Kvæðasavn

Hábarðs kvæði

Uppskrift: FK 116, 29, pp. 72-110.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Signuvu táttur

1. Hamund kongur og Sigur kongur
sær fyri ríki ráddu,
livdu so leingi í verðini,
síni sorgarmál uppnáddu.

2. Hamund kongur og Sigur kongur
sær fyri ríki róðu,
livdu so leingi í verðini,
til teir sínar sorgir sóu.

3. Hamund kongur og Sigur kongur
sær fyri ríki ráða,
tungt man falla stríð ímillum
teirra synir báðar.

4. Tungt man falla stríð ímillum
teirra synir tveir,
Álvur og Hábarð, kongins son,
og avrekskappar fleiri.

5. Tungt man falla stríð ímillum
teirra synir tríggjar,
livdu so leingi í verðini,
til teir máttu sorgir síggja.

6. Hamund kongur og Sigur kongur
máttu av steikini smaka,
bitu upp á kakuna,
ið drotning hevði bakað.

7. Blandað var hon við eitur og ónt,
so kvøði eg frá vendi,
danskir, norskir og saksungarpar
roykin av henni kendu.

8. Blandað var hon við eitur og ónt,
so greiði eg frá lúki,
fell til grús í teirra kroppi,
hon vríggjaði í teirra búki.

9. Skonkti hon í so beiska skál,
hon mundi teir flestu henda,
strakti seg gjøgnum ríki tvey,
tey fingu ein bráðan enda.

10. Endaði vórðu ríki tvey,
bæði slekt og stamma,
voldi tað Bera drotningin,
og Gunnvor, Svanhilds amma.

11. Drotningin skonkti so beisk ein skál,
hon mundi teim flestu rekka,
helti aftur at sínum munni,
mátti sjálv bermin drekka.

12. Kempur ríða saman í kamp,
ymist hvør ið vinnur,
sælur er hann í verðini,
ið ongar sorgir finnur.

13. Sigur kongur dóttur eigur,
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrúkinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

14. Sigur kongur dóttur eigur,
von er hon sum lilja,
har ríða bæði kongar og jallar,
kongins dóttur at gilja.

15. Sigur kongur dóttur eigur,
ljós er hon um enni,
eingin tann á Sjólondum,
ið líknast móti henni.

16. Ganga teir inn fyri Sakslands kong
við svørð og brynju blá:
»Hví man ikki Hildgir, sonur tín,
sær eina jomfrú fá?«

17. Ganga teir inn fyri Sakslands kong
við svørð og brynju fríða:
»Hví man ikki Hildgir, sonur tín,
sær eina jomfrú biðja?«

18. Tá svaraði Sakslands kongur,
drekkur á mjøðarker:
»Hvar vita tit so væna jomfrú,
ið hansara sámi er?«

19. »Sigur kongur dóttur eigur,
fagur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrúkinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

20. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagur skín um várið.

21. Hon kann alt við hondum gera,
sámir væl ein kvinna,
hon kann bøkur og rúnarmál,
tað reyðargull kann hon spinna.

22. Hon kann alt við hondum gera,
tann frúa læra má,
hon kann bæði at lesa og skriva
bøkur og rúnarmál.

23. Her gongur rykti, at Sigur kongur
eigur sær dóttur væna,
eingin tann á Sjólondum,
ið líknast nakað við hana.

24. Hon hevur sær ein 'gjilsajil',
gjørdur av silvuri rára,
innan er hann av Ofirs gull,
hann skín sum sólin klára.«

25. Hildgir sprakk um borðið fram,
letur so orðum svara:
»Loysið mær skip av vágni út,
eg skal til Sjóland fara!«

26. Loystu skip av vágni út
bæði við segl og mast,
sigldu so til Sjólanda
og tað við størsta hast.

27. Hildgir kvittaði til Sjólanda
ta hina longu leið,
honum gekk ikki væl í hond,
tí frúgvin segði nei.

28. »Eg lovi ongan høviskan mann,
sum ei í stríð kann standa
móti mínum brøðrum tveim
at beita teir bitru brandar.

29. Tú ert for bleytur, ungi maður,
slíkar pustir at taka,
far teg aftur til Sakslanda,
so vanur í árni at raka!«

30. Frúgvin kastar kápu um seg,
belti hon um seg hefti,
setir upp á seg jomfrúkrans,
og gjørdi tað stóra lyfti.

31. »Kransin eg ei av høvdi taki,
eg svørji við drottin dýra,
fyrr enn eg fái so menskan riddar,
sítt vápin kann bera og stýra.

32. Eg eigi mær tveir raskar brøður,
slíkir eru ei í landi,
Álvur og Olgar nevndir á navni,
teim kann eingin bestanda.

33. So vil eg í kirkju í dag,
míni lyfti skifta,
kemur nakar, ið teir yvirvinnur,
so skal eg meg gifta.«

34. Lovaðu allir hennara lyfti,
bæði dansa og sprungu,
pípur og so harpuljóð
fyri henni sungu.

35. Svaraði ein av kongins monnum,
heldur á gyltari floy:
»Nú trúgvi eg, stolt Signuva
vil altíð liva moy.«

36. Upp steig frúgvin Signuva,
svarar so frá sær:
»Aldri man tann skjoldungaættin
doyggja út við mær.«

37. Kongurin tók tað spír í hond,
kong Dan tann fyrsti átti:
»Staðfest er nú Signuvu lyfti,
gjørt er á kongins slotti.«

38. Hildgir vendi frúnni frá,
men frúgvin eftir sat,
sigldi so aftur til Sakslanda
við óforrættaðari sak.

39. »Meg lystir ei at dvølja longur,
gera ta tíð so langa,
vendið nú um til Noregi,
eftir reinari reglu ganga!«

