Kvæðasavn

Frunta táttur

Uppskrift: Tættir 1, pp. 76-80.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina so vil eg vísuna kvøða,
hvørki um fýrkantað ella runt,
hvørki um dygdir ella lastir,
men um tær gentur, sum brúka frunt.

2. Tað var áður í gamlar dagar,
gentur inntóku so mangan glunt,
tóat tær snildirnar vistu tær ikki:
krumsakka ella brúka frunt.

3. Sikem var so vakur ein junkar;
hansara rov var illa unt;
Dinu kastaði hann 'pá at forføra,
tóat hon ikki brúkti frunt.

4. Fátæka einkjan øksini leitar,
sveimar um allan bøin runt;
væl mundi Bóas henni veita,
tóat hon hevði ikki klipt sær frunt.

5. Gíðingagentan, sum bókin segði,
tó ikki skírd við kirkjufunt,
kongurin hugin á hana legði,
tóat hon hevði ongan frunt.

6. Enntá minnist eg væl fleiri
í tí halga landinum runt:
ein Kleopatra og Bernissa;
hvørgin av teimum brúkti frunt.

7. Síðan hongdu tær kýsan á nakka,
kloddar í kríllin ballaðu runt;
flestar, sum vildu, fingu tá maka,
tóat tær ikki brúktu frunt.

8. Eitt sinn tvær gentur koma til saman,
snakkaðu tær um landið runt,
dreingir at lova, summar at lasta,
skjóta upp á tær, sum brúka frunt.

9. »Spáa mær systir!« segði tann eina,
»gev mær eitt hjartans orð so sunt:
hvat eri eg vakrari, so sum eg eri,
ella um eg hevði klipt mær frunt?«

10. »Frunturin man teg so lítið prýða:
andlitið títt tað er so runt;
betur sámir teimum, sum langleittar eru;
tí búgvist eg at klippa mær frunt.«

11. Hartil flákrandi kom tann triðja,
skjúrtið og fyriklæðið vavt upp í bunt.
»Hví so síðla man tú koma?
hevur tú verið og klipt tær frunt?«

12. Nú er verðin so við um vorðin,
fortrotið øðrum og illa unt;
knappliga í spæli nøkur verður tikin,
uttan hon hevur klipt sær frunt.

13. Draga tey dýnu ella krumsakka,
reisa tey hjørt, ella dansa tey runt,
summar ganga stakar, fáa ikki makar,
tí tær hava ikki klipt sær frunt.

14. Tá kom tann fjórða framman undan veggi,
gleið á garði og fell í strunt;
Ilt, segði kellingin, nýtst av bræði;
slíkt vanst av at klippa frunt.

15. Dreingir halda sær á teiti;
handa hevur ikki staðið grunt.
Síggið nú fylgið, ið saman er samlað!
ráðsláa tær og snakka um frunt.

16. Gentur royna nú listir flestar,
ástareld kveikja sum við lunt,
Sandoyardansin og krumsakk at bresta;
tó roynist best at klippa frunt.

17. Tí ganga gentur í dansistovu,
leika við dreingir hvørt heiligkvøld runt;
gerandisdagar tær geispa og sova,
uppstroknar og sum brúka frunt.

18. Summar vilja vera við tað gamla,
hárið í kýsan balla runt;
fortrot upp á aðrar so munnu tær dríva,
sum hárið brúka leyst og brúka frunt.

19. Summar ganga við kambi í hári,
krúlla tað væl í flættuna runt;
men tað er mótin hjá teim flestu:
niðursligið hár og brúkan frunt.

20. Lat tær nú apa seg, sum tær vilja!
lat tær nú brúka allar mótarnar runt!
breiðar líningar og frynsar um herðar
sømir best teimum,sum brúka frunt.

21. Fruntatátturin er at enda,
»rundan« er um gólvið runt;
ein sigur upp og annar niður:
tí hoyrist ikki longur um frunt.

(c) Dansifelagið í Havn