Kvæðasavn

Jallgríms kvæði

Uppskrift: CCF 19C, 1, pp. 444-447, FK 21C, 7, pp. 33-43.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

1. Eina veit eg rímuna,
gjørd við nýtum orðum:
Jallgrímur og Havgrímur
ræðu fyri í forðum.

- Látum dans dynja dreingir,
stoltsliga stígum í ring,
stendur hon væl frúa.

2. Jallgrímur og Havgrímur
ræðu við búnum brandi:
hin var sær á Upplondum,
men hesin á Bjarmalandi.

3. Løgdu sær so ráðini við,
sum fornir gjørdu í forðum:
»Tað skal ikki kongur stýra
her um Heroyar norður.«

4. Har komu niður á Bjarmalond
fimmti riddarar reystir,
tá svaraði Havgrímur:
»Hvørjir eru hesir gestir?«

5. Svaraði ein av sveinunum,
smílist undir lín:
»Haraldur kongur av Noregi
sendi meg til tín.

6. Haraldur hevur os higar sent
ikki við so blíðum:
antin skalt tú landið skatta,
ella ímóti stríða.«

7. Havgrímur so til orða tekur,
mælir tunga at inna:
»Her hevur eingin skattur gingið
alt tað ið frægir minnast.

8. Eg eri alin á Bjarmalondum,
giti ei landið skattað,
ikki skal hann Haraldur kongur
fregna tað og frætta.«

9. Bóru burt hans borðbúnað,
gjørt var av silvuri reina:
»Takið nú tann høvdinga
og berið út á teinum.«

10. Løgdu hendur á Havgrím unga,
ætlaðu út at bera,
hann vá upp sín bitra brand,
ið væl kundi brynjur skera.

11. Hann brá upp sín bitra brand,
er mær ei á tí hól,
eg svørji tann ei við mína trúgv,
hann feldi riddarar tólv.

12. Sveinar riðu for kongin heim
við so nýtum orðum:
»Enn ræður Grímur á Bjarmalondum,
sum hann hevur ráðið í forðum.«

13. Kongurin so til orða tekur,
heldur á búnum knívi:
»Eina skal eg Noregi stýra,
um eg eri á lívi.«

14. Kongurin so til orða tekur
við sínum gula hári:
»Vit skulum gista Bjarmalond,
tá ið líður at vári.«

15. Hetta frætti jallurin,
uppi situr í fjøllum:
»Haraldur hevur Noregi hálvt,
nú vil hann ráða yvir øllum.«

16. Jallgrímur klæðist árla morgun,
man meg rættum minna:
»Nú lystir meg á Bjarmaland
fornar vinir at finna.«

17. Út var loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvaskegg.

18. Prýddur var hann við skarlak
niður á miða síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Jallgrímur skuldi á ríða.

19. Jallgrímur ríður í grasagarð,
loysir av saðilgjørð:
»Hvat er títt á Bjarmalondum?
frætti eg av í fjør.«

20. Jallgrímur ríður í grasagarð,
letur so orðum byrja:
»Hvat er títt á Bjarmalondum?
tað er fyrst at spyrja.«

21. »Haraldur kongur av Noregi
ræð mót os at herja,
brynjaði hann út fimmti kempur,
væl mundi eg meg verja.

22. Her er komin ein annar gestur
niður frá høgum fjøllum,
alin er upp blant Bjarmatussar,
og líkastur er hann trøllum.

23. Alin er upp blant Bjarmatussar,
líkastur er hann trøllum,
hann vil mína sæla dóttur
føra upp mót fjøllum.

24. Hann er eingin á Bjarmalandi,
honum torir at møta,
hvør ið kemur í holt við hann,
blóðig verður gøta.«

25. Havgrímur kemur út árla morgun,
fátt man feigum forða,
hann sær nú tann fjallatussa
niður úr fjøllum spora.

26. Hundar tóku at goya hátt,
greppurin dró at garði,
stígur á legg við stinnum alvi,
fór ikki um við fári.

27. Hundar tóku at goya hátt,
greppur at garði dró,
stígur so sterkt á stinnan legg,
hann jørð um kálvar vóð.

28. Hundar tóku at goya hátt,
greppur at garði dregur,
stígur so sterkt á stinnan legg.
hann jørð um kálvar veður.

29. Veggir allir svignaðu,
hvar hann kom í tún,
hurðar allar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

30. Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann gekk í sæti;
Jallgrímur so til orða tekur:
»Slíkt er trølla læti.«