40. Hákun reið til Svøríki,
kongins lívið legði,
hann var bróðir til drotning tá,
ið Sigur kongur hevði.

41. Hábarð ríður á leikvølli,
Ásmundur honum næst,
tað var Hákun, bróðir hans,
ið honum í tankar brast.

42. »Kongins høvur í Svøríki
Hákun av hálsi hjó,
eg skal tílíkt roysni royna,
tí eg eri bróðir góð.«

43. Hann legði niður skemt og leik
og fyri sín faðir gekk:
»Eg beri onga avind um tað,
ið Hákun bróðir fekk.

44. Eg vil vera mín bróður lík
og ongan háttur minni,
nú lystir meg av landi út
roysni av kappum vinna.«

45. »Tú hevur bæði makt og mót,
tað kann eg væl sjá,
heilur og sælur, sonur mín,
hvat stevnir tú tomur á?«

46. »Tað er Signuva, kongins dóttir,
situr í Sjólands ríki,
hon eigur tveir so menskar brøður,
eingin er teirra líki.

47. Ongan vil hon ediling lova
sína lívsins tíð,
uttan hennara báðar brøður
yvirvinnur í stríð.

48. Eg skal meg til Sjólanda
at eggja teim út til stríð,
sápla niður tær reystkempur
og vinna tað væna vív.«

49. »Fátt er tær í huga komið,
tú hevur tagað leingi,
danskir eru stríðbarir,
tú kemur ei aftur longur.

50. Danskir eru so í stríð
sum leyva, mist hevur ungar,
fert tú teg til Sjólanda,
tað vekir mær harmin tunga.«

51. »Tó skal eg til Sjólanda,
eg skoyti ei teirra vreiði,
eg kann svørð í lofti svinga
sum danskir garpar fleiri.«

52. »Kanst tú ikki sita í frið,
so far eftir tínum tykki,
statt so væl og manniliga,
og æruna gloym tú ikki!«

53. So letur Hábarð, kongins son,
síni skipin gera,
allar læt hann streingirnar
av reyðargulli vera.

54. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavnar og stýri av reyðargulli,
og so var seglið í topp.

55. Har kom mangur maður saman,
svørð og skjold kundi bera,
teir vildu fylgja í ferðini við,
tað danska tok at gera.

56. Har komu allir 'tolborar'
við sterkum bogum í hondum,
har komu allir 'Hornalommar'
við øksum og stórum stongum.

57. Hildu út av Noregi
hundrað skip í flokki,
sigldu so til Sjólanda,
at froyðurin stóð frá stokki.

58. Fagur var tann snekkjan,
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

59. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Hábarð, kongins son,
sínum fótum á land.

60. Fyrst steig Hábarð, kongins son,
sínum fótum á land,
tólv brynjaðar herkempur
undir hans høgru hand.

61. Tólv brynjaðar herkempur
undir hans høgru hand,
slógu so sínar tjaldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.

62. Fylgdu honum til hallar heim
avreksgarpar tólv,
Ásmundur við hans høgru síðu,
trettandi var hann sjálvur.

63. Tá ið teir komu til portsins dyr,
sum vektarin fyri lá:
»Hvaðan eru hesir fremmindu menn,
ið banka so sterkt uppá?«

64. »Hetta er Hábarð, kongins son,
her vil fyrst inn gá,
tað eru míni ørindi
kongins dóttur at fá.«

65. Vektarin gár for kongin inn,
sum hann hevði verið fyrr:
»Trettan norðmenn herklæddir
standa við portsins dyr.«

66. »Lat teir ikki úti standa,
bjóð teim sess og sæti,
drekka mjøð og kláran vín
og eta av kongins fati!«

67. Hábarð gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

68. Hábarð stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reystur Sjólands kongur,
gev mær dóttur tína!«

69. Sjólands kongur til orða tekur,
skortar hann ikki fíggja:
»Bíða til Álvur og Olgar sterki
koma her aftur til bíggja!

70. Teir eru seg í ókunn londum,
vega sítt svørð í blóði,
sit, menskur Hábarð, kongins son,
og leika við vænum flóði!«

71. Upp steig Bera drotningin,
tekur so spotskt at læa:
»Nú vænti eg, at Hábarð hevur
biðið sín egin skaða.

72. Eg gevi ikki mína dóttur
bróðurs bana í hendur,
tú er hansara næsti bróður,
her fyri borði stendur.

73. Tú skalt líða for bróðurs deyð,
ið Hákun spenti av streingi,
vænta tú Álvs og Olgars svørð,
teir bíða nú ikki leingi.«

74. Inn kom Signuva, kongins dóttir,
skonkti sum hon fekk mál,
svaraði drotning: »Tak við horni,
og drekk nú deyðsins skál!«

75. Hábarð tók við horninum,
frúgvin honum ræði,
sóu tað allir, ið inni vóru,
at saman yntust bæði.

76. Hábarð er í ríkinum
bæði við gleði og gleim,
nú skemst stund, at kongins synir
sigldu til Sjóland heim.

77. Kongurin talar til sína drotning,
besta sum hann kann:
»Vendi Hábarð so siðiliga
aftur til Noregis land.«

78. »Lat hann heldur á Sjólondum
leypa í sjálvs síns váða,
køla mín vreiði út í hans blóð
við raskar brøður báðar.«

