Kvæðasavn

Gongurólvs kvæði

Uppskrift: Gylta 11, pp. 111-127.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna
inni hevur ligið leingi:
Ingibjørg hevur oss fróðskap kent
at ríma um reystar dreingir.

Orlov biðjum vær,
ærligir menn.
Dans skulum vær fremja,
tað er ikki dagur enn.
Orlov biðjum vær.

2. Ingibjørg hevur os fróðskap kent,
at ríma um reystar dreingir,
fornar kempur av Noregi,
sum gitið man vera leingi.

3. Fornar kempur av Noregi,
sum dømini hava stór,
lótu byggja feigan knørr
mánað fyri jól.

4. Lótu byggja feigan knørr,
mánað fyri jól,
nevndur er teirra stýrimaður,
hann heitur Snorri fót.

5. Illgerð Steinur og Árnar-Bjørn
báðar kann eg nevna,
lata byggja feigan knørr
til Grønlands vilja stevna.

6. Brøður fóru á skógir burt
eina morgun tíð,
funnu teir eitt fagurt træ,
teir lata knørr av smíða.

7. Knørrur var bygdur á Norðmøru,
gott var í honum evni,
átjan alin og fjøruti
var kjølurin millum stevna.

8. Knørrur var bygdur á Norðmøru,
slíkur var eingin í forðum,
átjan føtur og tríati
var breiddin millum borða.

9. Teir lótu byggja feigan knørr,
fagran og so fríðan,
bæði við bondum og bugsprytum,
kongi góvu teir síðan.

10. Lótu byggja Grønlandsknørr,
fagran og so fljótan,
bæði við bondum og bugsprytum,
teir bóðu kong væl njóta.

11. Knørrur flýtur fyri bryggjusporð
við sínum gylta brandi,
eingin hevur tílíkur flotið
fyri kongsins landi.

12. Snorri kemur inn árla morgun
konur man hann grøta:
»Hvør ið siglir Grønlandsfjørð
ymist man honum møta.«

13. Vundu upp ein hvítan dúk,
út í havið settu,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.

14. Tá steig mangur feigur fótur
út av Noregis landi,
sigldu so í havið út,
sum sólin fagurt brandar.

15. Løgdu inn í Íslandi,
høvdu mangt at kvitta,
fullgóðan høvdu teir viljan til
formannin at skifta.

16. Teir komu sær so síðla dags,
fátt var fólk á gongd,
har kom fram ein gamal maður
við ungum syni við hond.

17. Har kom maður av bergi oman,
Máur hæt hann á Mýri:
»Gerið væl við mín yngsta son
hann kann væl knørri stýra.«

38. Hildu undan Íslandi
úr tí havnalagi,
tóku inn unga Gongu-Rólv,
hann kemur nú fyrst í kvæðið.

19. Tá var veður á sjónum hart,
Rólvur setst við stýri,
vundið seglið í húnar hátt
og fram gekk knørrurin dýri.

20. Tá var veður á sjónum hart,
sveinar halda í hond,
Ísland er sum fuglur at sjá,
aldan fjalir land.

21. So var veður á sjónum hart,
eldur reyk á tongum,
hvíta gás við grunnin vóð,
tá tognaði seymur í rongum.

22. Vindur kom av rustum niður,
brakar í súðum hátt,
hvíta gás við grunni veður
bæði dag og nátt.

23. Báran brýtur, Ísland trýtur
hurrar í hvørjum streingi,
aldan breyt í bæði borð.
alvæl dugdu dreingir.

24. Fingu ein so stóran sjógv,
Rólvur stóð við stýri,
aldan breyt í húnbora hátt,
tá bliknaðu dreingir dýru.

25. Fingu ein so stóran sjógv,
øllum tókti undur,
seglini fullu á bunkan niður,
togini gingu sundur.

26. Tá tók at bendast í breiðum báti,
skulvu borð og bitar,
viltust norð í Trøllabotn
har gekk teim súrt við slitur.

27. Risin kemur úr fjalli oman,
trívur um stavnar báðar:
»Eg eigi vík og havnalag,
hvør vil sínum ráða.«

28. Tað var fyrsti av teirra monnum
skyldi upp at ganga,
hann var kiptur av tilju niður
snarliga misti anda.

29. Tað var annar av teirra monnum,
skyldi upp at gá,
hann var kiptur á tilju niður,
deyður fell hinum hjá.

30. Eg kann ei við orðum greina
teirra tungu neyð
trýhundrað mans á knørri doyði,
treyt hvørkin drekka ei breyð.

31. Eg fái ei við orðum greitt,
hvat teir allar hefti,
tá svav fátt á teirra mál,
tríggir livdu eftir.

