Kvæðasavn
Nornagests ríma
Uppskrift: CCF 4D, 1, pp. 252-253, FK 4D, 4, pp. 109-112.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Eitt er frøðið um Nornagest,
- lat tær ráða ráðgerð í vanda -
tílíkum góðum gekk hann næst,
- hvør ein svein geri so. -
2. Oksar tólv vóru leiddir á torg,
og so fram á fríðu borg.
3. Kongur ætlar at høgga teir,
tílíkum góðum gekk tað við gleim.
4. Kongurin hjó so mikið høgg,
at blóðið dreiv við benjar døgg.
5. Allir duttu teir deyðir niður,
øksin stóð í stokki við.
6. Allir lovaðu hilmarhøgg,
blóðið dreiv um benjar døgg.
7. Har kom kall við høkjur tvær,
studdist so fast á báðar tær.
8. Kongur kvøður kalli blítt:
»Hví lovar tú ikki høggið mítt?«
9. »Yvrið, harri, var høggið títt,
í forðum sá eg vænari slíkt.«
10. »Hoyrt hevur tú gitið Sjúrð svein,
hann var so frægur í heimi ein.
11. Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjúrður høgg ormin í miðju sundur.«
12. »Kanst tú siga frá Sjúrði svein,
hann var frægur av fornum ein?«
13. »Tað kann eg siga Sjúrði frá,
tílíkan eingin við eygum sá.
14. Tá skalv bæði leyv og lund,
Sjúrður høgg ormin í miðju sundur.
15. Høgni var ein heiðursmann,
ljótan av lit so kendi eg hann.
16. Gunnar var so reystur og ríkur,
fróður og blíður og Gunhild líkur.
17. Fróður og blíður og Gunhild líkur,
seint man føðast annar slíkur.
18. Faðir mín átti fridligt bú,
fjól tað mikið um manga kú.
19. Eg sat á skógvi og goymdi hest,
helst tá ið veðurið var betst.
20. Allir sita í saðli teir,
Høgni, Gunnar og Sjúrður svein.
21. Riðu teir um díkið heim,
Gunnar og Høgni og Sjúrður svein.
22. Riðu teir um díkið tá,
eg var svein og sá hará.
23. Gunnars hestur sprakk um fyrst,
Gunnar kendi væl tann dyst.
24. Høgna hestur sprakk um tá,
Grani fastur í feni lá.
25. Sjúrðar hestur sprakk um síðst,
hann gjørdi so glaða góðmærs list.
26. Grani fell í fenið fast,
galtagjørðin sundur brast.
27. Allir stigu úr søðlum teir,
Gunnar, Høgni og Sjúrður svein.
28. Allir toga á dýran hest,
Sjúrður togar á teymar mest.
29. Ofta havi eg um díkið trott
bæði dag og døkka nátt.
30. »Gestur, ger mær viljan ein,
tú tvá mín góða gangara rein'.«
31. Sylgjan, ið sundur brast fyri mær,
hana, gestur, gevi eg tær.
32. Riðu so fram at eini á,
eingin kundi til manna sjá.
33. Eg tváaði hans bróst og bringu rein',
hans lær og legg og langa bein.
34. Góðan gangara gjørdi eg rein',
síðan hevði meg Sjúrður til svein.
35. Vær riðum so fram á Fávnis ból,
har skein gull sum geislar av sól.
36. Eg tók eitt hár av sama hesti,
tað var sítt og vaksið mest.
37. Eitt var hár í hala á hesti,
tað var favn og feti mest.
38. Tað var favn og feti sítt,
glógvaði rætt sum silvur hvítt.
39. Eg havi í forðum farið vítt,
ei funnið ljós og lívið mítt.«
40. Kongur gav honum skaft og skeið,
og sjálvur segði hann kalli leið.
41. Í Frakkalandi er vatnið vítt,
har er ljós og lívið títt.
42. Leingi kavaði kurtis mann,
áður hann beint á ljósið fann.
43. Kørnar prestur skírdi hann,
tá leið lív, sum ljósið brann.
44. Tá ið ljós í lygtu var brent,
tá var lív og levnað endt.
(c) Dansifelagið í Havn