79. Tað hendi seg á einum sinni,
tey lótu á skógvin standa,
har kom tað hitt illa dýr,
ið drotning vildi granda.

80. Kongurin rendi til villbassan
í tí sama sinni,
veikar vóru hans gomlu hendur,
ikki beit egg á skinni.

81. Hábarð stakk tann villbassan
við sínum slíðraknívi,
frelsti drotning av teirri neyð,
tí hann unti vonum vívi.

82. Tað er ungi Ásmundur,
svarar so for seg:
»Hví talar tú ei til moynna blítt,
sum ást vil eiga teg?«

83. Tað er Hábarð, kongins son,
ræður aftur at tala:
»Tað er ikki dygdig frú,
ið fyrst um elskóg mælir.«

84. Kongurin setst í hásætið,
talar um kempualvið:
»Set teg, Hábarð, kongins son,
og leika við meg í talvi!«

85. Teir telva títt, teir telva dátt,
Hábarð altíð vann,
kongurin talar til sína drotning:
»Hevn mær handa skamm!«

86. Hábarð talar til kongins dóttur:
»Um enn tað líkar teg,
tú skalt leika for tínar brøður,
eg for sjálvan meg.«

87. Víða leypa terningar
á talvborði fram,
bertelvt var á talvborði,
hvørgin partur vann.

88. Tað er frúgvin Svanhild,
svarar so frá sær:
»Ymist verður kempustríð,
um Hábarð frúnna fær.«

89. Svanhild og frúgvin Signuva
vóru báðar eitt lív,
hon var Gotlands kongins dóttir
og Olgars onkarvív.

90. Nú koma tey tíðindi
inn á hallargólv,
Álvur og Olgar komnir eru
og rekkasveiggin hálv.

91. Ganga teir inn í høgaloft
við lyftum, teir hava lovað:
»Hildgir er vár stalbróðir góð,
hann skal hjá frúnni sova.«

92. Svaraði Sjúrður, kongins son,
ið ríkið var borin til:
»Hábarð hann skal frúnna hava,
tað stendst hvat av, ið vil.«

93. Álvur talar til Signuvu:
»Systir mín hin søta,
tú skalt heldur Hildgir hava,
tí mær torir eingin møta.«

94. Upp steig Hábarð, kongins son,
ræður nú á at herja:
»Her eru mínar báðar hendur,
við teim skal eg meg verja.«

95. Olgari rætti hann vinstru hond:
»Mítt navn eri eg bekendur,
høgru vísi eg, Álvur, tær,
ið her fyri borði stendur.«

96. Svaraði Hábarð, kongins son,
heldur á brýndum knívi:
»Antin skal eg frúnna vinna
ella lata lívið.«

97. »Hvussu eitur tú, mikli maður,
hevur so mangt á munni,
einki skalt tú rósa av,
fyrr enn tú hevur vunnið.«

98. »Eg skal siga alt mítt slekt,
og einki skal eg loyna,
Hábarð skalt tú nevna meg,
og nú vil eg teg royna.

99. Noregi er mítt fedrannaland,
í Tróndheim eri eg føddur,
Helvin og Hámund, brøður tveir,
teir verja landið eftir.

100. Hamund kongur er faðir mín,
Alvild er mín móðir,
Hákun kongur í Svøríki,
hann er mín elsti bróðir.«

101. »Hákun sló mín móðurbróður
og seg í stólin setti,«
brá so upp sín bitra brand
og Hábarð kongi hætti.

102. Hábarð sat í tvørbeinki,
roðin um hann sló,
lítur upp á brúður blítt
og svørð úr slíðrum dró.

103. Sjúrður upp frá borði steig,
hann gjørdi altíð væl,
rópti ígjøgnum gyltan lúður:
»Friður í kongins sal.«

104. Ganga teir á slottinum,
ráða um stríðið leingi,
antin teir skuldu í tveykamp saman
ella við fólkameingi.

105. So fell teirra sakin út,
teir skuldu við skipum fara,
brynja út tað heila lið
og vápin ikki spara.

106. Tað var frúgvin Signuva,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
for Hábarð kongin inn.

107. Frúgvin so til orða tekur
av so tungum vanda:
»Hábarð, hav í hondum hóv,
tá brøður beita brandi!«

108. »Eg kann snarari lívið lata,
tí teir eru menskir tveir,
líka javnt er skipatal,
men meiri fólk hava teir.«

109. Hon legði hendur um Hábarðs háls,
kallar hann søtan sín:
»Spar bæði teg og brøður tveir,
so verði eg lutur tín!«

110. Hábarð heilsaði brúður blítt,
kysti hana á munn,
skiltust at á hesum sinni,
tár á kinnar runnu.

111. Brynja teir út tað garpalið,
gingu at skipaborðum,
drotning mælir títt við Álv,
so fast av nýtum orðum.

112. Sigldu teir frá landi út,
sum stríðið skuldi standa,
løgdu skipin borð um borð,
og royndu so bitrar brandar.

113. Álvsins skúta, størst av teim,
strakti upp til ský,
raplaði grót av toppi niður,
Hábarð loftaði tí.