32. Illgerð-Steinur og Árnar-Bjørn,
gongu-Rólvur hin triði,
laða gull í barm á sær,
teir ganga frá deyðum liði.

33. Hvør er treyður frá verøldar eyð,
minni kemst til handa,
laða gull í barm á sær,
teir ræða frá skipum at ganga.

34. Gingu fullar átta dagar
frysti við jøkilstræti,
hvør ið kemur í tílíka neyð
hann missir gleði og kæti.

35. Niður setist Illgerð-Steinur
kólna tóku hendur og føtur:
»Tað sær eg,« segði gongu-Rólvur,
»tú býður tess ikki bøtur.«

36. »Verður tær tess eyðið
tú kemur til Noregis heim,
heilsa bæði vinum og frændum,
kanst tú mál at greina.

37. Her gravi eg mítt gull og fæ,
tað man ongan saka«;
tá kvaðst við á baki hans:
»Eg skal burtur taka.«

38. Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til knæ:
»Svørji tann eið á míni trú
nú havi eg byrðar tvær.«

39. Gingu fullar átta dagar.
frysti við jøkilstíg,
hvør sum kemur í tílíka neyð
hann lær ikki allan tíð.

40. Niður setist Árnar-Bjørn
kólna tók hond og fót,
»eya meg,« segði gongu-Rólvur,
tú býður tess ikki bót.

41. »Verður tær tess eyðið
tú kemur til Noregis líð,
heilsa bæði vinum og frændum
tú lova ikki roysni mítt.«

42. »Her gravi eg mítt gull og fæ
tað man ongan saka«;
tá kvaðst við á baki hans:
»Eg skal burtur taka.«

43. Tí svaraði gongu-Rólvur,
neig seg niður til kníggja:
»Svørji tann eið á míni trú,
nú havi eg byrðar tríggjar.«

44. Tá eykast honum gongu-Rólvi,
meiri angist og vanda,
tá ræð hann í átjan dagar
í kolmyrkri at ganga.

45. Rólvur gekk tá átjan dagar
langa leið og drjúgva,
eld sá hann í fjalli brenna,
høgar neistar fljúgva.

46. Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú trøllum at banna:
»Ligg her aldur og alla ævi,
njóti tín eingin manna.«

47. Grevur hann gull í sterkan heyg,
tekur nú trøllum at blóta:
»Ligg her aldur og alla ævi,
eingin skal tín njóta.«

48. Tí svaraði gongu-Rólvur:
Úti má ikki standa,
hvørt her byggja trøll ella fólk,
eg fari her inn at ganga.

49. Rólvur gekk í skálan inn,
sum stór sat kona við eld:
»Vesælur vættur, dvølst hjá mær
og verm tín frosin feld.

50. Vesælur vættur dvølst hjá mær
og verm tín frosin bein,
kemur hann Rosmar risin heim
hann spritar teg upp á tein.«

51. Hon reiv av honum frosna váð
setti at eldi at dasta,
glerið lá um beinini niðri,
ei var í gulli glæstra.

52. »Tað sær eg á tínum eygum tvá
tú ert av menskum monnum,
sig mær frægur, heitið títt,
hvaðan ert tú av sonnum?«

53. »Eg eri alin á Íslandi,
við alskyns mekt og prýði,
nevndan hoyrdi eg faðir mín,
Máur hæt hann á Mýri.«

54. »Er hann so sannur faðir at tær.
sum tú hevur fyri mær nevnt,
ónt hevur teg av leiðini borið,
óbeint hevur tú stevnt.

55. Er hann so sannur faðir at tær,
sum tú hevur fyri mær svorið,
samborin erum vit systkin tvey
bæði til kals og konu.

56. Eg eru so vøn við trøllagleim,
angur kann eg ikki virða,
mær er vandi til handar komin,
hvar skal eg Rólv teg hirða?«

57. Førdi hon hann í skinnini grá,
hon hevði ei onnur klæði,
feldi hann so í tætta urð,
sum hann í steini væri.

58. Rólvur liggur í urðini,
lýðir á trøllatáttum,
oman ruddu dalar og fjøll,
tá risin kom heim á náttum.

59. Oman ruddu dalar og fjøll
tá risin kom heim á kvøldi,
enntá tókti gongu-Rólvur
liva við lítið veldi.

60. »Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ei beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum.«

61. »Hvat skal mær til krásir vera
uttar á burð at hitta,
eg havi ei krásir at veiða tær,
tú kanst tað ikki kvitta.«

62. »Mann havi eg á reki funnið,
hoyr meg Hildan svinna,
eg tapti ein av hundrað tólv
eg kann hann ikki finna.

