
»Nú er Tróndur vorðin óður!«

23. Náttina eina, dagana tvá
Sigmundur úti fyri Gøtu lá.

24. »Tóat vær kostum lív og lund,
vær náum ei á Gøtusund.

25. Tóat vær kostum lív og and,
náum vær ei á Gøtu sand.

26. Vær náum ei á Gøtu sand,
Tróndur ristir mót os gand.«

Annar táttur

27. Nú skal taka upp annan tátt,
sigla út til Svínoyar brátt.

28. Í Svínoy býr ein menskur mann,
Bjarni bóndi eitur hann.

29. Sigmundur vendur síni skúti í hav,
næst øll skútan gekk í kav.

30. Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.

31. Sigmundur siglir Svínoyarfjørð,
skútan bognaði sum ein gjørð.

32. Kastar hann akkar á hvítan sand,
fyrstur steig Sigmundur fótum á land.

33. Haraldur fellur á síni knæ:
»Fostbróðir, lat meg fylgja tær!«

34. »Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.«

35. Tá ið hann kom í bóndans garð,
alt lá fólk í svøvni har.

36. »Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,
nú skal eg bróta bóndans dyr.«

37. Ei visti Bjarni av fyrr enn tá
Sigmundur yvir hans herðum stár.

38. Fljóðið steig í serki fram:
»Tær megið ei gera so stóra skamm.

39. Tær megið ei gera so stóra skamm,
drepa inni ein gamlan mann.«

40. »Vil hann Bjarni kristin verða,
skal eg honum einki gera.

41. Bjarni, gakk á grønan vøll,
sig mær, hvør mín faðir feldi.«

42. »Eg gav tær lív, og tað var væl,
Tróndur læt slá tín faðir í hel.«

43. Tað var bóndans fyrsta orð:
biður nú bera mat á borð.

44. Tað var bóndans annað orð:
letur nú bera drekka á borð.

45. Einki gjørdu teir annað tá,
drukku og dansaðu í dagar tvá.

46. Einki gjørdi hann annað har,
kristnaði bóndan og alt har var.

Triði táttur

47. Nú skal taka upp triðja tátt
og sigla suður til Dímunar brátt.

48. Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.

49. Sigmundur siglir um Skúvoyarfjørð,
skútan bognar sum ein gjørð.

50. Á bunkanum stendur drongur treystur:
»Haldum nú millum oya eystur!«

51. Sigmundur gongur í bæði borð:
»Haldum nú beint á Grønuskor.«

52. Haraldur fellur á síni knæ:
»Fostbróðir, lat meg fylgja tær!«

53. »Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.«

54. Sigmundur tekur ein kaðal í hond,
búgvið spjót tá rennur á land.

55. Hann skeyt upp í grønn vall,
oddurin niður í grótið gall.

56. Tríati favnar var bergið hátt,
Sigmundur lesti seg við ein tátt.

57. Á gøtuni lógu garpar tveir,
bráðan bana fingu teir.

58. Sigmundur veit sær onga neyð,
reikar heim á Skorarheyg.

59. Inn kom húsfrú Guðrun á gátt:
»Eg sá mann á henda hátt.«

60. »Sært tú mann á henda hátt,
hann var ikki her á jólanátt.

61. Hann var ikki her á jólanátt,
nú er ei at sova brátt.«

62. Øssur leyp eftir skreppum ný,
fýra tunnur gingu tarí.

63. Kastar so øllum vápn ísenn,
loypur í borg við níggju menn.

64. Níggju menn og málmarar tólv,
taka nú allir at verja borg.

65. Øssur stendur við borgarlið,
breiðari øksi hann studdist við.

66. Vá hann seg inn, vá hann seg frá,
eystan á borgina vá hann seg á.

67. Eystan á borgina vá hann seg á,
mann vá hann frá Øssuri tá.

68. Mann vá hann frá Øssuri tá,
Øssur stóð og sá hará.

69. Øssur stóð og sá hará:
»Ei skulu fleiri fara svá.

70. Ei skulu fleiri fara svá«,
báðir ruku saman tá.

71. Bardust í dagar, bardust í tvá,
hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

72. »Nú skal eg taka listir fyri seg,
sum Ólavur kongur lærdi meg.«

73. Hann vá til við opnum skildi,
fóturin av, so hondin fylgdi.

74. Øssur talar av miklari trong:
»Tær skuluð føra meg vestur á drang!«

75. Tað var Øssurs síðsta orð:
»Høvdið skal venda á Grønuskor.«

76. »Tað boð skalt tú av mær tiggja,
vestur á drangi skalt tú liggja.«

77. Í Suðuroy var Sigmundur dripin,
norður í Skúvoy var hann grivin.

(c) Dansifelagið í Havn