114. Teir kastaðu bæði spjót og stengur,
Hábarð loftaði enn:
»Sitið kvirrir, norskir menn,
standið upp allir í senn!«

115. Hábarð sprakk á skipið upp,
Ásmundur aftaná,
tá rann blóð á Álvsins skútu
rætt sum nøkur á.

116. Berjast teir á miðjum bunka,
har var mannatrongd,
Hábarð og ungi Ásmundur,
teir ruddu fyri sær gongd.

117. Hábarð stendur á bunkanum,
roðin um hann sló,
tíggju fullu danskir menn
fyri hvørt høgg, hann hjó.

118. Hábarð brá sín brand á loft,
av dró barnagaman,
Olgar undir høggið kom,
tí bar báðum saman.

119. Berjast teir á miðjum bunka,
skipið tók at braka,
so var Olgar í víggi staddur,
hann gekk eitt spor tilbaka.

120. Hábarð gav so stórt eitt høgg,
alt tað, ið megnið beið,
skútan helti í ymsi borð,
og Olgar á dekki gleið.

121. Hábarð høgdi á øðrum sinni,
tá gekk maktin øll,
so var glatt á skipabunka,
Olgar á dekkin fell.

122. Olgar so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Vunnið hevur tú sigur av mær,
og frúgvin hon er tín.«

123. Hábarð tók í Olgars hond,
reisti hann upp at sita:
»Vit eru eintir á hesum sinni,
tað skulu allir vita.«

124. Tá ið Álvur hetta sá,
at Olgar var ein fangi,
snarliga svørð í loftið brá,
hann bíðaði ikki leingi.

125. Snarliga eftir bunkanum fór,
Hábarði vildi hann møta,
Hábarð kundi ei annað gera
enn skjoldin fyri seg bøta.

126. Álvur gav so vænt eitt høgg,
kappin tann hin boldi,
sundur gingu stálhandskar,
tá rivnaði Hábarðs skjoldur.

127. Hevði ikki Ásmundur
staðið honum bí,
so hevði Hábarð, kongins son,
latið sítt unga lív.

128. Kneptu teir at Álvi sterka,
meintu hann at fanga,
hann høgdi so títt pá báðar hendur,
máttu frá honum ganga.

129. Álvur tók sær møði í hand,
aftur á Hábarð gekk,
so var sagt, at pípa teirra
annað ljóð hon fekk.

130. Tað standsaði stríð blant mann og mann,
fólkið í stavnin flýddi,
meðan Álvur og Hábarð kongur
grúiliga stríddu.

131. Gingu saman á skipabunka,
hvørgin vildi flýggja,
so gekk roykur av svørðum teirra,
teir kundu ei hvøngan síggja.

132. Gingu saman á skipabunka,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

133. Hábarð gav so stórt eitt høgg,
sum hann á bunka gekk,
Álvsins hjálmur rivnaði,
eitt sár á hálsin fekk.

134. Vreiður Álvur brandin brá,
hann kendi sær til sviða,
klývur hjálm av Hábarðs høvdi,
so kinnbeinið hekk við.

135. Tá ið Hábarð, kongins son,
sá sær blóðið renna,
snarliga aftur mót Álvi gekk
og letur gott alvið kenna.

136. Hábarð gav so stórt eitt høgg,
tað var mest av móði,
risti brynju og búk tillíka,
Álvur sputtaði í blóði.

137. Svaraði Hábarð, kongins son,
fáir finnast slíkir:
»Hoyr tað, Álvur, kempan reyst,
nú skulu vit forlíka!«

138. »Eg havi fingið sár í dag,
sjálvur má eg tað trá,
eg verði ikki Hábarðs vinur,
stendur hvat av, ið má.«

139. Tók hann Álv úr mannadroyra,
læt til songar bera,
røktaði hann væl og virðiliga,
til hann mundi frískur vera.

140. Svaraði ungi Ásmundur
av so tungari neyð:
»Tú passar meir pá annans skaða
enn tín egin deyð.«

141. Hábarð so til orða tók
bæði við gleði og tukt:
»Skuldi eg gloymt ta ríku frú,
tað var ikki smukt.«

142. Hábarð so til orða tekur,
ræður á Álv at kalla:
»Samtykst nú tað systurlyfti,
lat so vreiði falla!«

143. »Nú hevur tú vunnið kongins dóttur,
tað má eg tilstanda,
eg ríði ikki til brúdleyp,
men helst í fremminda landa.

144. Eg komi ikki í selskap títt,
tí tað kann eg ei gera,
sigl í morgin heim til lands
til tína hjartans kera!«

II. Álvs táttur

145. Árla var um morgunin,
sólin brandar á líðum,
Hábarð glaður í hjarta var,
tað líður at gleðskapstíðum.

146. Árla var um morgunin,
sólin tekur at branda,
Hábarð og frúnnar báðir brøður
sigla heim til landa.

147. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
sunnan síggja teir knørrir prúð
eftir havi skríða.

148. Vektarin kemur inn árla morgun,
sigur øllum frá:
»Eg sær skip av havi koma,
seglini gul og blá.«

149. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini gul og blá,
tað munnu vera tær reystkempur,
ið hiðan fóru frá.«

150. Leggja síni skip til lands,
frá man frættast víða,
kongurin og hans valdra lið
niður til strandar ríða.

151. Tá stóð gleðin høgt í ský,
hann hevði vald á vívi,
eftir spurdi Signuva,
um Álvur var í lívi.

152. Svaraði Hábarð, kongins son,
heldur á hjørvarunni:
»Væl liva tínir brøður tveir,
men eg havi sigur vunnið.«

153. Svaraði Sjúrður, kongins son,
heldur á brýndum knívi:
»Lovað veri tann dýra drott,
nú hevur tú vald á vívi!«

154. Ganga tey til hallar heim
bæði við gleði og gaman,
illa líkar drotningini,
einki nertur saman.

155. Hábarð og frúgvin Signuva
gingu hond í hond,
Sjúrður við hans høgru síðu,
niðan frá sjóvarstrond.

156. Olgar og frúgvin Svanhild
við so góðum sátti,
síðan bæði menn og kvinnur
gingu á sama hátti.

157. Tað var Bera drotningin,
ilt gat hon at vinna,
visti ikki, hvussu hon skuldi
svikum best uppfinna.

158. Drotning gekk í høgaloft,
lukku ynskir hon báðum,
eingin kundi á henni merkja,
at hon hevði svik í ráðum.

159. »Hoyr tú, Hábarð, kongins son,
tað eru ráðini góð,
far tú teg til Noregis,
títt fólk í brúdleyp bjóð!