63. Mann havi eg á reki funnið,
tapt ein av hundrað tólv,
tá ið eg stóð fyri aftan stýrið.
hoyrdi eg nevndan Rólv!

64. Eg gangi ikki so út og inn,
tað rýkur av beiskum ranni,
tað er í mítt helli komið,
eittans bein úr manni.«

65. »Hvat skal mær til krásir vera
heima siti eg ein,
kráka fleyg yvir ljóara í dag
hon feldi mannabein.

66. Kráka fleyg yvir ljóara í dag
hon feldi mannabein,
hon kastaði tað inn, eg kastaði tað út,
eg var ikki til tess sein.«

67. »Eg gangi ikki so út og inn,
eg kenni ikki beiskum brondum,
Hilda, hevur tú krásir veitt,
tú greið tær snart av hondum!«

68. Tekur hon hendur um risans háls
og kallar hann søtan sín:
»Hvussu mundi tær verið við
um her kom bróður mín?«

69. »Kanst tú mær hann heilan greiða
kanst tú við at víkja,
eg skal svørja tær trygdareið,
eg skal hann ikki svíkja.

70. Kanst tú mær hann heilan greiða
lat tað nú so verða,
eg skal svørja tær tryggan eið,
eg skal honum einki gera.«

71. Setur hon Rólv á risans knæ
við so lítlari prýði,
ikki var klappan á holdi mjúk
tað brotnaði bein í síðu.

72. Tekur hon Rólv av risans knæ
setur á hellisgólv:
»Tað stendst ei barni klappan tín
fáum kanst tú hóv.«

73. Hann bar honum fram oksalær
alt við ongan vanda,
Rólvur kendi fallegt merki
á hesum kosti standa.

74. Rosmar nevni eg tann grima risa
nógv hevði gull at ráða,
hann hevur knør í fjallið sett
við sínar brøður báðar.

75. Hann hevur knørr í fjallið sett
við sínar brøður báðar,
við lívið skildi Rosmar teir
tí hann vildi eina ráða.

76. Rólvur kemur út árla morgun.
rívur skrúvu frá eygum,
hann sær knørr í fjalli settan
bundnan við bondum beygum.

77. Rólvur hugsar við sjálvum sær:
»Trøllini tey eru sterk,
hevði tað menskur maður gjørt.
tá var tað eitt roysinsverk.«

78. Seks vetur var hann í Trøllabotnum
út í risans ranni,
inntil tann hin sjeynda,
tá legði hann ást við svannu.

79. Tað var um ein árla morgun,
hon gongur fyri risan at standa:
»Eg veit tær eingi betri ráð,
tú flyt hann burtur av landi.

80. Hoyr tú risin søtin mín,
nú tekur at tróta breyð,
á ørmundarhús tað etur hann os
gistir hann vetur sjey.«

81. Risin eigir ein bøttan bjálva,
man meg rætt um minna,
har vóru átjan kobbaskinn
og aldanshúðir tvinna.

82. Tekur hann Rólv á bak sítt upp
gullkistu íhjá
bar hann so til strandar oman
mót teirri bylgju blá.

83. Átjan dagar við grunni veður
glymur á hamra húðum
hann kom ei á moyaland,
fyrr enn sólin roðar á búðum.

84. Tá var dagur í havsbrúnni,
Rólvur tók at troyttast,
aðrari hendi belti skar,
bjálva av sær at loysa.

85. Tá var dagur í havsbrúnni
Rólvur tók at hasta
aðrari hendi belti skar
bjálva av sær at kasta.

86. »Eg havi ført teg á land so væl
aftur ljóti eg at venda,
kvendi teg við ástum beiða,
lukka man teg henda.«

87. »Tú hevur sett meg upp á land
eg síggi sól og mána,
tá ið tú kemur í hellið títt
tá heilsa ungu svannu.

88. So runnu tár av rísans kinnum
sum høgl av hvøssum æli:
»Far væl, Rólvur Uppsal-jall
eg nái ikki við teg tala.«

89. »Takk havi tú, fostri mín,
tú flutti meg til manna,
tá ið tú kemur í helli títt,
tú heilsa ungu svannu.