31. Beinkir allir brotnaðu,
hvar hann settist niður.
Jallgrímur so til orða tekur:
»Slíkt er trølla siður.«

32. Tá svaraði hann fjallatussi,
kinn hann bar so balda:
»Eg haldi tað ei vera kongaligt,
ið ikki skal kempum halda.«

33. Risin so til orða tekur,
lítur seg út til bíggjar:
»Hvar er frúgvin Ingibjørg?
nú vil eg hana síggja.«

34. Havgrímur so til orða tekur:
»Eg havi ráð og minni;
tú sært ikki Ingibjørg
enn á hesum sinni.«

35. Risin gjørdist grimur í grønum,
er mær ei á tí hól,
tríati sló hann reystar kempur,
fullu á hallar gólv.

36. »Sjálvur skal eg mær sømdir lúka,
frú á máli finna.«
Hann gekk seg í høga loft,
hann mundi tað útinna.

37. Risin kemur í salin inn,
svarar so frá sær:
»Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
vilt tú játtast mær?«

38. »Kjaftur tín er ógvuligur,
nasarnar eru langar,
so eru tíni kjálkabein
sum fjórðingsvegur at ganga.

39. Kjaftur tín er ógvuligur,
ennið tað er fatt,
nasarnar eru sum neystadyr,
hartil sigi eg satt.

40. Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á bringu,
neglirnar rætt sum bukkahorn
alin fram av fingrum.

41. Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á belti,
eyguni rætt sum tjarnir tvær,
og tonn sum í villini gølti.«

42. Risin stendur á hallargólvi,
hevur ei fleiri orð,
hann tók frúnna Ingibjørg
og ripti fram um borð.

43. Hann tók frúnna Ingibjørg
undir kápu blá;
Jallgrímur sprakk úr hásæti,
hann sínum brandi brá.

44. Risin tók ta bjørtu brúður
út á grønan vøll;
Jallgrímur gav so vont eitt høgg,
hinum í heysin gell.

45. Risin misti frú frá favn
niður á fold so fríða;
Jallgrímur hana á hestin tók
burt á skógv at ríða.

46. Jallgrímur hana á hestin tók
burt á skógv at ríða:
»Hoyr tú, frægur frúnnar faðir,
tú skalt við risan stríða.«

47. Jallgrímur hana á hestin tók,
spennir á saðilgjørð,
plaga so allir riddarar ríða,
gangari rennur á jørð.

48. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viða gekk.

49. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til viða rann.

50. Inntil tann hin triðja,
ið sól til viða rann,
tá fell kappin Havgrímur
tann hin raski mann.

51. Risin burt av garði reið,
føtur í fjallið setti:
»Ei skal jallur á Upplondum
við æru liva eftir.«

52. Ein kom maður í høllina inn
millum stavs og veggjar:
»Skunda tær, reystur Haraldur kongur,
landið undir teg at leggja.