160. Hoyr tú, Hábarð, kongins son,
tað skal eg tær ráða,
bjóð tú bæði faðir og móður
og raskar brøður báðar!«

161. »Takk havi sæla drotningin,
at tú meg á tað minti,
gloymt mundi eg faðir mín,
sum eg av øllum ynti.«

162. Kongurin gár í høgaloft,
letur so orðum svara:
»Í morgin skal mín sæla dóttir
á brúðarbeinkin fara.«

163. »Eg skal bjóða alt mítt slekt,
so hevur drotning rátt,
sigla heim til Noregis
dag sum døkka nátt.

164. Men fyrst skal eg festa tað væna vív,
fyribyggja tann vanda,
síðan skulu vit brúdleyp drekka,
tá eg komi aftur til landa.«

165. Drotningin kemur út árla morgun,
sær seg um so víða,
sær nú hvar tað elskta par
mót kirkjuhorni ríða.

166. Hon glíggjar við sínum báðum eygum,
glettir upp á tenn,
reyðar rukkur í pannu stóðu,
sóu tað mangir menn.

167. Hon var bæði bleik og blá,
blóðið trongdi at hjarta,
so var hon við óndskap heit
sum helvitbálið svarta.

168. Hábarð festi kongins dóttur
pá tann sama dag,
drotning krevur Gunnvor
for seg í eintal.

169. »Eg gevi tær bæði gull og silvur,
mangar ringar reyðar,
kanst tú hindra tað giftarmál
og Hábarð bringa til deyða.«

170. Drotning tonkti altíð ónt,
hon helt sín gamla vana:
»Olgar skal til Svøríkis
at bjóða bróðurs bana.

171. Tú skalt bjóða Svøríkis kongi
alt foruttan ekka,
bið hann koma til Sjólanda
sítt bróðurs brúdleyp at drekka!«

172. Ganga teir til strandar oman,
festarsveinar tvá,
Álvur, Gunnvor og drotningin
tey leggja saman ráð.

173. Álvur, Gunnvor og drotningin
ganga saman at ráða,
hvussu tey skuldu Hábarð kong
so snart av døgum fáa.

174. Svaraði Bera drotningin:
»Nú vilja ráðini tróta,
ikki vilja danskir menn
síni lyfti bróta.«

175. Álvur so til orða tekur:
»Eg skal fólki stevna,
koma so allir dravilsmenn
mína skomm at hevna.«

176. Gunnvor liggur í síni song,
hugsar um Hábarðs deyða,
ongan kann hon svøvnin sova,
hon droymir um gullið reyða.

177. Olgar kvittar til Svøríki
bæði við gleði og gleim,
Hábarð vant upp segl í topp,
hann sigldi til Tróndheim.

178. Vant hann upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Tróndheim norður.

179. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

180. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Hábarð, kongins son,
sínum fótum á land.

181. Fyrst steig Hábarð, kongins son,
sínum fótum á land,
tá vóru hansara báðir brøður
gingnir niður til strand.

182. Svaraði Helvin, bróðir hans,
fyrsta orðið tá:
»Hvar er frúgvin Signuva,
tú ætlaði tær at fá?«

183. »Eg havi vunnið sigur og søgn,
frúgvin hon er mín,
tit skulu fara til Sjólanda
at drekka tann klára vín.

184. Loysið út av Noregis landi
tretivu skip í skara,
eg skal finna faðir til máls,
men tit skulu fyri fara!«

185. Hábarð gekk frá strondum niðan,
sveipar síni skinn,
og so búgvin gongur hann
for sín sæla faðir inn.

186. Tað var Hábarð, kongins son,
inn í hallir sá,
sjúkur var hans gamli faðir,
hann á seingini lá.

187. »Ver vælkomin, mín sæli son,
higar nú til mín,
hvøssu tók hann Sjólands kongur
við bønarorðum tín?«

188. Svaraði Hábarð, kongins son,
smílist undir lín:
»Eg havi vunnið sigur og søgn,
og frúgvin hon er mín.«

189. Tað er Hábarð, kongins son,
letur á randi ljóða:
»Tað eru míni ørindi
tær til brúdleyps bjóða.«

190. Kongurin setst upp undir seg,
klæðir seg væl í skrúður:
»Eg skal fylgja til Sjólanda
at síggja ta ríku brúður.«

191. Olgar gongur í Uppsals dal
alt fyri uttan ekka:
»Nú bjóði eg tær, Svøríkis kongur,
bróðurs brúdleyp at drekka.«

192. »Takk havi tú for tilboð títt,
tú aktaði meg so hátt,
men eg havi við mær brynjað lið,
eg vænti mær lítið gott.«

193. Vendi nú um til Sjólanda,
her gongur kvæðið í kross,
Álvur við sínum dravilsmonnum
letur nú halda til sjós.

194. Hann fekk ikki fleiri dravilsmenn
enn danskar stripparar seks,
sigldi so til Sakslanda,
har var tað, ið flotin veks.