90. Tá ið kemur har mitt á leið
tú lít teg upp í eystur,
har manst tú ta drotning sjá
hon gevur tær fullgott treyst.«

91. Risin leit í sólarmagn,
hann náddi ei fram at ganga,
stendur í miðjum Íslandshavi
merkir stóran dranga.

92. Inn kom ein av moyunum
sigur frúnni frá:
»Eg sær mann á borgarmi
tílíkan ongan sá.

93. Sært tú mann á borgarmi
tílíkan ongan sá,
leiði mær hann í høllina inn
lati meg sjálva sjá.«

94. Rólvur gekk í høllina inn,
mist hevði gleði og kæti,
upp stóð frúgvin Lindin mjá,
beyð honum sess og sæti.

95. Rólvur hevði vanan tann,
ið hann hevði fyrr,
uttarlaga sessin tók
ytst við hallardyr.

96. Fyrstu nátt á borgum svav
á ríku frúar armi,
svørji tann eið á míni trú,
ei brast moyarnavnið.

97. Summar vildu slíta hans hár,
summar fyri bakkan kasta,
uttan frúgvin Lindin mjá
hon bað ikki Rólv so lasta.

98. Aðru nátt á borgum svav
hjá ríku frúar síðu,
hann lá tryggur í síni song,
hans hendur fóru ei víða.

99. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at roða,
upp stóð Rólvur og klæddi seg
allar vildu hann fjóna.

100. Summar vildu slíta hans hár
summar beinini bróta,
uttan frúin Lindin mjá
sjálv vildi hon hann njóta.

101. Triðju nátt á borgum svav
á ríki frúar armi,
svørji tann eið á míni trú
at nú brast moyarnavnið.

102. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
upp stóð Rólvur og klæddi seg,
allar vildu hann pína.

103. Summar vildu hann á gálgan føra,
summa ríva hans hár,
uttan frúin Lindin mjá
hon feldi fyri hann tár.

104. »Heintið mær Skúv av Viðanesi
við sítt nevið bljúgva,
hann skal flyta Rólv yvir hav
so langa leið og drjúgva.«

105. Har kom fuglur sum fyrr var nevndur
fleyg yvir urðar og fjøll,
hvar hann settist á foldina fast,
hann merkti spor í vøll.

106. Tók hann Rólv á bak sítt upp,
seks dagar mundi hann renna,
inntil tann hin sjeynda,
tá mundi hann Tróndheim kenna.

107. Næturnar seks og dagarnar sjey
mundi hann við honum fara,
hann setti hann á tað hægsta fjall
í Tróndheimi var.

108. Rólvur kom úr fjalli oman,
alt var fólk á gangi
møtti hann síni sælu systur
við ungum syni í fangi.

109. Hann kom ikki fyrr til Tróndheims niður
enn alt var fólk á máli,
sveinar trongdi kall í durum
hann gekk óræddur í skála.

110. »Í fjallinum fjaldi eg mikið gull
fáan veit eg mín maka,
hvør sum meg í durum treingir,
eg unni honum væl at taka.«

111. Kongurin talar til sínar menn,
biður teir allar tiga:
»Gevi kalli ljóð um stund
hann kann frá ferðum at siga.«

112. Tí svaraði gongu-Rólvur
ræður so orðum byrja:
»Fyrst er at geva manni mat
og síðan tíðindi spyrja.«

113. Teir bóru honum fram oksasíðu,
betur kundi hann ikki velja,
eg svørji tann eið av míni trú
at tá kvaðst Rólvur at selja:

114. »Mangi hava eg vonda stund
flakkað suður og norð,
eg havi ikki av skálum drukkið,
ei sitið yvir borð.

115. Oftum havi eg í vási verið,
stundum uppi í ský:
hvør sum í míni fótspor stígur,
lær ikki allan tíð.

116. Oftum havi eg í vási verið,
stundum niðri á grunn:
hvør sum í míni fótspor stígur,
lær ikki allan stund.

117. Eg havi so langt á leiðini verið,
burtur frá menskum monnum,
eg sá ikki svartan fugl
á snjóhvítum fonnum.

118. Seks vetur var eg í Trøllabotnum
í tann risans ranni,
inntil tann hin sjeynda,
tá legði eg ást við svannu.

119. Tríggjar nætur á moyaland
fari til døma at taka:
harvið bygdist heimurin,
at kvendið fekk sín maka.«

120. Til tað svaraði kongurin
bæði av bold og ræði:
»Um tú livir annað slíkt
eg gevi tær kost og klæði.«

121. Tí svaraði gongu-Rólvur
gerst nú nýtur drongur:
»Fáið mær prest at skrifta mær
eg vil ikki liva longur.«

122. Skýrdu teir hin unga Rólv.
fagran og so fríðan,
tá ið hann kom úr funti upp
tá læt hann sítt lív.

123. Tí var hann kallaður gongu-Rólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
tá sólin roðar í kav.

(c) Dansifelagið í Havn