53. Skunda tær, reystur Haraldur
glaður í gulmærs gangi:
deyður er nú tann høvdingi,
os hevur forðað leingi.«

54. Hann legði undir seg ríkið alt
fram við sjóvarstrond,
síðan helt hann haðan burt
og ríður á Upplond.

55. Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir,
talar hann nú til sínar menn:
»Roynið nú bogastreingir.«

56. Jallgrímur ríður út árla morgun,
kappin tann hin raski,
fimmti vóru teir kongins menn,
ið fullu í fyrsta kasti.

57. Jallgrímur rópar á sínar menn:
»Spennum vára bogar,
ikki skal Haraldur hárfagri
so Upplendingar kúga.«

58. Jallgrímur ríður á grønum vølli,
sum aðrir reystir menn,
so feldi hann Haralds garpar
hundrað um ísenn.

59. Átjan vóru teir sveinarnir,
boðini bóru heim:
»Jallgrímur ræður á Upplondum
so frægur hilmir ein.«

60. »Nú skal brynja út annað lið
vera til víggja førur,
ríða so til Upplanda
og spenna á saðilgjørð.«

61. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
riðu so á skógvin burt
fram fyri fagran hól.

62. Jallgrímur kemur út árla morgun,
sær nú kongins dreingir;
talar hann nú til sínar menn:
»Spennum bogastreingir.«

63. Jallgrímur ríður út árla morgun
sum aðrir reystir menn;
so feldi hann Haralds greppar
hundrað um ísenn.

64. Jallgrímur ríður á grønum vølli,
royndi góðar gripir,
feldi niður av Haralds monnum
tíggju for hvørja sipun.

65. Jallgrímur ríður á grønum vølli
við sínum brandi bjarta,
ein fleyg ørvin fyri hans bróst,
tá neit inn at hjarta.

66. Úr sær reiv hann blóðiga ørv
alvæl sum hann kundi,
sendi hana aftur í Haralds lið,
so mangur lívið týndi.

67. Jallgrímur so til orða tekur:
»Felt havi eg úr liði;
gerið sum fyrst í fyrndartíðum:
gevið nú ongum grið.«

68. Teir høgga títt, teir líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktast ungi Jallgrímur
í víggi har hann stendur.

69. Jallgrímur ríður á grønum vølli,
nú tekur liðið at tynna:
»Glaður eg ríði at kvøldmálum
mína brúður at finna.«

70. Dagurin tók at kvølda,
teir sóu risan renna,
oman skruddu dalir og fjøll,
tá hann ræð teir at kenna.

71. »Eg havi staðið í stríð í dag
og vegið so mangan mann,
nú síggi eg tann fjallatussa,
eg meini hann vil mær ann.

72. Eg havi staðið í stríð í dag
og vunnið tann sigurin prúð;
eg eri møddur og illa særdur,
hvíla vil eg nú.«

73. »Ongan skalt tú søtan sova,
so leingi sum brandar bíta,
fyrr enn eg fái Ingibjørg,
sum væn er á at líta.«

74. Hann legði inn at Jallgrími unga,
sigst í hesum tátti,
harðliga við beinum bankar,
fór ikki um við sátti.

75. Riðu saman á grønum vølli,
frá man frættast víða;
so rann sveitti um belti hans
sum elvur í fossinum stríða.

76. Jallgrímur gav so vont eitt høgg,
tað tók at rúka av skalla:
»Tað er ei so undarligt,
um eg í dag man falla.

77. Hevði eg ikki for mínum brósti
følt tað tunga mein,
ikki skuldi tú, fjallatussi,
boðini borið heim.«

78. Jallgrímur reiggjar svørð íkring,
vegur við vápn á skildir,
so hjó hann til fjallatussan,
eggin beinið kildi.

79. Risin sipaði jarnstongina
við so miklari ferð,
Jallgrímur fekk so ont eitt slag,
at heilin dreiv á jørð.

80. Gylsteinur sær úr heri brá,
væl kundi brynjur skera:
»Ikki skal frúgvin Ingibjørg
risans brúður verða.«

81. Gylsteinur seg frá heri reið,
við sínum brandi brá,
hann kleyv henda grima risa
sundur í lutir tvá.

82. Tað var reystur Haraldur kongur,
gav honum gávur góðar:
Bjarmalandi yvir at ráða
og Ingibjørg, væna fljóð.

83. Gylsteinur festi Ingibjørg,
so er komið til mín,
síðan førdi hann Haraldi kongi
skatt og gull í skrín.

(c) Dansifelagið í Havn