195. Hann sigldi so til Sakslanda
og var ei seinur til ferða:
»Hildgir, brynja út alt títt lið,
vit skulu eitt úttok gera!

196. Hábarð er í Noregi,
fólk í brúdleyp biður,
hann kemur ikki herklæddur,
hann væntar, at tað er friður.

197. Ligg ikki inni, Hildgir kongur,
vilt tú flóðið gilja,
leggið os heldur í vegin fram,
Hábarð við høvur skilja!«

198. Valdu út av Sakslandi
alt tað fólkameingi,
hundrað skip og fimmti til
og fimtan túsund dreingir.

199. Sigldu gjøgnum Oyrarsund
tann hin vegin langa,
hildu so til Skagan fram,
tann hulda loynitanga.

200. Teir lógu undir tanganum
fult í dagar tríggjar,
fyrst fekk Hildgir, Sakslands prinsur,
norskar skútur at síggja.

201. Helvin og Hámund, brøður tveir,
tretivu skipin førdu,
vistu ei av svikunum,
ið Álvur og Hildgir gjørdu.

202. Álvur rustar seg til stríð,
Helvin og Hámund síggja,
heldur vildu norðmenn doyð,
enn teir vildu undan flýggja.

203. Álvur steig á skipið inn,
tað var alt so fast,
brandin legði á Helvins háls,
høvur á bunka brast.

204. Hildgir sínum svørði brá,
tað var mest av móði,
kleyv so Hámund í lutir tvá,
hann velti í sínum blóði.

205. Høgdu og stungu Noregis menn,
so leingi sum teir kundu,
inntil fimmti saksisk skip
tey máttu sjunka til grunda.

206. Sokkin vóru tey norsku skip,
Álvur sigur vá,
ein bar livandi boðini,
ið Hábarði segði frá.

207. Álvur tekur Helvins høvur,
setir upp á spjót:
»Ikki skal Hábarð gleða seg,
tá hann kemur mær ímót.«

208. Hábarð standsar ei síni ferð,
tó har var vandi meiri,
einum skipi sigldi hann á,
og eingi hevði hann fleiri.

209. Hábarð sá í stavni standa
mann við dragið svørð,
har stendur uppi á spjótsoddum,
bróðurs høvur er.

210. Upp steig reystur Noregis kongur
á síni gomlu bein,
tekur eitt spjót í sínar hendur,
ætlaði Álvi mein.

211. »Eg eri bæði blindur og deyvur,
einki kann eg sjá,
eg stundi nú til tann vissa deyð,
ið eg havi eftir tráð.«

212. Kongurin skeyt sítt spjót av hond,
sum aldurdóm kann sáma,
rendi fram við Álvins síðu,
ikki kundi hann ráma.

213. Álvur legði ørv á strong,
tann ið vildi vera,
skeyt so Hamund, Noregis kong,
ímillum rivs og herða.

214. Tá ið Hábarð hetta sá,
at sín fell faðir frá,
ógvuliga við miklari vreiði
fram í herin brá.

215. Fimtan favnar dýpið breitt
millum skipaborða,
vreiður Hábarð yvir leyp,
hann hevði ei fleiri orð.

216. Vreiður Hábarð yvir leyp,
hann hevði ei fleiri orð,
snarliga Álv á hálsin brá,
so høvur fell for borð.

217. Tað var Hábarð, kongins son,
hann var í hondum ei sein,
skeyt eitt spjót í Hildgirs kropp,
risti hann inn í bein.

218. Hildgir vendi snekkju av,
letur nú undan ríða,
einans sluffa var til besta,
ikki var tí at bíða.

219. Tað var Hábarðs størsti skaði,
at hann ikki hin forfylgdi,
vendi aftur at landinum,
sín faðir jorda vildi.

220. Hildgir søkti drotning upp,
henni alt hann segði:
»Hábarð Álvi brandin sendi,
høvur av hálsi legði.«

221. Svaraði Bera drotningin,
lítur upp mót oy:
»Vunnið hevur hann níðingsverk,
derfor skal hann doy.«

222. Tað var Hábarð, kongins son,
sín faðir flutti til høldar,
meðan letur drotning kynda
stórar óndskapseldar.

223. Hann kastaði upp ein djúpan heyg,
sín faðir legði í mold,
tárini honum á kinnar rann,
har hann stóð á fold.

224. Tríggjar setti hann marmorsteinar
í kross á faðirs leið:
»Enn skal eg til Sjólanda,
men ei verður ferðin greið.«

III. Hábarðs vísa

225. Hábarð vant upp segl í rá,
kvittar á Týstrupsund,
nú gerast kortir vegir langir,
líður at evstu stund.

226. Frætti hann tað at skipaborðum,
alt var yvirlagt,
Hildgir hevði drotningini
allar sakir sagt.

227. »Eg eri eina á skipaborðum,
eg eri skjótur at leggja,
heldur skal eg í moyggjarklæði
enn sjálvsins vanda at eggja.«

