Leygardagin 3. mai 2014 tók Dansifelagið í Havn upp brot úr 9 kvæðum.

Aftaná var smyrjibreyð at fáa. Dansurin gekk væl og serliga hugaligt var at fólk møttu so væl upp. Ætlanin er at gera upptøkur í november 2014 av brúðarvísunum báðum - »I ærlige brudefolk« og »Vár Harra hann segði« - umframt fýra vísum til brúðardans. Nærri verður kunnað um hetta seinni.

Sendingarnar við upptøkunum verða sendar sum vanligt á Ólavsøku (28. og 29. juli 2014) umframt annað jólakvøld (26. desember 2014).