Kvæðasavn

Grettis kvæði

Uppskrift: Gylta 6, pp. 53-68.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Ein er søgan úr Íslandi komin,
skrivað í bók so víða,
nakað kann eg frá henni greiða,
vilja tit á meg lýða.

Nú fellur Ríná.
Norðan Breiðafjørð,
har liggur ein bóndi
deyður í døkkari jørð.
Og nú fellur Ríná.

2. Á Íslandi var eitt bygdarlag
á bjørgum mundi heita;
ríkur bóndi búði har,
ei mætari var at leita.

3. Ásmundur búði á Bjørgum vestur
átti son so fríðan:
Grettir sterki nevndur var
sum gitin er so víða.

4. Níggju vóru vetrar runnir
út av Grettis aldri;
einki hevði hann roysni gjørt
so sigst í Íslands skjaldri.

5. Ásmundur talar til Grettir sterka
ger mær tað til beina:
»Sita skal tú hjá gásarungum,
sita skal tú aleina.«

6. Sjeyti vóru gamlar gæs
umframt teirra ungar,
Grettir situr á grønum vølli,
hann tykir teir tímar tungar.

7. Grettir situr á grønum vølli,
tykir teir tímar langar:
»Lítið líkst mær á gásarungar,
sum ikki kunna at ganga.«

8. Grettir loypur í gásaflokk
við sínum snørum beinum,
summar sleit hann høvdið av,
summar sló mót steinum.

9. Gæsnar vildi ungar verja
av so tungari treyt,
Grettir treiv í veingirnar,
hann allar av teimum breyt.

10. Grettir gekk til hallar heim,
sína móður favnar:
»Deyðir eru gásarungar,
og gæsnar eru lavnar.«

11. Ásmundur gongur fyri sína konu,
stav ber hann í hendi:
»Grettir hevur eitt herverk gjørt,
sum eingin verri kendi.«

12. Svaraði hansara sæla móðir
í gyltum stóli sat:
»Ungdómur og vísdómur
fylgjast sjáldan at.

13. Hann hevur gjørt eitt dáraverk,
tað hava gjørt so fleiri,
hoyr tú, Ásmundur søti mín,
hann ger so einki meiri.«

14. Tað var um eitt heystarkvøld,
sólin roðar í nøvum,
Ásmundur setist við eldstaðin
so sigist í Íslandssøgum.

15. Ásmundur setist við eldstaðin
á tann sessin lága
»Hoyr tú, Grettir sonur mín,
tú skalt mær á baki kláa.«

16. Grettir tók ein togkamb upp,
hann gav honum ikki grið,
so reiv hann sín faðirs rygg,
at leparnir hingu víð.

17. Ásmundur reistist snarliga
upp av sínum palli:
»Sjáldan verður hann lukkuborin,
ið sinni hevur av trælli.«

18. Ásmundur gongur fyri sína konu
nú gerst størri vandi:
»Ikki vil eg at Grettir verður
longur í hesum landi.«

19. Grettir var tá illa líddur
av sínum faðiri góða;
Móðirin at honum alskin var,
so man søgan ljóða.

20. Móðirin gongur fyri Grettir sterka
bæði við sorg og sút:
»Faðir vil teg í fyrsta fari
dríva av landinum út.«

21. Lítið hevur tú góðsið fingið
av tínum faðirs ræði;
fært tú ikki meiri frá mær;
tað verður tær stórur skaði.

22. Her hevur tú tað góða svørð,
tú kanst tað fullvæl trúgva:
tað er komið úr Vatnsdølum,
sum slektir mínar búgva.

23. Her hevur tú tað reyðargull,
tú goym í tínari ferð,
tú nýt tað til títt egið gagn,
hvar tú í landi er.«

24. Grettir fór av Íslandi
við so fáum orðum
ikki hevur frægari maður
stigið á skipaborði.

25. Bátsmenn líkjast á Grettir illa,
sum hann á bunka gongur.
»Hvør hevur sett okkum higar á skip
tann stóra leting langa?«

26. Grettir heldur at tí frægd,
tá teir hann leting kalla,
snarur var hann í Íslands siðum,
hann táttar yrkti um allar.

27. Illveðurs ódn í havið kom
knørrur tók at reka -,
riva kom í kjølin tá,
og skipið tók at leka.

28. Skiparin gongur fyri Grettir sterka,
bønliga hann biður:
»Hjálpir tú ikki at oysa nú,
so søkka vit allir niður.«

29. Grettir steig í knørrin niður,
klæddur var hann gráur,
so oysti hann tað einsumallur
at átta oysti ei áður.

30. Til Noregi hildu teir sínari ferð,
teir kastaðu akker á sand;
Grettir var tann fyrsti maður,
ið steig sín fót á land.