228. Hábarð letst í moyggjarklæði,
Ásmundur dró uppá,
hann vildi finna frúur á máli,
leggja við hana ráð.

229. Gingu teir til hallar niðan,
Hábarð og Ásmundur báðir,
góvu seg út fyri skjoldmoyggjar,
sendar av Hákuns ráði.

230. Hábarð gekk til jomfrúbúr,
frá man frættast víða,
tá lá frú í Svanhilds skjøt
og svav tann svøvnin blíða.

231. Hábarð gekk til jomfrúbúr,
letur sum snarast skunda,
tá lá frú í Svanhilds skjøt
og svav tann svøvnin tunga.

232. Hábarð heilsar brúður blítt,
gjølla kendi hon hann,
báðar hendur um hálsin legði,
tár á kinnar rann.

233. So var teirra gleðin mest,
hjartasorgin størst,
har var bæði 'græt' og 'glæt',
tí eingin kendi gest.

234. Gunnvor so til orða tekur,
fyrsta orðið tá:
»Skjoldmoy kann ei leingi sita,
hon má føtur tvá.«

235. Gunnvor settist for Hábarðs knæ,
tekur hans føtur at tváa:
»Loðin eru kvinnubein,
samanlopin í tóva.«

236. Gunnvor tókti undarligt,
moy hevði hendur stríðar,
Hábarð gav til svar, at moyggjar
í hvørjum vasi ríða.

237. Gunnvor tókti undarligt,
moy hevði hendur harðar,
Hábarð gav til svar, at moyggjar
í hvørjum vasi fara.

238. Hon gav skjoldmoy mat og drekka,
skonkti henni vín,
hann fekk aldri so stór ein skál,
hann drakk hana jú til sín.

239. Gunnvor tókti undarligt,
at skjoldmoy vínið drakk,
síðan gav hon akt uppá,
tá hann begynti at snakka.

240. Gunnvor hugsar við sjálvum sær,
heldur á mjøðarskál:
»Hatta er ikki kvinnureyst,
men heldur kallmans mál.«

241. Mintist hon á tað reyðargull,
drotning hevði lovað,
eftir spurdi Gunnvor,
hvar skjoldmoy skuldi sova.

242. Svaraði frúgvin Signuva
fyrsta orðið tá:
»Hon skal í mítt loynikamar
hvíla undir høgind blá.«

243. So var Gunnvor gulli kær,
sum svávulseldar brenna,
so fór hon at við øllum lutum,
hon fekk hann at kenna.

244. Smikraði hon blítt for teirra eygum,
sum hon vildi loyna:
»Eg skal taka títt skjold og svørð,
í mínum goymslum goyma.«

245. Signuva trúði henni gott,
meinti, at hon var blíð,
hon hevði hennara fostra verið
upp av ungdóms tíð.

246. Gunnvor gekk av durum út,
festi hurð í klova,
Svanhild snúðist teimum frá,
hon gekk til songar at sova.

247. Hábarð og frúgvin Signuva
vóru nú eina inni,
setti frúu á knæ sítt upp,
og mælir í sama sinni.

248. Hábarð so til orða tekur
eftir fornum vanda:
»Hvat eru nú tey bestu ráð,
ið okkum fyri standa?«

249. »Kann tað ikki betur gá,
enn tú manst deyðan henda,
tá ið tú á blokkin fert,
tá skal mítt lív enda.«

250. Frúgvin so til orða tekur
av so tungum stríði:
»Hvussu skal eg tíman vita,
tá ið tú letur lívið?«

251. »Ásmundur skal í skógnum standa,
reisa upp eina floy,
tað skal vera kennitekn,
í ta stund man eg doy.«

252. Gunnvor akslar kápu blá,
inn um portrið rendi:
»Statt upp, drotning, lat meg inn,
tí her er Hábarðs endi!

253. Eg fái ikki, drotning góð,
snakkað fyri harmi,
Hábarð er í moynnarsali,
svevur á brúðar armi.

254. Statt upp, drotning, sov ei longur,
lætta angist og trá,
her havi eg hans góða svørð,
hartil hans brynju blá!«

255. Drotning sprakk á føtur glatt
inn fyri kongin kæra:
»Hábarð er í moynnarsali,
kreinkar tín dótturs æra.«

256. Kongurin vaknar av blundi upp,
bæði av skrekk og neyð:
»Er tað satt, ið talað er,
tá skal tað blíva hans deyð.«

257. Gunnvor leyp sum snarast var
for Svanhilds song at stá:
»Olgar hevur lívið latið,
eykast meiri trá.«

258. Hildgir sprakk til jomfrúbúr,
saksir honum á bak,
stoyttu upp dyr við glavint og spjót
bæði við buldur og brak.

259. Tá ið teir stoyttu dyrnar upp,
svóvu tey so fast,
Hábarð vaknar av blundi upp,
tá hurð úr klova brast.

260. Saknar hann bæði skjold og svørð,
lítur á Gunnvors inna,
leitaði runt um borgina,
men har var einki at finna.

261. »Burtur er mín brynja,
hartil mítt góða svørð,
hoyr tað, Signuva, søta mín,
hetta var mær ein ferð.«

262. Svaraði drotningins kamarsvein,
fremstur í spíssi stendur:
»Nú skal eg í Hábarðs blóði
vaska mínar hendur.«

263. »Ei skalt tú í mínum blóði
síggja gleði og teit,«
hann stoytti hann so á hallargólv
og høvur av herðum sleit.

