Limabræv er júst sent limum felagsins.
Í brævinum verður boðað frá, at ætlaða ársveitslan 6. februar 2021 er avlýst og í staðin verður eitt hugnakvøld í Hornahúsunum fríggjakvøldið 5. februar 2021 kl. 21.
Mest sannlíkt verður eisini ætlaða uttanlandsferðin í september 2021 útsett eitt ár afturat.
Eftir ætlan byrjar vanligi dansurin aftur fríggjakvøldið 22. januar 2021 - barnadansur kl. 20:00 í Norðurlandahúsinum og føroyskur dansur kl. 22:00 í Hornahúsunum.