31. Har búði ein so ríkur bóndi,
Torfil mundi heita:
Grettir gongur til hallar heim,
hann vil at húsum leita.

32. Torfil tók mót Gretti væl,
hann beyð honum inn at gista;
»Tú skalt fáa hús og kost,
og alt hvat lív kann lysta.«

33. Torfil talar til Grettir sterka
»Tú ert kempan reysta:
torir tú bróta gravheyggj niður,
so fáa vit gullið besta.«

34. Grettir fór tann heyggj at bróta,
í tað leggja í minni,
í tí sama heyginum
lá Torfils faðir inni.

35. Grettir breyt ein heilan dag,
ei leiddist honum enn:
tá ið teir komu at leiðinum
tá rýmdu norskir menn.

36. Grettir steig í leiðið niður,
skuldi gullið veiða.
Drekin reistist øgiliga
upp úr gravar leiði.

37. Bardist hann mót dreka svarta
eina so langa stund,
hann feldi hann so í leiðið niður,
tað skalv bæði grót og grund.

38. Grettir tók ein eikistav
ígjøgnum drekan rendi,
negldi hann fastan í jørðina niður,
tey ráðini Grettir kendi.

39. So tók hann tað reyðargull,
bar tað til hallar heim,
Torfil bóndi og Grettir sterki
teir livdu við gleði og gleim.

40. Tað var um eitt vetrarkvøld,
veður var so fús.
ránsmanna hópur av skóginum kom
at rána Torfils hús.

41. Grettir tekur til móður svørð
við miklari makt og veldi,
ránsmanna hóp hann herjaði á,
teir flestu niður feldi.

42. Tað var um ein annan dag,
Grettir á skóginum lá,
har kom ein av jalsins monnum,
beyð honum spott og háð.

43. Grettir leyp frá vølli upp
við svørð í høgri hendi,
so høgdi hann á hansara høvur,
at oddur í heilan rendi.

44. Frændur vildu sveinin hevna
móti Gretti gingu,
teir fingu onga aðra bót,
enn deyðan av honum fingu.

45. Inn kom ein av jalsins monnum
»Harri eg tær sigi,
Grettir hevur á skógum burt
tína sveinar vigið.«

46. Jallurin setist á dómarstól
so man dómur ljóða:
»Grettir missa skal sítt lív,
bót skal eingin bjóða.«

47. Torfil saðlar sín gangara,
hann ríður í jalsins høll:
»Eg gevi fulla manna bót
fyri teim monnum øllum.

48. Vilt tú ikki mót bótini taka
og Gretti lívi geva,
leingi skalt tú jallurin
um hans deyða streva.«

49. Jallurin tók mót bótini,
hann tóktist vera í vanda.
»Eg geri Grettir útlagdan
út av Noregis landi.«

50. Grettir fór av Noregi
hann fullvæl jallin kendi,
fekk so byr og blíðan sjógv
og aftur til Íslands vendi.

51. Grettir livir í faðirsgarði
bæði við gleði og gagni,
eingin var so maktamikil,
ið kundi sigist hans javni.

52. Grettir livir í faðirsgarði
í sínar móður høllum,
reystari maður ikki fanst
í Norðlondunum øllum.

53. Tað var um eitt jólakvøld,
Grettir frá gildi reið:
møtti honum tað ljóta trøll
mitt á sínari leið.

54. Grettir situr á sínum hesti
hann tykir nú mót sítt falla:
»Ljótari sjón eg ikki sá
í dagar mína falla.«

55. Bardist hann mót trøllinum
so dvørgamál seyng í fjøllum:
»Betur var mær heima at liggja
enn berjast ímóti trøllum.«

56. Tað leið at tí morgunstund,
dagur í eystri rann,