264. Svaraði frúgvin Signuva,
svør á sína trú:
»Gud gevi, allir dravilsmenn
teir gingu tann veg sum tú.«

265. Tyrptust inn at øllum durum,
salurin fullur var,
Hábarð sær nú allar vegir
treingjast fyri sær.

266. Ikki kundi tann mannamúgva
Hábarð kongin basa,
fyrr enn hann borð og borðstólar
og beinkir hevði knasað.

267. Tóku teir Hábarð, kongins son,
bundu hann so fast,
ei var smáur líntvongur,
ið honum á beini brast.

268. Hildgir tekur í frúnnar hond,
kallar nú søta sín,
vendi so aftur mót Ásmund unga,
ætlar hans lív at týna.

269. Ásmundur stóð seg manniliga,
hvørki røkk ei støkk,
so leingi hann í moynnarsali
nakað í hendur fekk.

270. Hildgir brá sín brand á loft,
ætlaði Ásmund at raka,
Ásmundur gjøgnum herin leyp,
teir kundu hann ikki taka.

271. Ásmundur sprakk av durum út,
ikki fekk hann mein,
so læt hann á skógvin standa,
hann brúkti armar og bein.

272. Teir settu vakt um frúnnar sal,
meiri sorg at gera,
eingin skuldi út ella inn
og nøkur tíðindi bera.

273. Svanhild og frúgvin Signuva
funnu upp á tey ráð,
kyndu upp ein stóran eld,
sum tær skuldu brenna á.

274. Kyndu upp ein stóran eld,
sum tær skuldu brenna á,
tjørutunnur og grannstokkar
tær løgdu har íhjá.

275. »Ei skal eg eftir Hábarðs deyð
liva við sorg og trá,«
spentu so snórar á jarnkrókar,
sum tær skuldu hanga á.

276. Teir førdu Hábarð á tingið inn
við svørð og skjoldi reyða,
so fell teirra sakin út,
at hann varð dømdur til deyða.

277. Teir førdu hann hen til jomfrúans búr,
har skuldi hann rættaður verða,
Hildgir og Bera drotningin
tey mundu tá kredsin gera.

278. Drotningin tók sítt gylta horn,
ræður til Hábarð at tala:
»Drekk tín deyð og brúðgóms skál,
tú skalt ikki longur gala!«

279. Hábarð tók við horninum,
orna tók hans blóð,
besta mann av kongins monnum
høvur av herðum sló.

280. Hábarð hatt av høvdi tók,
veiftrar á skógvin fram:
»Nú er komin evsta stund,
og Ásmundur gruna kann.«

281. Ásmundur reisti upp stong og floy,
Signuva hetta sá,
snarliga stoytti hon voks á træ,
og setti so eldin á.

282. Síðan spentu moyggjar tvær
strikku um hálsin bjarta,
deyðin skuldi snarari
treingja at teirra hjarta.

283. Hábarð stendur á grønum vølli,
longur ei liva vildi:
»Nú síggi eg, stolt Signuva
sín trúskap hevur hildið.«

284. Hábarð talar til bøðilin:
»Eg vil ikki liva longur,
nú síggi eg, at eldurin
av jomfrúins búri gongur.«

285. Allir vendu til búrið heim,
Hábarð eftir stóð,
snarliga leyp hann aftaná
og inn í bálið tróð.

286. Hábarð sprakk í bálið inn,
hann gat ikki úti standa,
hann fann Signuvu, sína brúður,
brenda upp til handa.

287. Har fann hann tað búgvið svørð,
ið riddaran komst av hondum,
síðan gekk á grønan vøll
frá báli og blonkum brondum.

288. Skaftið setti hann niður í jørð
og oddin í hjartað rendi,
fell so yvir tað væna vív,
og so fór teirra endi.

289. Hákun kvittar á Týstrupsund
við alt sítt brynjað lið,
Olgar sær, hvar eldurin logar
høgt upp undir ský.

290. Olgar skundar síni ferð,
heim til bálið rendi,
livandi fann hann sína brúður,
men klæðini vóru brend.

291. Olgar glaður í hjarta var,
hann frelsti frúur av neyð,
sorgin honum í hjarta brast,
tá hann hoyrdi Hábarðs deyð.

292. Sigur kongur til songar gekk,
sorgin mundi hann klemma,
vendi seg til veggin so brátt
við eymkiligan stemma.

293. »Visti eg fyrr, tað ið eg veit nú,
at elskóg tvingar deyða,
ei skuldi Álvur skilnað gert
fyri mítt gullið reyða.

294. Meg tvingar alt mín dótturs deyð
og so tann elskógs eldur,«
Sigur kongur ond uppgav
tann triðja dag at kveldi.

295. Hákun vreiður í sinni var,
hann tekur til bitra branda,
legði niður alt Sakslands lið
og Hildgir skilti við anda.

296. Hann legði niður á Sjólondum
alt tað fólkameingi,
drotning høgdi hann høvur frá:
»Tú livdi nú alt for leingi.«

297. Sjúrður sigldi av landi út,
hann lysti ei longur at vera,
sjunkaði niður til havsins botn,
hann mundi tað sjálvur gera.

298. Eingin livdi av Noregis monnum,
ið tá var av kongablóði,
uttan Hákun Hamundsson,
ið Svøríkis ríki róði.

299. Ásmundur livandi boðini bar,
tá ent var Sjólands æra,
Olgar ektaði Svanhild,
men ei vildi krúnu bera.

300. Gunnvor einki til lønar fekk,
hvørki gull ei eyð,
hon mátti føla helvitis pínu
bæði í lív og deyð.

301. Syrta eitur Olgars dóttir,
henni beyðst maður av gavni,
hann fekk Danmarks krúnu at bera,
Hálvdan nevndur á navni.

(c) Dansifelagið í Havn