Fríggjakvøldið 23. oktober kl. 21:00 verður árligi aðalfundurin hjá Dansifelagnum í Havn í Hornahúsunum.

Skrá verður sambært viðtøkum felagsins. Aftaná aðalfundin verður ætlandi farið upp á gólv. Dansað verður annars vanliga fríggjakvøld kl. 22:00 í Hornahúsunum.

Koronafyrivarni:

Hesi fyrivarni eru við føroyskum dansi í mun til koronasmittu:

  • Tiltakið er treytað av, at mett verður, at stýr er á smittuketunum í Føroyum. Møgulig avlýsing sæst á facebook (sí niðanfyri) og verður kunngjørt í útvarpinum sama dag.
  • Fólk, ið hava verið uttanlands seinastu 14 dagarnar undan tiltakinum, eiga ikki at luttaka – hóast negativar testir.
  • Fólk við sjúkueyðkennum eiga ikki at luttaka í tiltakinum.
  • Øll skulu skriva seg í eina dagbók, tá tey koma – navn og telefonnummar á einum ábyrgdara umframt tal av fólki.
  • Hendur verða sprittaðar/vaskaðar bæði áðrenn og aftaná at dansað verður (og í steðginum) – og frástøðu verður hildin í steðginum
  • Man skal royna í mestan mun at leiða tey somu fólkini alt kvøldið – og í tann mun tað er møguligt, at halda seg tætt at teimum, ið man annars er tætt at í tí dagliga (t.d. fólk úr sama húski)
  • Man skal royna ikki at kvøða upp í andlitið á hvør øðrum, og somuleiðis at hava ringin eitt sindur ”luftigan”/ikki ov trongan