tað var mær av sonnum sagt,
at Grettir sigur vann.

57. So var mær av sonnum sagt
at trøllið mátti flýggja,
Grettir tordi eftir tað
ikki myrkur síggja.

58. Inn kom ein av Íslandsmonnum.
letur so orðum venda:
»Jallarnir eru av Noregi riknir
teirra makt er endað.

59. Jallarnir eru av Noregi riknir
einki kundi mága,
aftur er komin sankt Ólavur kongur,
hann man ríki ráða.

60. Grettir upp frá borði leyp
við silvurskál í hendi:
»Drottin signi tey tíðindi
sankt Ólavur var mín frændi.«

61. Tað var um ein fríggjadag,
má meg rætt um minnast:
»Nú skal siglast til Noregi,
sankt Ólav kong at finna.«

62. Sigldi teir til Noregis,
teir fingu byrðin blíða,
tá teir komu á Tróndheimsfjørð,
tá hittu teir veður stríða.

63. Kavaguva av fjalli stóð
rok á firði mól,
teir komu inn at landinum,
har var einki skjól.

64. Bátsmenn ganga á sandinum,
tað nítur í hjartarøtur:
»Fáa vit ikki eld í nátt.
so bjóða vit ikki bøtur.«

65. Svaraði ein av bátsmonnunum,
hann situr á frystum sandi:
»Eg síggi bæði eld og ljós
yvir á hinum landi.«

66. Bátsmenn sita á frystum sandi,
teir væl um Grettir fagna.
»Hevði tú fingið oss eld í nátt,
tað mundi os øllum gagna.«

67. Grettir læt á fjørðin halda,
garpur var hann sælur,
so stóð brot frá brósti hans
sum frá nøkrum hvali.

68. Grettir svimur á firðinum,
hann óttaðist ei fyri vanda,
hann sær gildi og gestaboð
yvir á landi standa.

69. Grettir steig á landið upp
hann trein harinn í høll,
alt sum har var innanfyri
hildu hann var eitt trøll.

70. Alt sum har var innanfyri
hildu hann var trøllið gráa,
hvør fekk sítt í hondina,
alt mót Grettir at sláa.

71. Grettir tekur til brandarnar,
væl man garpur duga,
so leika brandar um allan heyg,
at húsið stóð í loga.

72. Grettir trívur so snarliga
ein brand í høgru hendi
skundaði sær av durum út
og aftur á fjørðin vendi.

73. Bátsmenn lítast á Grettir væl,
sum hann á landi gekk.
»Nú eru vit úr vanda slopnir,
meðan tú brandin fekk.«

74. Men tá ið dagurin aftur kom,
teir á plássi sóu:
kolað var alt húsið upp
og brendir leggir lógu.

75. »Hoyr tú, Grettir óndi maður,
tú má ei hjá oss vera,
vit vilja við tín ilskutræll
einki hava at gera.«

76. Grettir gongur fyri Ólav kong
bæði við sorg og sút:
»Eg eru nú av hvørjum manni
so illa spiltur út.«

77. »Hoyr tú, Grettir neyðarmaður,
kanst tú tað nú gera:
Ert tú reinur í hesari sak,
tú gløðandi jarn skal bera.«

78. Grettir varð leiddur í kovan inn,
har sat hann áleina
fastaði hann í dagar tvá,
til hann skuldi jarnið royna.

79. Tað brast eingin dagur úr,
at klokkur hoyrast ringja,
so var sagt, at bispurin
hann læt til messu syngja.

80. Grettir var leiddur í kirkjuna inn
í tann manna hóp:
har kom ein so lítir drongur,
hann hevði so mikið róp.

81. »Hoyr tú sankta Ólavur kongur
hvat ið eg vil framføra:
tú lati ikki handa ógerðamann
tað heilaga jarnið røra.«

82. Sinni rann á Gretti sterka,
tað var hans óndi siður.
so høgdi hann á dreingin hart,
hann hoknaði í gólvið niður.

83. Kongurin stendur á kirkjugólvi,
bispurin honum hjá:
»Hoyr tú, Grettur óndi maður,
tú gakk nú kirkju frá.

84. Tú hevur verið eitt bølmenni,
so eingin er tín líki,
fær tær fyrst av kirkjuni út
og síðani av mínum ríki.«

85. Meðan hettar í Noregi hendi
ei stóð betur heima:
Tórir høvdingur í Íslandi
hann kundi ei synir gloyma.

86. Tórir høvdingur í Íslandi
hann klagar um brendar brøður:
Grettir misti landafrið,
og prísur var settur á høvur.

87. Tórir lýsir á altingi
so munnu ljóða søgur:
»Níggju merkur í hvíta silvuri
fæst fyri Grettis høvur.«

88. Tá ið hann aftur til Íslands kom
frætti hann tað av sonnum,
at hann hevði mist sín landafrið
av øllum Íslandsmonnum.

89. »Vigin er ein bróðir tín,
og faðir tín er deyður.«
Grettir stendur og lýður á,
hann gerst í andliti reyður.

90. Grettir leitar um Ísland alt
síns bróður banamann,
tað var mær av sonnum sagt,
í dølunum fann hann hann.

91. Grettir tekur sítt móður svørð,
hendur hevði hann harðar,
so høgdi hann á hansara høvur,
hann kleiv hann niður til jarðar.

92. Grettir flakkar um Ísland alt,
hann kundi ei eydnu prísa,
eingin var so hugaður
ið honum tordi hýsa.

93. Grettir flakkar um Ísland alt
tó hevði hann eydnu slíka,
tríggjar gisti hann næturnar
hjá Gudmundi tí ríka.

94. »Hoyr tú, Grettir neyðar maður,
tað vil eg tær ráða,
far tú tær á Drangoy út,
hagar man eingin vága.«

95. Grettir fór á Drangoy út
við bróður sínum á verja,
har var eingin so hugaður,
ið á hann tordi herja.

96. Hann var sær á oynni úti
uppá fjórða árið,
tá kom honum til ólukku,
hann fekk so stórt eitt sár.

97. Ilska kom í sárið,
Grettir á seingini lá:
hetta frættu hans óvinir,
so væl teir gleddist tá.

98. Tórbjørn talar til sínar menn:
»Tit gevi honum ikki grið,
sleppir hann undan í hettar ár,
so hevur hann landafrið.

99. Tað var um ein annan dag,
stormur dunar í fjøllum:
Tórbjørn er farin á Drangoy út
við monnum sínum øllum.

100. Tórbjørn inn í hellið gekk,
sum Grettir fyri innan lá,
høgdi hann hansara høvur av
sær sjálvum til spott og háð.

101. Illugi vaknar av svøvni upp,
tá bróðirin varð dripin;
snarliga var hann av Tórbjørns monnum
í hallardurum gripin.

102. »Vilt tú svørja oss trygdareið,
tín bróður ei at hevna,
so geva vit tær landafrið
vilt tú ikki um tað nevna?«

103. »Tú hevur gjørt eitt dáraverk,
tað manst tú nú fortróta
manniliga skal eg hevna hans deyð',
um eg má lívið njóta.«

104. Tað var Tórbjørn Íslendingur,
sínum svørði brá:
miðjan kleyv hann Illuga
sundur í lutir tvá.

105. Tórbjørn fór á altingið
við Grettirs høvur í hendi:
»Her er høvdið av manninum
sum út var lagdur úr landi.

106. Nýggju merkur í hvítum silvri
skulu tit mær fáa,
fyri eg drap tann sterka mann,
sum eingin tordi vága.«

107. »Hoyr tað Tórbjørn Íslendingur
torir tú siga frá,
tú hevur dripið tann sterka mann,
ið sjúkur á seingini lá.

108. Hoyr tú, Tórbjørn Íslendingur,
tín dómur er nú feldur,
tú skalt flýggja av Íslandi
og løn fært tú ikki heldur.«

109. Nú er frætt frá Gretti sterka,
fáir finnast slíkir.
Hansara deyði hevndur var
eysturi í Garðaríki.

110. Hann ið ikki lýður faðir ráð,
sjáldan verður hann glaður,
so gekk tað við Gretti sterka,
hann varð ikki eydnismaður.

(c) Dansifelagið í Havn